hósdagur 7. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jústínus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: PM Sosialurin
Prent: PH Pressan 1981
Teleton:
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
11820
Alivinnan
i kreppu
TAD er so sanniliga ikki bara
her hjå okkum, at alivinnan er
i kreppu ella i figgjarligum
trupulleikum, sum tað eisini
eitur. Norðmenn hava sera,
sera stórar trupulleikar at'
dragast við innan alivinnuna,
og er júst hesin spurningurin
nógv frammi í norsku fjøl-
miðlunum fyri tíðina.
NORSKA alivinnan hevur i
longri tíð havt nógvar trupul-
leikar at dragast við. Ein tann
størsti trupulleikin hevur ver-
ið sjúka í alibrúkunum, men
eisini príslegan á marknaðin-
um og sjálvt søluarbeidid
hava elvt til trupulleikar. Í dag
stendur norska alivinnan við
hattinum í hondini og biður
tað almenna um hjálp. Tað er
um eina vinnu, sum rætt og
slætt hevur sent út neyðar-
kall, so illa skal standa til.
Vinnan hevur tí heitt á tað al-
menna um at fáa fíggjarliga
hjálp, sum nærkast milliard-
ini. Men tað almenna vil ikki
uttan víðari fara inn við so
nógvum pengum í stuðuli til
eina vinnu, sum ikki klárar
sínar skyldur.
HELST fer vinnan at fáa nakr-
ar hundrað milliónir í hjálp,
men politikararnir eru rætti-
liga argir inn á alararnar, tí
teir ikki hava dugað nóg væl
at fáa alingina at koyra, sum
hon eigur. M.a. verður víst á,
at nógvir alarar vísa als einki
fyrilit, tá teir fylla alinótirnar
við fiski. Hugsað verður bara
um at fáa so nógvan og skjót-
an profitt sum gjørligt. Sekt-
ina å dålking og at fiskurin
verður stressaður og harvið
missir søluvirdi. Eisini geva
nógvir politikarar konsessi-
ónslógini ein stóran part av
skyldini fyri verandi støðu.
Víst verður á, at tað átti at
verið lagt upp til at bygt upp
stórri brúk enn lógin loyvir.
Hetta ikki ti at stór brúk lóna
seg betur, men meira tí at jú
stórri brúkini eru, tess stórri
kapitalur er aftanfyri og sum
harvið kann vera við til at
tryggja, at brúkini klára seg
eisini tá niðurgangstíðir eru.
ATFINNINGARNAR eru eis-
ini serliga vendar móti norska
sølufelagsskapinum, sum
stendur fyri søluni av alifisk-
inum. Leidslan i hesum fe-
lagsskapinum hevur ikki ver-
ið nóg dugnalig, og hon eigur
at fara frá, siga summir
politikarar, sum eisini ynskja
friari sølu i alivinnuni.
TAD er eingin ivi um, at trup-
ulleikarnir, sum norðmenn
hava at dragast við, eru nógv-
ir teir somu, sum vit í Føroy-
um hava og ganga fram. í-
móti. Men trupulleikarnir hjá
norðmonnum kunnu gerast
rættiliga ógvusligir, tá hugs-
að verður um, hvussu stór
virði standa upp á spæl.
Norðmenn hava nevniliga
meira enn nakað annað land
økt og aftur økt um tonsatal-
ið av aldum fiski, uttan at
hugsa nóg nógv um vandar-
nar, ið lúra í kjalarvgrrinum á
eini nýggjari vinnu. Teir vóru
m.a. herfyri noyddir til at inn-
frysta túsundtals tons av
laksi fyri ikki at oyðileggja
prísirnar á marknaðinum.
Hetta sigur seg sjálvt ber ikki
til í longdini.
VIT føroyingar hava havt
lyndi til at apa okkum eftir
dønum og norðmonnum.
Hetta hevur sjálvandi sínar
fyrimunir, tá hugsað verður
um, at teir í mongum fórum
gera alt forarbeiðið fyri okk-
um, men vandi er eisini fyri,
at vit á henda hátt gera júst
somu skeivleikar sum teir —
ansa vit ikki nóg væl eftir.
Hóast okkara alivinna er í
trongum skóm í løtuni, og eis-
ini hevur vent sær til mynd-
ugleikarnar um hjálp, so hava
vit møguliga enn bert sæð
toppin á ísfjallinum. Hava vit
nakrantíð havt brúk fyri at líta
at norskum royndum og ætl-
anum, so er tað nú. Latið okk-
um tí fylgja væl við, hvat
norðmenn fyritaka sær fyri at
sleppa burtur úr teimum ring-
astu trupulleikunum. M.a.
konsessiónsspurningurin er
rættiliga áhugaverdur í hes-
um sambandi. Og lat okkum
so læra av norsku (og okkara
egnu) mistøkum nú alt fyri
eitt, latið okkum smíða, með-
an jarnið er heitt.
Momsurin
Nú avtalurnar vit hava
Oyggjatíðindi
og barnamorð
Býráðsformaðurin í Havn
hevur aftur sett seg sjálv-
an í fokus so tað forslær.
Tú blaðar ikki í einum
blað uttan at síggja illar
lesarar og borgarar í Havn
vísa sína stóru misnøgd
við býráðsformannin. Orð
sum diktator og einaræð-
isrharri eru rættiliga van-
lig. Men greinin í Oyggja-
tíðindum í gjár ber av øll-
um. Har er yvirskriftin
einki minni enn: "Barna-
morð í Havn".
