hósdagur 7. november 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 207 — 7. november 1991
Sova nú Í
venjirumi
Nú øll eru flutt út av ovaru
hæddini á Norðoya Røktar-
heimi, noyðast ellivu gomul at
7 .
sova í venjingarrúmunum hjá
røktarheiminum.
Tað var
frægasta loysnin, sigur Andrea
Løwe
Jacobsen,
fyristóðu-
kvinna. Hon harmast um, at
róktarheimið ikki í bræði kann
taka imdoti fólki til umlætt-
ingar
Tá stýrið fyri Norðoya
Røktarheim í hinari vikuni
fekk at vita, at starvsfólk á
røktarheiminum vórðu
sjúkrameldað, var eingin
sum ivaðist: Neyðugt var at
flyta øll av ovastu hæddini.
Øll eru sannførd um, at
starvsfólkini blivu sjúk or-
sakad av lekum, sum hava
verið úr takinum. Starvs-
fólkini fingu andaneyð, út-
brot, trega í eygu og svølg,
vórðu trong og fingu ilt fyri
bringuna. Fimm fólk vórðu
sjúkrameldað ein dag, og
við at halda seg burtur frá
arbeiðsplássinum, blivu tey
frísk aftur. Tey gomlu hava
í seinastuni ikki havt hesar
tregar, tí uppihaldsstovan á
ovaru deildini hevur verið
stongd í seinastuni, og tey
hava hildið seg inni á kam-
ari sínum.
Men nú helt leiðslan tað
ikki vera ráðiligt longur at
brúkaovaru hæddina, og trý
av teimum gomlu vórðu so
flutt niður á hina hæddina,
har tvey nú búgva á
hvørjum kamari. Summi
noyðast tó at vera einsamøll
ákamarinum.
Ikki eru kømur til øll 31
fólkini, sum eru á rgktar-
heiminum. Leiðslan tosaði
aftur og fram um, hvagar
hini skulduflytast, og tey
unnu fram til, at frægasta
loysnin varð at nýta ven-
jingarrúmini hjá røktar-
heiminum á stovuhæddini
til tey ellivu. Har eru tvey
rúm. Seks mans sova í
ødrum rúminum, og fimm
konur í hinum. Rúmini eru
stór, so tað gongur, men tað
minnir mest um gamlar
røktardeildir, sigur Andrea
Løwe Jacobsen.
Óarbelðsligt
Tey gomu fáa ta røkt, tey
skulu hava, men viðurskift-
ini eru ikki góð. Tað gongur
tó, tí starvsfólkini hava
verið stak smidlig. Tað er
blivið nógv strævnari hjá
teimum, tí alla tíðina mugu
tey renna tvær hæddir upp
eftir tingum hjá teimum
gomlu, eftir heilivági og
ødrum, sigur Andrea.
Ein sera kedilig avleiding
er, at røktarheimid nú ikki
kann taka ímóti gomlum til
umlættingar. Tvey skuldu
him, beint sum tey lótu
ovaru hæddina aftur. Tá
skuldi ein koma inn, men
fekk o at vita, at hann ikki
kundi koma. Tvey eru í
løtuni til umlættingar. Tá
tey hgava verið seks vikur
til umlætting, koma ikki
nýggj inn. hetta kemur sera
illa við hjá nógvum. Ikki
bara hjá teimum avvarð-
andi, men eisini gomul fólk,
kenna tað sum lætta, at
teimum vånaligastu
Heimasjúkrasystrarnar hava fingið nógv meira at gera, nú fólk
liggja styttri tíð á sjúkrahúsi. Eingir pengar eru eftir, øll kunnu ti
ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar, sigur Brynhild Danielsen, leiðari
á Heilsu- og Heimasjiikrasystraskipanini
Tá sjúkrahúsunum varð
álagt at spara, varð beinan-
vegin sagt, at hetta fór at ø-
kið um arbeiðstrýstið á pri-
meru heilsutænastuna,
t.v.s. kommunulæknar og
heiasjúkrargktina.
