Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 | Ráfiskakeyparafelagið: Ætla ikki at leggja okkum á nakran kodda at sova! Tað rættasta var, at vit fingu somu sømdir sum teir, vit kappast við innan EF, og er hetta í tráð við tað, sum er fórt fram undir samráðingunum. Men hinvegin vilja vit sjálvsagt royna at fáa sum mest burtur úr undir verandi karmum taðv erið seg karmarnir ] ] db. + - sum EF-avtalan setir ella karmar, teir verið seg skilagóðir ella ikki, og ikki leggja okkum á nakran "kodda" at sova skrivar Føroya Ráfiskakeyparafelag í grein. Viðv. EF-avtaluni Nógvar metingar hava verið frammi um, hvussu nýggja avtalan við EF fer at roynast feroyskum vinnulívi. Sum vera man eru meiningarnar ymiskar innan vinnulív alt eftir, innan hvenn part av vinnulívinum ein nú einaferð hver hevur sítt virksemi. Eitt, sum er Odåmligt i hesum kjaki, er, at teir politikarar, ið hava á- byrgd av hesari avtalu, kasta teimum fyri, sum finnast at henni, at ongin fanst at samráðingar- gongdini fyrr enn aftaná, at avtalan er skrivað. Vit skulu ikki her nærri fara inn í metingarnar av, hvussu avtalan kemur at virka, men vit vilja lýsa, hverja steðu vinnulívið hevði til gongdina í sam- ráðingunum 30. apríl 1990 skrivaði Landsstýrið út til virkir, feløg og stovnar, har m.a. fylgjandi stóð: Sjálvsagt eru ikki øll viðurskifti Feroya mótvegis EF loyst við einari fríhandilsavtalu, hvussu góð hon so enn kann verða. Øll hesi 6 loystu viðurskifti eru ikki skrásett, og full vitan er kanska heldur ikki um tey. Hetta kundi kanska verið gjert á tann hátt, at Landsstýrið setti ein embætisbólk at kanna ell hesi óloystu viður- skifti og geva frágreið- ing frá sær um tey. Áðrenn Landsstýrið velur slíka framferð, heldur tað tað vera vert fyrst at savna inn ta vitan, ið longu er og eigur at vera hjá stovn- um, vinnufeløgum og føroyskt privatum feløgum i Føroyum um hesi við- urskifti. Føroya Landsstýri heitir ti vid hesum å tykkum, um at boda Føroya landsstýri i skrivligari frågreiding frå, hvørjar fyrimunir — og møguligar vansar ein frihandilsavtala millum Føroyar og EF ber í sær innan tykkara virkiseki. Somuleiðis heitir Feroya Landsstýri á tykkum um at greiða frá, hverjir spurningar og mál innan tykkara virkiseki ikki verða loyst innan eina frí- handilsavtalu millum Feroyar og EF og tí kunnu hugsast at fara at krevja samráðingar við EF um serligar loysnir. Innkomnu sverini frá virkjum, felogum og stovnum, ið bendu á, at nógvir óloystir spurning- ar vóru, góvu Menningar- stovuni og ávísum felog- um á arbeiðsmarknaðin- um hevi til at taka undir við uppskotinum frá Landsstýrinum at seta bólk at kanna allar teir reistu og óloystu spurn- ingarnar við tí broyting, at umboð fyri vinnulívið eisini skuldu verða við. Hesin bólkur varð sett- ur 24. oktober 1990 við 4 umboðum frá arbeiðs- marknaðinum og 2 um- boðandi Landsstýrið. Fyri skjótt at fáa sjón- armiðini frá vinnulívinum fram alment varð ein fyri- bils frågreiding gjørd og legd fram 1. febr. 1991. Niðanfyri verður siterað burtur úr hesi frágreiðing: I samandråttinum verdur m.a. sagt: Samanumtikið má sig- ast, at svarini benda øll á, at Feroya Lands- stýri tók avgerð, ið breið semja er um, tá tað í samráð við mark- naðarnevnd løgting- sins valdi at mida imoti einari rættiliga fræls- ari frihandilsavtalu, t.e. einari, ið gav fult tollfrælsi fyri allar (undirstrikingin er okk- ara) fiskaverur. Fylgjandi uppskot frá EF verður tó á týdningarmiklum ekj- um greitt afturvíst sum als ikki nýtiligt, meðan aðrir partar av vinnuni kunnu liva við uppskotinum. Í summ- um førum verður vist á, at ein tollsamgonga, um hon kundi givið teir fyrimunir, ið uppruna- liga vórðu mettir meguligir við fríhand- ilsavtaluni, er frægasta