Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 i Nr. 206 — 6.. november 1991 - Fleiri kanningar Um tvey, sum roynt hava i langa tid at fåa barn og uttan úrslit, og fegin vilja verða kannað, hvat er tað fyrsta, tey skulu gera? Hvønn skulu tey venda sær til 0.s.fr. Hvussu verður t.d. ein sáðroynd kannað? Eg vildi fegin fingið eitt sakligt og reiðiligt svar, við tøkk til Sosialin og Marner fyri upptøku og henda møguleika til upplysing og svar. S. Fyri at kunna verð kannað, mugu tit hava roynt at livað fast saman í í minsta lagi tvey ár uttan at nýta fyribyrgjandi evni. Um hetta er so, mugu tit fyrst fara til lækna og tosa við hann um hetta. Lækni tykkara kann so møguliga senda tykkum vidari. Møgleiki er eisini at verda kannad i Utistovu å Landssjúkrahúsinum. Tá skulu bæði vera við fyrstu ferð, og hann skal helst hava eina sáðroynd í | Skriva til Marner Postboks 76, 110 Tórshavn einum glasi við sær. Tað kann vera eitt lítið glas, men tað skal vera reint, og sáðið skal vera rættiliga nýkomið. Tá ið henda kanningin er farin fram av báðum, verður avgjørt, hvor víðari framferðin verður. Um maðurin og áðið verða funnin at vera í lagi, verður farið víðari við konuu við ymiskum kann- ingum. Men um maðurin verður funnin at hava ringt sáð, fara vit ikki víðari við konuni í fyrsta umfari, men kanna mannin víðari og royna møguliga viðgerð. Marner lt í arminum Eg havi nú í hálvan annan mánað ella so havt ógvu- liga ilt í vinstra armi. Pínan situr innarlaga millum vøddarnar báðu- megin albogan og gerst nogv verri, royni eg at taka eitt sindur á, og illa gongst at fáa armin upp í vinstra skjúrtulumma. Eg havi onga hóming av, hví ilt er komið í armin, og veit meg avgjórt ikki at hava ovtikið meg á nakran hátt. Eri 43 ára gamal og havi ongantíð áður verið darvaður av slíkum. K. Eftir teimum upplýsing- um, ið givnar verða, er heilt Ogjørligt at siga nøkulunda við vissu, hvat bagir tygum. Tað, einum fyrst kemur til hugs, er okkut við vøddunum. Men so skuldi tað komið av ionkrum, tygum gera, t.d. íðka ítrótt. Hevdi tað verið høgri armur, kundi tað vera hetta, ið rópt verður "tennis-armur", tygum hava fingið. Tað brekið fáa t.d. nógv, sum íðka badminton. Men tað kann vera okkurt heilt annað, so rættast hjá tygum er at fara til lækna fyri at fáa við vissu at vita, hvat bagir. Marner Landsstýrið stevnir býráðunum í Havn, Fuglafirði og Tveroyri Í samband við ósemjuna um hvussu grein 32 í barnaforsorgarlógini skal tulkast, hevur landsstýrið nú samtykt at stevna bý- ráðunum í Havn, Fugla- firði og á Tvøroyri at við- urkenna, at tað er lands- stýrið, sum hevur setannar- rætt og samráðingarrætt í samband við starvsfólk á dagstovnum. Kommunurnar hava ført fram, at hesi eru komm- unal starvsfólk, og tí eigur kommunan rætt til at seta hesi og samráðast við tey um lønarsåttmåla. Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í al- mannamálum sigur, at stevning landsstýrisins er eit sokallað viðurkenn- ingar sakarmál fyri at fáa staðfest, hvør eigur hendan rætt eftir nevndu grein 32. Herfyri fall dómur í Før- oya Rætti í einum sakar- máli, sum Pedagogfelagið reisti móti Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna varð dømd at PEVA HÅNDPL evo rr OG 4 typer håndrens - dækkende ethvert behov Firvaldur P/F rinda starvsfólkunum eftir sáttmálanum út frá set- unnarbrævinum. Men í hesum sambandinum tók dómarin ikki stóðu til hvussu grein 32 skal tulkast. Og tað er júst hetta, sum landsstýrið nú vil hava greitt. tór.- EJEMIDLER konomisk engør Tað, sum kanska er mest vanligt at hoyra um nú á døgum, tå tosað verður um foreldur, er at påparnir og mammurnar alsamt gerast yngri og yngri. Herfyri hoyrdist um eina seks ára gamla gentu í ein- um av latínamerikansku londunum, sum hevði fingið »eina livandi dukku< — pápin var 11 ára gamal. Tey, ið hava hildið hetta verið nøkur serlig tíðindi, munnu tó hava fingið ann- að at tosa um, tá tey hava frætt tað nýggjasta: Guinnes-ritstjórin ilt við at trúgva tí 92 ára gamli Leslie Col- ley í Ararat í Australia fekk fyri herfyri ein væl- skaptan son saman við 38 ára gomlu konu síni, Patty. Hesi tíðindi vóru so serlig, at sjálvt ritstjórin á Guinnes Metbókini hevði ilt við at trúgva teimum. Men røtt eru hesi tíðindi, og ikki man Leslie Colley saman við syni sínum hava nakran trupulleika við at finna oddasessin í metbókini, tá talan er um gamlar pápar. Og hóast høga alduri er Leslie ikki nakar skrivisligur maður. Hann høggur sær brenni sjálvur og tekur sær annars av øllum tí, ið maðurin í húsinum hevur at syrgja fyri. 71 ára gamlan stórabeiggja Nyføddi sonurin, ið eitur Oswald eftir einum goml- Framsýningar Aðalfundir Ráðstevnur - sjálvandi á BLÁDÝPI í JO) Bládýpi JO) Bládýpi Bed & Breakfast in Blue Dr. Jakobsensgeta 14-16 FR-100 Tórshavn Tel.: 11951 Fax: 19451 Tann 92 ára gamli pápin við lítla syni sín- um Oswald, sum eigur ein 71 ára gamlan stórabeiggja. Á minnu myndini sæst 38 ára gamla mamman Patty. Myndir: IFOT um vini pápans, ið lat lív undir fyrra (!) veraldarbar- daga, eigur eisini ein eldri beigga, sum eitur Norman. Hann er 71 ára gamal og fyri langari tíð síðani vorð- in langabbi at 12 børnum. Tey lukkuligu foreldrini, ið nu skiftast um at geva ti lítla byggja blæðu, siga seg ikki beinleiðis hava lagt hetta til rættis — tey høvdu ikki nytt fyribyrg- ing, so at hetta hendi, kann valla koma óvæntað... Feðingardagar konfirmatiónir brúdleyp veitslur móttekur... n - sjålvandi LØ á BLÁDÝPI ! Bed & Breakfast in Blue Dr. Jakobsensgøta 14-16 FR-100 Térshavn Tel.: 11951 Fax: 19451 Byggipallur til leigu Flutningur og uppseting eftir avtalu. Tlf. 17083