hósdagur 7. november 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
spa
Til minnis um
Tummas Hansen
* 15.1.1900
Hósdagin 24. oktober
andadist Tammas Han-
sen, vanliga nevndur
Tummas í Túni, eftir
eitt langt lív. Tey
mundu heldur ikki vera
so fá, ið nevndu hann
Tummas hjá Biritu.
Tummas var borin í
heim 15. januar 1900,
og um barnaárini ann-
ars er at siga, at hann
longu sum fimm ára
gamal misti mammuna.
Tá fór hann til Kristian
mammubeiggjan og
Stinu gummuna at
vera, og har vaks hann
so upp.
Sum aðrir dreingir,
fór Tummas til skips
sum ungur. 16 ára gam-
al var hann fyrsta túrin
við Lala Roc, sum
Andrias í Túni, beiggi
hansara førdi, bert 24
ára gamal.
Arið eftir fór Tumm-
as við Bresti, sum
Andrias í Túni førdi tá.
Hendan túrin vóru
teir staddir úti á bank-
anum í hvítusunnuvik-
uni, hetta var í juni. Tá
vórðu teir niðurskotnir
av einum týskum kav-
báti.
Undan túrinum vóru
fýra mans farnir av, so
teir vóru 12 eftir. Hetta
skuldi eisini vísa seg at
vera bjarging teirra í 6-
happinum, tí bert ein
bátur var við, sum teir
kundu fara í. Tá teir
allir 12 vóru komnir í
bátin, sum var eitt fýra-
mannafar, fleyt hann
um rimina, so høvdu
teir fýra ikki verið farn-
ir av áðrenn, vórðu
ikki allir bjargaðir ta
ferðina.
Sjómaður var Tumm-
as fram til 1946, og eft-
—m—a—A—aTTL—TTTT—T————————
(Tummas
í Túni)
t 24.10.1991
ir tað fór hann at arb-
eiða hjá D. P. Hgj-
gaard, har hann var í
mong ár.
Konu fann Tummas
sær á Glyvrum. Hann
giftist grundlógardag í
1923 við við Biritu Ja-
cobsen, ið var dóttir
Hans á Langanesi, og
fingu tey átta børn
saman. Sjey av teimum
eru á lívi í dag.
Fyri okkum systkini
vóru tey góð foreldur,
og tað sama kann sig-
ast, nú Tummas hesi
seinnu árini ofta
vitjaði, og var hann
altíð so góður við øll
abba- og lang-
abbabørnini, sum hann
var púra burturi i.
Bædi heima og å arb-
eidsplåssinum røkti
hann altíð bæði væl og
virdiliga sinar skyldur,
og einki hann fér undir
var hålvgjørt. Hann var
heilur, har hann var, og
ålitismadur sum fåur.
Hesi seinnu årini var
hann ofta å bingo, har
honum dåmdi so væl at
hitta fólk, og eisini var
hann saman við øðrum
pensionistum í pen-
sionistafelagnum inni í
Heiðum. Við teimum
var hann eisini á onkr-
ari uttanlandsferð, sum
hann var sera glaður
fyri.
Líka til tað síðsta var
hann eisini sera birgur,
og kom allastaðni, hó-
ast hann kanska ikki
var so væl gongdur.
Vit fara at goyma
mong góð minni um
pápa okkara, sum var
so nógv fyri okkum.
Friður veri við minni
hansara.
H.
Nr. 207 — 7. november 1991
4
N raslikisvøllurin í Gundadali eitt sindur seinkaður:
Spreingiarheiðið
verður hjóðað ut
Tad vísir seg, at lendid er so mikið nógv djúpri, enn roknað varð
við frammanundan, at nú má finnast grót at brúka undir nýggja
graslikisvøllin, tí ikki er nóg mikið við tí, sum kemur frá út-
grevstrinum til nýggja stadionið við grasvølli, sum skal gerast
Arbeiðið at gera nýggjan
niðara vøll við graslíki á
stadiongkinum i
Gundadali í Havn hevur
higartil gingið hampuliga
væl, umenn tað er nakað
seinkað.
Fyrsta, ið gerast skuldi,
var at fáa grivið moldina
omanav, so finnast kundi
útav, hvussu nógv grót
skuldi brúkast at fylla
undir komandi niðara
graslikisvøllin.
Lendið nógv djúpri
Men nú tað arbeiðið er
um at vera komið at enda,
sær út til, at lendið er nógv
djúpri, enn roknað var við
frammanundan, og tí má
fáast fatur á enn meira
grótið at fylla í við.
Ætlanin var upprunaliga,
at grótið skuldi verða tikið
úr tí útgrevstrinum, sum
verður gjørdur longur uppi
í Gundadali, har nýggja
stadionið við grasvølli
skal liggja, men so mikið
krevst, at hildið verður
ikki, at nóg mikið er við tí
grótinum.
Annars hevur arbeiðið
verið eitt sindur seinkað,
men í síðstuni hevur ging-
ið væl, so hóast seinking-
ina verður ikki roknað við,
at samlaða arbeiðið fer at
verða langt við síðuna av
tíðarætlanini.
Spreingingin bodin út
Heðin Mortensen, for-
maður í stadionnevndini,
sigur við Sosialin, at nú er
avgrevsturin at kalla lið-
ugur, og verður spreingi-
arbeiðið nú boðið út.
Ætlanin er, at niðari
graslikisvøllurin skal vera
lidugur til komandi kapp-
ingarår. Sjålvt graslíkið
verður tó ikki lagt á, fyrr-
enn kappingarárið
nærkast, so lendið kann
fáa frið at sjúnkað tað
neyðuga, so vøllurin fær
gott grundarlag, og so at
trupulleikar av ti íkki
skulu gera, at okkurt
kanska má verða gjørt
afturumaftur, tá sjálvt
graslíkið er lagt á, sum
dómi hava verið um onkra
aðrastaðni.
hj.
Arbeiðið at grava mold
omanav, so síggjast
kundi, hvussu djúpt
lendið undir niðara
vølli í Gundadali var,
er nú um at vera lið-
ugt, hóast tað hevur
verið eitt sindur seink-
að og nú verður so
spreingiarbeiðið boðið
út. Mynd: Kalmar