Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 John Petersen, reiðari, viðhald í Landsrættinum Loysti seg at híða eftir verri tíðum Hinir partaeigararnir gingu við til at gjalda partapeningin, ið John Petersen ikki hevði goldið, og ti kann hann ikki krevjast eftir teimum nú, segði Landsrætturin Í [UR RÆTTINUM »Bida ikki eftir betri tid- um«. Soleidis yrkir tyski sangarin Wolf Biermann eina stadni. Ella kanska var tað Berthold Brecht, - ið hvussu er var tað eitt skilafólk. John Petersen í Skopun hevði skotið eitt mál inn fyri Landsrættin, tí dóm- urin í Føroya Rætti gekk honum ímóti. Nú hevur Landsrætturin gjørt greitt, at tað vidhvørt loysir seg at bíða eftir verri tidum. Ikki alt goldið John Petersen stovnaði saman við fimm brødrum partafelagið á »Kletti«, sum í 1983 ognaði sær fyrrverandi »Juvel« av Oyri, ið fekk navnið >Fríðborg< eins og undan- farna skipid hjå P/f Klett- ur. Núverandi landsstyris- madurin setti seg fyri 135.000 krénum i parta- peningi. Men eins litid og nakar av hinum rindadi hann allan sin partapening; hann rindadi 50.000 krón- ur, hóast partafelagslógin greitt Sigur, at allur parta- peningur skal vera inn- goldin í seinasta lagi eitt ár eftir at felagið er stovnað. John Petersen var settur sum stjóri í felagnum. Í rættinum kom fram, at raksturin gekk illa og at John Petersen vildi broyta býtislutfallið millum skip Tvangsauktion overopdrætsanlæg Torsdag den 12. december 1991 kl. 10.00 afholdes pá fogedrettens kontor C. Ployensgota 1, Tórshavn, efter begær- ing af advokat Ólavur Jákup Kristoffer- sen, Fr. Petersensgøta 9, 100 Torshavn, telefon 1.1145 på vegne en pant- og ud- lægshaver, tvangsauktion over op- drætsanlæg, tilhørende P/F Osåbakki, Torshavn, der kan identificeres således: 1) 5 stk. ringe med tilbehør mrk. 2) 2 stk. ringe med tilbehør mrk. I til 5. Gtil 7 3) 7 stk. ringe med tilbehør mrk. 8 til 14. 4) 4 stk. ringe med tilbehør mrk. 15 til 18. 5) 1 stk. fodringsanlæg. 6) Fisk i ringene mrk. 1 til 18. Nærmere oplysninger om auktionsgene- standene og auktionsvilkårene kan fås ved henvendelse til ovennævnte advo- kat. Færøernes Fogedret, den 04.11.91 Ole G. Olesen dfm. og manning til frama fyri skipið. Tað vildu hinir ikki. Tá skipið ikki megn- aði at svara sínar skyldur mótvegis fisakríbankank- anum, skjeyt John Petersen upp, at báturin var koyrdur á húsagang. Avgerandi fundur - Høvdu teir havt lurtað eftir mær tå, so hvødu teir sloppið undan at mist fleiri milliónir, segði John Peter- sen í Landsrættinum. Tað vildu hinir heldur ikki, og John Petersen vildi sleppa burturúr, men beyð sær til at vera reiðari til felagið hevði funnið ein avloysara. 15. juli var dag- urin, alt málið snúði seg um. Tá var fundur í Skála- vík um hetta evnið. John Petersen greiddi frá, at hann vildi burturúr og eis- ini vera púra leysur av øllum skyldum. Fekk hann 20.000 krónur fyri tær 50.000, hann hevði goldið, so var tað í lagi, tí so illa, sum felagið gekk, vóru tær valla meira verdar. Hvat við restini? Men hvat við teimum 84.000 krónunum, sum hann ongantíð hevði gold- ið? Treytin fyri, at hann slapp undan teimum er sambært lógini, at nevndin gongur við til tað. John Petersen segði, at tað lá í 15. juli-fundinum, at hinir partaeigararnir skuldu taka gjaldingina av teimum 84.000 krónunum upp á seg; kravið, sum nú kom, var nakað núverandi stjór- in hevdi sett