leiðin fram. Í ummælinum av svarinum frá Feroya Fiskaselu verður m.a. sag: Tó at Feroya Fiska- sela sostatt ikki svarar gjølla settu spurning- unum, so lýsa útrokn- ingarnar, at verandi uppskot frá EF ikki kann góðkennast Verður uppskotið bett við teimum broyting- um, ið Fiskaselan ynskir, skilir arbeiðs- bólkurin, at Fiskaselan er nøgd við frihandils- avtaluna, tó at týðandi spurningar framvegis eru eftir, ið eingin loysn sæst á, nevniliga útflutningur av pilkað- um rækjum úr ráveru úr Russlandi ella Kana- da og útflutningur av frystum fløkum v.m. úr tiðnaðari ráveru úr Kanada ella Russlandi. Í ummælinum av svarinum frá Feroya Reiðarafelag = verður m.a. sagt: Undir teirri fyri- treyt, at ein tollsam- gonga við EF eisini vil umfata fiskaverur fult og heilt, metir Feroya Reiðarafelag, at hesin meguleiki er frægastur at taka við, fáa vit ikki Leivur Michelsen er formaður í Ráfiskakeyparafelagnum eina fríhandilsavtalu, sum vit hava ynskt hana, t.e. frítt at fara við føroyskum fiski sum fesk fløk og sum góðskaðar verur inn i EF. Herumframt kann tollsamgongan loysa trupulleikan við upp- runareglum, tí rundur, frystur fiskur og rækj- ur frá triðjalondum koma undir somu upp- runareglur sum í EF. Í ummælinum av svarinum frá Feroya Idnadarfelag = verður m.a. sagt: At verandi skipan fellur burtur, ferir við sær, at nógv arbeiðs- pláss hverva, og ger tað bráðneyðugt at beta um frammanfyri- nevndu viðurskifti, so tey virki, ið hava meguleika at klára seg, ikki verða forðað í menningini og harvið í at skapa nýggj arbeiðs- pláss. Um ein tollsam- gonga eisini kann fevna um fiskaverur, so kunnu somu upp- runareglur sum í EF- londum geva arbeiðs- pláss og tryggari ídn- aðarframleiðslu innan fiskiidnadin úr inn- fluttum fiski. Landsstýrisins samráð- ingarnevnd hevði eisini fundir við umboð fyri vinnulívið, har nógv ym- isk sjónarmið komu fram. Harumframt hava vinnu- livsmenn úttalað seg i fjøl- midlunum um ymisk til- knyti millum Føroyar og EF. Hetta er nú vorðið nak- að drúgt, men halda vit, at tað er av týdningi at lýsa gongdina í málinum, og hverja steðu vinnulívið hevur havt til samráðing- arnar við EF, soleiðis at tey, sum hava áhuga í hes- um, kunnu gera sær eina meting av tí rímiliga í, tá teir, ið hava ábyrgd av av- taluni, kunnu loyva sær at vera fornermaðir yvir metingarnar hjá pertum av vinnuni, nú samráðing- arnar við EF endaliga eru lidnar. Eisini kunnu fólk sjálvi gera sær metingar um sig- ast kann, at >Vit kundu ynskt, at teir (vinnulívs- menn) hevdu verið eins raskir at lufta sínum meiningum um hesi viður- skifti áður enn avtalan varð gjørd sum aftanå«, »Hesir dómadagsprofetar umboða stórt sæð tann partin av vinnuni, sum nú í hálva eld hevur ligið trygt í lívd av verjutolli og eðrum protektionist- iskum tiltøkum« og hesir snýta alla orku... til gremjingar og máttstjal- andi démadagstalu«. Tað, vit hava ført fram sum kritikkur av ella ynski til EF-avtaluna, er, at tá tað nú væntast kann at meira fer av feskum fiski til EF, sum jú er Nr. 205 — 5. november 1991 lagi, um meira fæst burtur úr á hendan hátt, so at vit kundu keypt triðjalands- fisk sum ráveru til tann frígjorda kapasitetin á flakavirkjunum (arbeiðs- megi og útgerð) í sam- bandi við útflutning til EF, har 80% av okkara marknaði er. T.v.s. at vit fingu somu semdir sum teir, vit kappast við innan EF, og er hetta í tráð við tað, sum er ført fram omanfyri undir samráð- ingunum. Men hinvegin vilja vit sjálvsagt royna at fáa sum burturúr undir verandi karmum tað verið seg karmarnir, sum EF-avtalan setir ella karmar, teir verið seg skilagóðir ella ikki, og ikki leggja okkum á nakran »kodda« at sova. Virðingarmest nest Feroya Ráfiskakeypara- felag Leivur Michelsen, formaður