hósdagur 7. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.-
Nr. 207 — 7. november 1991
Tilboð frá Klaksvíkar Býráð til svimjifelagið Ægir:
Rekid svimjihellina
Hetta ger býráðið í teirri vón, at fleiri tiltók verða í høllini og at
fleiri fara at svimja
Klaksvíkar Býráð ynskir,
at fleiri borgarar nýta
svimjihøllini í býnum, og
til tess at røkka hesum
máli, hevur býráðið boðið
svimjifelagnum Ægi at
reka høllina. Býráðið
heldur, at svimjifelagið
man vera betri ført fyri at
gera svimjihgllina til eitt
enn meira spennandi um-
hvørvi og at skipa fyri
fleiri tiltøkum, so fleiri
krónur fyri atgongumerki
koma í kassan.
Og tað er júst hetta sein-
asta, sum býráðið serliga
hugsar um í hesum døgum,
nú fíggjarætlanin fyri
næsta ár skat leggjast.
Óli Heinesen, býráðsfor-
maður sigur, at hgllin er
dýr at reka og vónar, at
hetta kann vera ein loysn
fyri at lætta um raksturin.
Býráðið fer í næstum at
hava veruligar tingingar
við svimjifelagid um
hendan spurning. Millum
annað um hvussu verandi
starvsfólk kunnu halda
fram.
Inntskan minkar
Klaksvíkar Býráð fer á
fund í kvøld at hava fíggj-
arætlanina til fyrstu vid-
gerð. Fíggjarætlanin hevur
verið til viðgerðar í
umsitingini, og er nú búgv-
in til politiska viðgerð. Óli
Heinesen sigur, at roknað
verður við, at skattainn-
tókan minkar enn meira
komandi ár. Roknað verð-
ur við, at samlaða inntøkan
minkar úr 84,4 milliónum
niður í 74,8 ella við 11,5
prosentum.
Býráðsformaðurin sigur,
at skattainntgkan hjá
kommununi í ár svaraði
væl til tað, sum roknað
varð við fyri einum ári
síðani. Tá hækkaði býráðið
skattaprosentið við hálvum
ødrum prosenti,- úr 16,5
og upp í 18. Hesaferð
verður ikki talan um at
hækka skattaprosentið.
Inntgkan hjá kommununi
Við ætlaðu skerjing-
unum, færri ílógum og
sama skattaprosenti
roknar Óli Heinesen,
býráðsformaður við, at
roknskapurin fer at
hanga saman.
helt væl til í heyst, men
seinastu báðir mánaðirnar
hevur verið slakari tí,
fiskiskapurin svíkur.
Fáar iløgur
Skulu útreiðslurnar ikki
verða stórri enn tær inn-
tókur, býráðið roknar við
at fáa í kommunukassan
næsta ár, skal skerjast á
fleiri gkjum, og lítið
verður til fløgur.
Oli Heinesen sigur, at i
mun til tær åtta milli6n-
irnar, sum nýttar vóru til
iløgur í ár, verða bert fimm
milliónir at nýta næsta ár.
Haraftrat verður neyðugt,
at kanna møguleikarnar
fyri ødrum sparingum.
Hann vónar at bøta um
raksturin av grótbrotinum,
og skúlavaskingin sleppur
heldur ikki undan sjóneyku
býráðsins. Býráðsformað-
urin vónar, at sleppast
kann undan at siga fólki
upp, men tað er ikki vist,
at tað fer at eydnast.
Stytta ikki
arbeiðstíðina
Tað er ikki ókent í gðr-
um kommunum, at starvs-
fólk kommunurnar hava
fingið boð um at hava
longri summarfrí enn tað,
sum lógin ásetur,- uttan
løn væl at merkja, men
hetta heldur Óli Heinesen
ikki vera skilagott hugskot.
Hann heldur, at fólk fáa
nóg illa sum er endarnar at
røkka saman, og skulu tey
skerjast enn meira, verður
stóðan bert enn verri,
heldur hann.
Nýggjur býráðslimur
Á fundinum í kveld fer
Klaksvíkar Býráð eisini at
gera av, um býráðslimurin
og fyrrverandi bókhaldarin
hjá býráðnum, Ísak
Mikladal, skal halda fram
sum býráðslimur eftir at
hann fekk eitt ára treyta-
leysan dóm fyri fíggjar-
undandrátt. Oli Heinesen
sigur, at kommunulógin er
ógreið í tílíkum føri. Hann
vísir á, at sagt verður í lóg-
ini, at fær ein treytaleysan
dóm í fýra mánaðir, missir
ein valbæri. Hinvegin
stendur eisini, at býráðið
skal taka stóðu til tað. Og
tað fer býráðið so at gera í
kvold.
Sjálvur
hevur Ísak
Býráðið kundi hugsa
sær fleiri tiltøk í
svimjihøllini so fleiri
fara at svimja, og hevur
býráðið tí vent sær til
svimjifelagið Ægir um at
taka sær av at reka
høllina
Mikladal biðið um
farðloyvi í óásetta tíð.
Næsti maður á Fólka-
flokslistanum er Jørgin
Ellingsgaard.
tór.-
Dagheimið á Berjabrekku:
Nú kann ar-
beiðið byrja
Tá tey bfggifelóg, sum
skulu fara undir bygg-
ingina av dagheiminum á
Berjabrekku, hava undir-
skrivað sáttmálan, kann
arbeiðið byrjað. Lands-
stýrið samtykti, at taka
undir við tilmælinum frá
bygginevndini, og tók týs-
dagin av hesum tilboðum:
Júrð- og kloakk: P/F á
Heygum kr. 944.113.
Múraraarbeiðið:
Guttesen og Staksberg kr.
561.330
Máling og gólválegging:
Halgrím M. Skorðadal kr.
505.000
El: El-Mekanik kr.
927.448
Hita og sanitet: Svend E.
Knudsen kr. 1.006.153
Ventilation: P/F Hógv
kr. 339.000
Samanlagt fyri tilsamans
10,5 milliénir. Framman-
undan varð mett, at kost-
naðurin fyri hesi arbeiði
fór at liggja beint oman
fyri tólv-miHjónir: -----.-
tór.- Her á Berjabrekku skal Dagheimið byggjast
Betong: J. og K. Peters-
en: kr. 1.443.166
Timbur: P/F Karsten A.
Joensen kr. 3.232.832
Snikkaraarbeiðið:
Snikkaravirkið i Grønland:
kr. 1.514.780.
eve