John Eysturoy skrivar í
grein í blaðnum m.a.:
"Poul Michelsen er
aftur í ferð við at neyðt-
aka borgararnar í
Havn. Aftur hesaferð
hevur hann einsamallur
tikið ræðið á øllum, og
nú eru tað børnini og
tey ungu, sum skulu
ofrast fyri hansara
sinnissjúku stýring av
høvudsstadnum. Hesa-
ferð hevur hansara
meira og minni sjúki
heili avgjørt, at Eystur-
skúlin skal seljast"
Síðani reksar grein-
skrivarin upp fleiri dómi
um einræðiskenda ar-
beiðsháttin hiå Poul
Michelsen og ynskir hann
har piparid grør. Hann
visir å, hvussu hesin
madur roynir at styra
kommuna sum eina
forrætning. Har jagstrar
pedagogar, vaskikonur,
arbeiðsfólk og fakfeløg,
alt fyri at fáa nøkur oyrir
aftur av tí, hann hevur
oyðslað burtur av
skattaborgarans pengum.
Hetta er ein kontant
grein, og ein líka so kon-
tantur havnamaður, sum
skrivað hana hevur. Nógv
má sigast at vera broytt,
tí tað er ikki so langt
síðani, at hesir báðir menn
vardu eina havnaborg,
nevniliga HB-borgina
saman. Men tað er greitt,
at politiska karriera Poul
Michelsens hevur grivið
eina stóra kluft millum
tveir fyrrverandi
bóltsfelagar, ja so stór er
hon vorðin, at John í
endanum á greinini skriv-
ar, at Poul er ikki
havnarmaður við stórum
H, men havnarmaður við
stórum PM.
Ja her er tað so ein van-
ligur havnarmaður,
vissuliga við stórum H,
sum tekur blaðið frá
munninum og sigur sína
hjartans erligu meining
um býráðsformannin og
hinar býráðspolitikararnar
í Havn. Vit kunnu geva
honum rætt í tí mesta,
men soleiðis sum for-
maðurin arbeiðir og ber
seg at, so er torført fyri
ikki at siga ómgguligt at
vera andstødupolitikari í
býráðnum. John átti
kanska at víst sokallaðu
samgongufelggunum hjá
Pouli stórri ans. Hesum
nikkudukkunum, sum siga
ja til alt, sum Poul for-
maður sigur og ger.
Ein skilur annars væl, at
slík fólk sum umreddi
greinskrivari ikki klára at
sita sum tigandi áskoðarar
til tann politiska sjónleik,
sum borgarstjórin bæði
hevur skrivað leikritið til,
er instruktørur fyri og
høvudsleikari í. Eitt solo-
nummar av eini aðrari
verð. Einasta atfinning
okkara móti greinini er
greinskrivarin helst heilt
ósekur í, og tað er yvir-
skriftin. Hon finst als ikki
í innihaldinum, og her er
tað helst blaðið sjálvt,
sum hevur funnið uppá.
Og tað má sigast at vera
dekans ov groft at kalla
gerðir Poul Michelsens
fyri barnamorð - fyri ikki
at siga tápuligt. Hatta
kundi líkst eini stevning.
Tá hevði sinnissjúk
stýring verið betri
hóskandi og dekkandi.
Men samarumtikið eitt
herðaklapp til John
Eysturoy fyri kontantu og
ærligu - og eisini
beinraknu - meiningar
hansara um politiska ar-
beiðið hjá býráðsfor-
manninum í Havn.
gjørt við EF verða settar
í verk kemur momsurin
beint í kjalarvørrinum.
Hetta meirvirðisgjaldið,
sum fleiri av granna-
londunum hava, skulu
vit føroyingar nú eisini
til at brúka. Hetta er so
tað, sum landsstýrið
hevur lagt upp til, men
sum tó ivi er um, at nóg
stór undirtøka fæst fyri í
samgonguni. Ein av
tingmonnum javnaðar-
floksins hevur nevniliga
sagt seg vera hart ímóti
eini momsskipan við tí
grundgeving, at hon fer
bara at tyngja enn meira
hjá fyritøkum og virkj-
um, sum frammanundan
eru nóg illa fyri. Lands-
stýrismaðurin í fíggjar-
málum er farin at fyri-
reika lógina um momsin,
sum eftir ætlanini skal
koma í gildi frá 1. januar
1993. Lítið er yvirhøvur
upplýst um, hvat ein
momsskipan fer at fevna
um, men tað eru tey,
sum bera stóran ótta
fyri, at skipanin fer at
vera 6møgulig at umsita,
serliga hjå teimum, sum
hava små virki ella fyri-
tøkur og hava nóg nógv
um at vera frammanund-
an. Áhugavert kundi
verið at fingið meira at
vita, hvat landsstýrið
hevur í kvittanum á
hesum gki. Í hesum sam-
bandi kann nevnast, at
Havnar Handverksmeist-
arafelag er farið at skipa
fyri skeiðum í nettup
momsspurninginum.
Spurniningur er nú,
hvussu fleiri fólk enn
bert limirnir í hesum fel-
ag, fáa innlit í hetta stóra
og nýggja málið Moms-
in.