mikudagur 6. november 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 — 6. november 1991
Fimleikafelagid Støkk fyllir 25
Hóast fimleikur neyvan er
tann ítróttargreinin í Før-
oyum, sum mest hoyrist
um, er hetta ein ítróttar-
grein, ið hevur ikki so fáar
íðkarar her á landi.
Bara tvey av feløgunum,
Havnar Fimleikafelag og
Fimleikafelagið Støkk á
Glyvrum hava útvið 1.000
limir. Tá eru hini trý fim-
leikafeløgini ikki tald vid.
Men nú fer helst at hoyr-
ast eitt sindur um tað
seinna av hesum báðum
nevndu feløgum, tí tað
> »]
verður nevniliga 25 ár nú
fyrsta dagin.
Byrjaðu á berum
Tá Støkk í síni tíð varð
sett á stovn, varð byrjað á
at kalla púra berum, men
við hjálp frá eitt nú
Havnar Fimleikafelag
gekk væl at fåa Støkk upp
at standa.
Tey fyrstu årini komu
ikki tey heilt stóru úrslit-
ini, til tess var kappingin
úr Havnini ov hør6. Men
so við og við mentist
felagið, til tað í 1971 fekk
fyrsta FM-heitið. Við tí
fylgdu fleiri sigrar, og við
eitt var rættiliga gongd
komin á.
So nógv hevur felagið
ment seg hesi árini, at tað í
dag hevur umleið 300 íðk-
andi limir. Hetta tal hevur
verið rættiliga javnt í fleiri
ár, og er tað helst eisini á
eini góðari leið, sammett
við fólkatal og umstødur
annars.
isini aðru úttókukappingina til A-landsdystin móti íslendingum
um hálvaaðru viku. Hjá kvinnunum vann Anna Petersen, eins og hon vann ta fyrru.
Mynd: Hilmar Jan
Petur og Anna
vunnu aftur
Onnur úttðkukappingin til
A-landsdystin í borðtenn-
is, sum verður móti Íslandi
um hálvaaðru viku, varð
um vikuskiftið í skúlaaul-
uni á Argja Skúla.
Og eins og fyri viku síð-
ani varð tað aftur hesaferð
Petur Niclasen úr AB, sum
vann kappingina framman-
fyri Jákup Hansen úr
Streymi og Eyðun Luid úr
AB, sum vórðu ávikavist
nummar tvey og try.
Fyrsta úttgkukappingin
endaði sum nevnt eisini
við, at Petur Niclasen
vann, og tá vórðu Eyðun
Luid, Birgir Carlsson og
Jákup Hansen á trimum
teimum næstu plássunum.
Anna suveren
Kappingina hjá kvinnun-
um, sum eisini varð á
Argjum, vann Anna Peter-
sen úr Sweymi..Hon er
rættiliga suveren i før-
oysku borðtenniskapping-
unum hjá kvinnunum.
Anna Petersen vann
eisini fyrru úttókukapping-
ina fyri einari viku síðani.
Til landsdystin móti Ís-
landi, sum verður spældur
har yviri, fara tvey lið —
A-landslidid og eitt ung-
lingalandslið. Á A-
landsliðnum verða triggir
mans og ein kvinna,
meðan unglingalandsliðið
er mannað við tveimum av
hverjum.
hj.
Vælútbúnir leiðarar
At hava so nógvar íðk-
andi limir, setir eisini krøv
til leiðslu, og í hesum sam-
bandi er vert at nevna, at
allir leiðararnir hava verið
á skeiði. Summir hava
enntá verið fleiri ferðir á
skeiði, bæði í Føroyum og
uttanlands, so tey íðkandi
— yngri sum eldri — skuldu
verið í góðum og kønum
hondum.
Ein trupulleiki, felagið
hevur havt at dragast við
síðstu árini, eru hølistrup-
ulleikar. Tað ljóðar kanska
løgid, tá hugsað verður
um, at stór og góð ítróttar-
hóll er í Runavík, men av
tí at dýrt er hjá felagnum
at fáa sær innivist har, er
einki hugskot
Støkk.
Øll veniing fer sostatt
fram i fimleikahøllini í
Glyvra Skúla, har felagið
hevur hildið til øll 2
árini.
Fleiri veitslur og
fimleikaframsýningar
Nú felagið fyllir 25 år,
kann tað hyggja aftur á
tað fyri
<
nøkur góð år við góðum
úrslitum, góðum fimleik-
arum, góðum leiðarum og
ikki minst: Góðum áskoð-
arum, sum hava verið
framúr at møtt upp, tå
kappingar og framsyningar
hava verið.
Dagurin verður eisini
hildin, sum tað sømir seg,
við einari stórari Støkk-
veitslu leygarkvøldid 23.
november, og sama dag
verður fimleikaframsyning
i Itréttarhøllini í Runavík,
har eitt sindur fer at verða
gjørt burturúr.
Børnini, ið hava tilknýti
til Stókk verða heldur ikki
gloymd. Tey eru so mong
í tali, at har er neyðugt við
ikki minni enn tvinnum
veitslum.
Sosialurin ynskir Fim-
leikafelagnum Støkk til-
lukku við 25 ára degnum.
hj.
Speg!- og rammubúðin
við Sundsvegin
Í dag lata vit upp nytt høli, har møgu-
leiki verður at síggja og keypa alt tað,
vit framleiða og selja.
Tað veri seg:
x Fotorammur
úr aluminium- og trælistum
x Speglrammur
úr aluminium- og trælistum
innrammadar plakatir
vid føroyskum og utlendskum motivum
Innrammað lithographi
Speglflísar
í standard støddum
Speglhaldarar
Glashillaberarar
...og mangt annað!
Sundsvegur 8
Tlf. 13809
Fax 10439