týsdagur 5. november 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
(A ARBEIÐSEFTIRLITIÐ
Trygdarskeið
Í døgunum 18.—21. november 1991,
verður trygdarskeid í hølunum hjá Ar-
beiðseftirlitinum í Saltangará.
Hetta skeiðið er ætlað trygdarumbodum
og arbeiðsleiðarum á stovnum v.m.
(skrivstovur, peningastovnar, handlar
0.1.). Onnur við áhuga fyri arbeiðsum-
hvørvi kunna eisini luttaka.
Millum annað verður undirvíst í:
— Arbeiðaraverndarlógini
(ábyrgd, skyldur og revsing)
— Arbeiðsskaðar
— Ergonomi
— Luftgóðska
— Teknisk hjálpartól
— Bygging og innrættan av virkjum
Nærri fæst at vita við at venda sær til:
Arbeiðseftirlitið, Torshavn tlf.: 17811
Saltangarå tlf.: 48092
Klaksvík — tlf.: 569617
Tvøroyri — tlf.: 71114
Keyp av skinnum
L/F MBM-Fóðurdeildin i Kollafirði tek-
ur ímóti saltaðum skinnum.
Uvroknað verður tå id uppgjørt er. Alt
avlopid kemur tygum tilgóðar.
Væntandi verdur avrokningarprisurin
fyri væl hægreidd skinn ikki undir kr.
15,00.
Avgreiðslan er opin gerðandisdagar
ki. 8 til 17 og leygardagar kl. 9 til 12.
410 Kollafjørður
Tlf. 21478
V4-tølini
i dråtti nr. 915, t. 2. november 1991.
Tølini: 77 — 19 — 94 — 5 — 46 — 40 — 21 — 69 —
76 — 45 — 80 — 29 — 53 — 15 — 32 — 34.
Vinningur: 25.530,00 kr.
Vinnarar: Tveir, ein í Havn og ein á Morskranesi. |
He
or m.
Lýsið í SoStalinum
Nr. 205 — 5. november 1991
( Íesarabræn ----/
Sanniliga frøist eg likaleidis
Sum suduroyingur gjørd-
ist eg ikki sørt kløkkur at
hoyra tey tidindi, sum
sjónvarpið bar frá Jó-
annesi Eidesgaard, lands-
stýrismanni, í sambandi
við mjadnaskurðviðgerð,
sum skyldmaðurin Jan
Jespersen yvirlækni hev-
ur framt á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, og at Jóannes
lítið gott hevði at bera
læknanum fyri vælhepn-
aðu skurðviðgerð og at
slík skurðviðgerð skuldi
ikki gerast á Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Hetta tókti
mær heldur legið og hugs-
aði um at taka til at skriva
Jóannesi landsstýris-
manni sum suðuroyingi
og tveroyrarmanni átalu.
Men nú skilji eg ífylgi
Jóannesar rættleiðing, at
hann er vorðin eins kløkk-
ur at hava hoyrt sjónvarp-
ið snarað hansara orðum,
og hevur kent seg noydd-
an at koma við rættleið-
ing, sum eg persónliga var
fegin at lesa, at hann ikki
læt hasi rangvergu tíðindi
standa óátalað.
Tað, sum frætt er um
Jan Jespersen, er hann
millum okkara frægu
Við hvørjum rætti?
skurðlæknar, og ti sló tað
m.a. dygt, at Jóannes
skuldi hava úttalað seg
sum sjónvarpið segði frá.
Takk fyri, Jóannes, at
tú nú avsannaði orðini,
sum sjónvarpið vildi
leggja tær fyri at hava út-
talað, sum fyri SUÐUR-
OYING ljóðaðu skelk-
andi!
D.J. Serensen
Eg spyrji við hverjum
rætti at Vilhelm og Klaks-
víkar býráð krevja at fáa
Skálafjall ella kvotuna
alla sum Nónhamar hevur
fingið forerandi. Eg kundi
væl tonkt mær at vita, um
politikararnir í Klaksvík
eru so stuttmintir, at teir
ikki minnast hvussu Nón-
hamar kom til Klaksvíkar.
