Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 — 7. november 1991 — Sera væleydnað 7 venjaraskeið Ikki færri enn 53 venjarar úr 16 felógum vóru um vikuskiftið við á venjaraskeiði í Havn, sum útbúgvingardeild FSF's skipaði fyri í B36-hús- inum og á ovara vølli í Gundadali Síðani teir báðir DBU- menninir Max Rasmussen og Knud Aage Nielsen í apríl 1984 fyri fyrstu ferð vóru í Føroyum og hildu skeið fyri føroyskum fót- bóltsvenjarum, hava teir lært ikki so lítið frá sær. Og ei undur í — skeiðið um vikuskiftið var tað 60. í rødini, ið vónandi langt frá er tað síðsta frá teirra hond. Hesaferð var talan um tann tekniska A-partin og tann taktiska E-partin, so av tí sama gekk skeiðið fyri seg uttandura megin- partin av tíðini. Skeiðið var hildið í tí nýggja B36-húsinum og á ovara vglli í Gundadali., og bæði leiðarar og luttak- arar lótu væl at umstødun- um har. Tað, sum serliga er vert at leggja til merkis, er at við á skeiðnum vóru bæði venjarar, ið fáast við teir yngstu, og venjarar, ið venja tey vaksnu liðini, so breiddin vantaði ikki. „Hetta er eisini sera væl í tráð við endamálið hjá útbúgvingardeild FSF's, ið má vera at geva feløgun- um møguleika at senda bæði piltavenjararnar og 1. deildarvenjararnar á hesi skeiðini,< sigur Jákup Si- monsen frá FSF. >Vit eru eisini sera væl- nøgdir við undirtøkuna á skeiðnum, sum ikki minst prógvar, at feløgini kanska meira enn nakrantíð taka venjarauppgávuna í fullum álvara.< Næsta skeiðið, ið FSF fer at hava fyri fótbólts- venjarar, verður fyri teir, ið frammanundan hava tíkið grundskeiðini. hj. Fundast um AIDS á Glyvrum Longu áðrenn sjúkan AIDS var serliga kend í Føroyum, og enn ikki var staðfest her, hevði Kongs- havnar Kvinnufelag í 1985 ein almennan fund um hesa herviligu sjúku, sum kring heimin longu hevur kostað túsundtals manna- lív. Eisini í Føroyum hevur sjúkan kravt mannalív Og nú, seks ár eftir tann fyrsta AIDS-fundin, skipar Kongshavnar Kvinnufelag komandi mikukvøld kl. 20 fyri tí næsta fundinum sum snýr seg um AIDS. Fyrilestur og kjak Við á fundinum, sum verður í húsum felagsins á Glyvrum, verður sjúkra- sysurin Anna Samuelsen, sum hevur nomið sær ser- útbúgving innan AIDS- sjúkraviðgerð. Hon fer at hava fyrilest- ur, og annars verður lagt upp til kjak við møguleika fyri at seta fram spurning- ar, ið hava samband við AIDS á einhvønn hátt. Fyrireikararnir siga í tíð- indaskrivi, at teir vóna, at uppmøtingin verður góð, og at fólk í øllum aldurs- bólkum koma á fund. Ser- stakliga verður tó vónað, Kongshavnar Kvinnu- felag vónar, at fólk úr øllum aldursbólkum koma á AIDS-fundin í húsum felagsins kom- andi mikukvøld, og serstakliga verður vón- að, at skúlaungdómur- in gevur fundinum ans Modellmynd: All Over at skúlaungdómurin gevur fundinum ans. Kaffi, te og køkur vera at fáa, og stigtakararnir miðja ímóti at fáa ein Í løtuni er stødan í Føroyum viðvíkjandi AIDS tann, at lands- læknin pr. 1. julí í ár veit um, at triggir før- oyingar hava sjúkuna i útbroti, og at tiggju føroyingar eru HIV- positivir — t.v.s. eru smittaðir við HIV- Virus. Talan er um føroy- ingar, ið eru búsitandi i Føroyum. Sjukan stendst av einum virusi, sum frå einum fólki til annað smittar við blóði, sáði og sevju frá móður- skeiðini, og hevur hon við sær, at verjuskipan likamsins verður oyði- løgd, so tey sjúku ger- ast sera viðkvom, tá talan er um eitt nú in- fluensu, krímsjúkur og annars tær bakteriur, sum finnast i umhvørv- inum. Fyrstu skrásettu til- burðirnir av AIDS vórðu staðfestir síðst í Try hava AIDS góðan fund mikukvøldid, so evnið kann verða lýst frá so nógvum síðum sum gjørligt. hj. 70'unum, og i dag hava eitt nú yvir 800 fólk i Danmark sjúkuna Nógv hevur verið kannað í sambandi við sjúkuna, og nú er komandi at nógv stórri og betri vitan um sjúk- una, hóast enn eingin veruligur heilivágur finst, ið kann geva fullan heilsubót. Tað síðsta nýggja er tó, at læknar á donskum sjúkrahúsi eru komnir rættiliga langt vid einari vaksinu, sum helst kann forða HIV-virus í at menna seg, og harvið forða AIDS í at koma í útbrot hjá smittaðum fólki. Nakað av tíð má tó ganga, áðrenn vaksinan er so mikið langt kom- in, at hon fer at verða brúkt av læknum sum ein roynd at geva heilsubót. hj.