sær fyri av sínum eintingum, tí Sjó- vinnubankin hevði kravt allan partapeningin inn- goldnan. Núverandi stjórin í fel- agnum Janus í Gong segði, at hevði hann teknad seg fyri tær, mátti hann eisini gjalda; advokatur felagsins legði í hesum viðfangi dent á, at tað var ikki - sum lógin krevur - greitt gjørt vart við, at hann skuldi vera leysur av teim- um, hóast John Petersen sjálvur hevði ført gerða- bókina. Tók undir við JP Landsrætturin tók kortini undir við John Petersen og advokati hansara. Lands- rætturin segði, at tað mátti roknast fyri vist, at málið um restupphæddina av partapeninginum ikki hevði verið til umrødu á fundinum 15. juli 1988; sostatt var tað ikki gjørt >greitt og ómisskiljandi< vart hetta, sum lógin krevur. tiansheldur ført í gerðabókina. Hinvegin helst Landsrætturin - eins og John Petersen - at tað var høpisleyst um so var, at John Petersen hevði selt og avhendað øll síni partabrøv og harvið sagt alla ávirkan frá sær, um hann framvegis skuldi hanga upp á 64.000 krón- ur. Partarnir samdust um at semjast á hesum grundar- lagi. T.v.s., at John Peter- sen hevur krav upp á tær 20.000 krónurnar fyri tær 50.000 krónurnar hann rindaði. Hansara partapen- ingur í >Fríðborg<-parta- felagnum hevur sostatt verið netto 30.000 krónur. Eitt sigð John Petersen, ið var reiðari frå oktober 1983 til 7. juli 1989, skuldi sam- bært avtalu hava 60.000 krénur årliga f løn sum reidari; samtalt omanfyri 300.000 krénur. I rættinum kom fram, at síðsta út- gjaldingin, reiðarin rindaði til sín sjålvs - 120.000 krónur - var 29. juni ella sama dag, sum fyrirciki- ngin av tvingsilssølu av >Fríðborg< var fyri í fúta- rættinum. ówh Tad rætta parkett- 3 gólvið | finnur tú hjá okkum Flúgger máling Tórshavn, Klaksvík, Leirvík og Sørvågur Nr. 207 — 7. november 1991 SS Landsrætturin: - Eg finni onga søk hjå hesum manni. Nevndarlimirnir eru gingnir við til, at hann skuldi verða fult og heilt leysur av felagnum; annars var stigið hjá John Petersen meiningsleyst Hvar eru partabrevini? Partarnir í >Fríðborg<-málinum gingu undir at semjast, sum Landsrætturin mælti til. Hinvegin var eingin semja um eitt mál, ið ongan rætt- arligan týdning hevði í hesum viðfangi: hvar eru parta- brøvini, ið John Petersen átti? John Petersen segði undir avhoyringini, at "hann meinti", at hann hevði latið tey inn, og seinni segði hann, at hann hevði kvittan fyri, at hann hevði latið øll skjól inn til Advokatskrivstovuna, har allur stakkurin var vordin gjøgnumbladadur. Ola Jåkup Kristoffersen, advokatur, uppysti, at har eru tey ikki. John Petersen og núverandi stjórin Janus i Gong høvdu hvør í sínum lagi hug til at kasta hvørjum ødrum fyri tað, um so var at partabrøvini ikki vóru til... I dag kann tað gera tað sama, hvør liggur inni við partabrøvum í P7f Klettur við navninum John Petersen. Sambært nidurstøduni hjá Landsrættinum hevur John Petersen ikki átt tey síðani 15. juli 1988, og eru tey ikki til, verða tey tinglisin sum deyð at vera. ówh FOLKAFYLKING móti EF Almennur fyrireikingarfundur at endur- stovna fólkafylkingina móti EEC verður á Landsbókasavninum leygardagin 9. nov. kl. 14.00. Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Steingrím Weihe, Ólavur Waag Høgnesen, Hallstein Sigurðsson, Luitjen Apol, Sigmundur Ísfeld, Peturbjørg Joensen, Marna Jacobsen, Janus Kamban, Rói Patursson og Heri Kragesteen