Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 205 — 5. november 1991 | Fuglar Í SJÓNARMIÐ og fólk — Eg haldi, at vit eiga at lata ivan koma lomviganum (og álkuni) til góðar og seta bann fyri allari veiðu eftir hesum fugli í somikið langa tíð, at hann vónandi kemur fyri seg aftur, skrivar Halgir Winther Poulsen, advokatur, í >Sjón- armið Få — Heitið á hesi bókini hjá merkisverda fugla- og mannavininum Sverra Paturssyni rann mær í huga, nú svartfuglurin hevur verið so nógv frammi seinastu dagar- nar. Herfyri varð tann vakri og hugvekjandi filmurin »Skerdir veingir« sýndur i Norð- urlandahúsinum fyri stúgvandi fullum húsi, seinast sunnudag snúði útvarpssending- in hjá Jóhann Morten- sen seg um lomvigan (tekk fái Jóhann fyri tær frálíku sendingar- nar, hann hevur um náttúruna), og í kveld var aftur ein áhuga- verd sending í útvarp- inum um tað steðugt minkandi fuglameing- ið, sum einaferð varð mett at vera lands- virði. Tíverri hoyrdi eg bert seinasta partin av hesi sending, men eg helt meg hoyra nóg mikið til at eg fekk ikki latið vera við at gera nakrar fáar viðmerk- ingar til orðaskiftið. Eitt tykjast øll at vera samd um: fuglurin er so nógv minkaður síðan fimtiárini, at tal helst må metast sum ein náttúruvanlukka. Hetta kunnu øll, ið sum bern minnast tann vakurleika og tað ljóð- kæti, ið var at uppliva á báti undir fuglabjørg- um vera samd um. Or- søkirnar til hesa ógvis- ligu minking vita vit helst ov lítið um, og tær munnu eisini vera nógvar og torgreiddar. Hevuðsspurningurin undir útvarpsorða- skiftinum var, sum so mangan fyrr, um fugl- urin átti at verða frið- aður, og her tyktust menn at vera ymiskir á máli. Freðingarnir vóru, teimum til sóma, ivingarsamir, eftir mín- um tykki kanska ov varnir, meðan byrsu- menninir førdu fram, at sluppu menn ikki at skjóta lomviga um vet- urin, fóru teir at skjóta (enn meira?) ólógliga á sumri. Legin hugsun- arháttur má tykjast, tú sat hálvavegna og fryktaði fyri at byrsan hevur tílíka megi, at hon skal brúkast, sama um nakað er at skjóta ella ikki. Eitt annað sera legið varð fert fram, vetrar- skjótingini til verju: tað er als ikki >fer- oyskur< fuglur, ið verð- ur skotin á vetri, sum um vit hava nakran rætt at skjóta fugl hjá grannum okkara, har steðan tykist lítið frægari enn hjá okkum. Skulu vit halda fram við hesum sjålvsøkna hugsunarhátti, verður galin endi, vit verða illa sæddir allastaðni. Próvgrundirnar fyri hesum tyktust eisini sera veikar, tí sum fuglafreðingurin tók til: tann seinasti lom- vigin, ið varð merktur í Feroyum, er helst deyður av elli fyri fleiri árum síðan, og so ber væl til at halda fram við at skjóta fugl, sum aðrir hava merkt, tí vit finna ongan ímillum, sum er merktur her. Eitt tað legnasta sjónarmiðið var tó eftir mínum tykki tað, sum sagt varð um ikki at friða fyri friðingina skuld, »ti tað vildu onglendingar gera við grindina<. Er tað ikki júst okkara styrki í grindamálinum, at — Lat okkum ikki gera ta skommina, at komandi tíðir fara at bera okkum, at seinasti lomvigin varð skotin av foroyingum. eingin er ferur fyri at føra nakað prógv fyri, at hon er í minsta vanda fyri at verða týnd? Og er steðan ikki júst tann evugta við lomviganum? Eg haldi, at vit eiga at lata ivan koma lom- viganum (og álkuni) til góðar og seta bann fyri allari veiðu eftir hesum fugli í somikið langa tíð, at hann vónandi kemur fyri seg aftur. Tá skúvoyingar hava gjørt tað bragdið, teir eiga at verða virdir og róstir fyri, ikki at sekja lomvigan, men kortini halda bjargakynstrin- um uppi, er tað minsta tekkin til teirra og allar aðrar åbyrgdarmenn, at fuglurin eisini fær frið fyri byrsuni. Lat okkum ikki gera ta skomm, at komandi tíðir fara at bera okk- um, at seinasti lomvig- in varð skotin av feroy- ingum. Sverri Paturs- son veit at siga, at sein- asti gorfuglurin í Fer- oyum varð dripin í 1808. Vanlukkutrygging Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum missi, um vanlukkutilburður berst á, er neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi. Tryggingarslegini eru: Vanlukkutrygging av hjálparfólki á sjógvi og landi — løgskipad. Tey. ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi, hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van- lukkutryggjað. Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mann- skapið. Heimatrygging av sjófólki løgskipad. Tey, i vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging sjålvkravd. Arbeidsvanlukkutrygging fevnir um van lukkutilburdir, ið henda i persónligum arbeiði hjá tryggjaða. Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg- ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi. Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging sjálvkravd. Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging- ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður í frítíðini. Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. Tað er lívsneyðugt... Foroya Vanlukkutrygging S/F Telefon 11466 & 15952 Yviri vid Strond 23 Postboks 59 * 110 Tórshavn Kaffi automat (suppa, te, kakao osfr.) av merkinum Wittenborg biliga til sølu. Fróðskaparsetur Føroya tlf. 15302 kl. 9—16. Sól til sølu Sólbonkur/undir- og yvirpartur við and- litsbrúnkara — til solu. Hevur nýggj rør. Nærri fæst at vita við at ringja Tlf. 24504 Skrivstovan í Vågsbotni er opin månadag, miku- dag og friggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.