Jú, hann bleiv fuppaður
til Klaksvíkar og tað
skuldi Sjálvstýrisflokkur-
in í Norðoyggjum í
hvussu so er vita, tí at
annar maðurin, sum dagin
eftir sat í danmarkarflog-
farinum og grein at tí
skemdargerð, sum bleiv
gjørd 10 min. eftir mid-
nátt, var júst ein av tá
mætastu monnum sjálv-
stýrisfloksins, deadline
var á midnátt. So Vilhelm,
betur var, um tú fyrst
segði Feroya fólki tað
fyrst, ella kanska skuldi
eg endurgivið samreðuna,
sum fór fram umborð á
flogfarinum ta ferðina í-
millum tveir teir hægstu
menn í landinum. Og hvat
við teimum, sum hava
siglt við Skálafjalli, skulu
teir so verða arbeiðsleysir
og ganga á Almu. Og hev-
ur Vilhelm saman við eðr-
um politikarum ikki funn-
ið útav, at planbúskapur
er undirgangur. Nú haldi
eg, at tað má vera upp á
tíðina, at tann feroyski
politikarin fer at taka
starv sítt í álvara ella er
bert hjá teimum at stinga
í sekkin, tí Feroyar hava
ikki ráð til politikarar,
sum antin læa milliónir-
nar burtur ella á annan
hátt spilla land okkara.
Anti politikari
NB. Ein opnan spurning
til síðst: Skal man vera
ábyrgdarleysur fyri at
gerast føroyskur politik-
ari?
Ger tu so vid, Harra Sundstein
I Dagbladnum friggjadag-
in verða 35 spurningar
settir fíggjarmálaráðharr-
anum, harra Sundstein.
Har verður hann spurd-
ur um, hverji góð ráð hann
vil geva teimum, ið velja
sama livsstarv sum hann.
Og svarid er sera gott.
Hann vildi rátt teimum til
ikki at fara upp í politikk.
Hetta mugu sigast at
vera sera góð ráð hjá ein-
um fyrrverandi løgmanni
og politikara gjøgnum
nógv år at geva ødrum.
Spurningurin er, um tad
ikki hevði verið betur, um
harra Sundstein tók hesi
orð at sær og sjálvur
fylgdi teimum.
Og við honum fleiri av
teimum, sum í dag sita á
toppinum í føroyskum
politikki. Allir samilir
skuldu teir verið sendir
heim, tí eingir dugur er í
teimum. Ein og allir ar-
beiða bert fyri sær sjálv-
um, og ikki ein einasti
hugsar um land og fólk og
at gera tað besta fyri, at
vit ell skulu hava tað gott.
So tað hevði verið sera
gott, um harra Sundstein
og allir hinir pávarnir í
tingi og landsstýri fylgdu
hesum ráðum, og lótu poli-
tikkin fáa frið.
Latið vanlig fólk sleppa
at stýra hesum landinum,
so eitt sindur av skili kann
koma í. Onkur hevur sagt,
at landið ikki kann koma
longur út í armóð, men
eitt er vist. Verður ikki ein
stór útskifting gjerd,
verður nógv verri innan
langa tíð.
Ein heilt vanligur
palleba
Fólk fær einki at vita
Tá ein lesur bleðini, so
sæst at tað er rættiliga
misjavnt, hvussu tey
skriva um ymisku tingini.
Í hesi vikuni kom fram at
ein kvalaraslanga var
sloppin leys í Klaksvík og
hetta skrivaði Sosialurin
um.
Tað skulu tit hava takk
fyri, tí tað kann ikki vera
meiningin, at slíkt hendir
uttan at fólk fær nakað at
vita.
Í Klaksvík hava fólk
verið bangin síðani hetta
varð skrivað, og tað kann
; ge
leyst, er undir allan kri-
tikk so tad forslær.
Men tad eru ikki bara
kvalaraslangur, sum ikki
åttu at gingid leysar, ti
tað eru nógvar aðrar
slangur til í hesum sam-
felagnum, sum fyri langt
síðani áttu at verið tiknar
og læstar inni.
Um tit tora, so eiga tit
eisini at nerta við tær
slangurnar, tí tær eru
nógvar í tali. Tað er alla
æru vert, um tit eisini
skriva um tað, sum hevur
meira uppá seg, sjálvt um
onkur verður traðkaður á
„ TILILLLOPOr:93%8
”…
tærnar.
Annars takk fyri eitt
gott blað, sum eg og nógv
við mær lesa nógv. Haldið
fram við at skriva um alt,
sum fer fram og verið ikki
bangin fyri at draga okk-
urt fram úr skýmaskotin-
um, tá okkurt er at fara
har eftir.
Lesari
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 188 20.
Týsdagar ki. 16.00—18.00 fæst persánlig