Sparingin á sjúkrahús-
unum merkist meira enn so,
siga kommunulæknar og
heimasjúkraystrar.
Nógv fólk, sum í góðu
tíðunum, vórðu løgd inn á
sjúkrahús, liggja nú heima,
og tað er eisini torfgrari hjá
kommunulæknunum at fáa
sjúklingar lagdar inn, tí
sengurnar á sjúkrahúsinum
eru avmarkaðar.
Heimasjúkrasystrarnar
síggja mest úl avleiðing-
arnar av sparingini á sjúkra-
Vánaligari
tiggja heima
- Arbeiðstrýstið hjá okkum
vaks, tá sjúkrahúsini skuldu
spara. Talið av sjúklingum
er tað sama sum áður, men
fólkini sum eru sjík heima,
eru ússaligari, og tey mugu
tí hava fleiri vitjanir. Tað er
fyri størsta partin fólk, sum
hava ligið á sjúkrahúsi,
sigur Brynhild Danielsen,
leiðari á Heima-
sjúkrasystraskipanini. Tað
kemur m.a. av, at fólk verða
send heim beinanvegin eftir
viðgerð á sjúkrahúsi.
Heimasjúkrasystrarnar
siga, at fleiri teirra, sum
liggja heima, eru sjúkari nú.
Trý út av fýra, sum fáa
vitjan, eru eldir fólk, og
soleiðis hevur altí verið,
men tey eru vánaligari. Tað
vil siga, at tey, sum frægari
eru, ikki fáa so nógva vitjan
av heimasjúkrasystir.
Fyri at lætta um trýstið
hava heimasjúkrasystrar-
nar roynt at lært fólkini,
sum eru so fræg, sjálv at
skifta forbindingar. Men
tað er ikki so lætt, tí nógv
teirra eru gomul fólk.
Sum nevnt høvdu fleiri av
teimum vånaligu gomlu lig-
ið á sjúkrahúsi, um um-
stødurnar vóru sum áður.
Ein partur av teimum, sum
fær vitjan av heimasjúkra-
systir er yngri fólk við
ólekiligari sjúku. Summi av
hesum yngru sjúku hava
kanska valt at vera heima,
og tað hevdii borið til, um
heimasjúkrargktin kundi
bjóðað teimum meira hjálp.
teirra avvardandi verða
avlastað.
Eitt av búfólkunum er
farið heim til skyldfólk at
búgva nú eina tíð. Tað eru
ikki onnur, sum kunnu velja
tann møguleikan, tí tey
flestu eru so vánalig, at tey
mugu vera á røktarheimi,
sigur Andrea.
Nú verður kannað, hvat
bagir húsinum, hvat skal
gerast, og hvat umvælingin
er at kosta. Tveir mánaðir
fara í hvussu er at ganga við
at umvæla, sigur Andrea
Løwe Jacobsen.
randi
Eingin býr nú á ovastu
hæddini á Norðoya
Røktarheimi. Tey, sum
ikki kundu flyta inn í
kømur saman við gørum
á niðaru hæddini, sova í
venjingarrúmunum í
stovuhæddini
Tað er ofta neyðugt at fara
men eftir réttum eiga
heimasjúkrasystrarnar ikki
at fara út um kveldið, tí tað
finst eingin samdøgurs-
skipan. Tað verður sjálv-
andi gjørt kortini, tí heima-
sjúkrasystrarnar fara ikki at
leta eyguni aftur. Tær
búgva í somu bygd og
kenna tørvin.
Heimasjúrkasystarnar
hava fingið sv nógv meira at
gera, at játtanin fyri langari
tíð síðan er brúkt fyri í ár.
Hetta hevur landsstýrið
fingið atv ita, at søkt er um
eykajáttan upp á fýra mió.
krónur. Tað sama hendi í
fjór, sigur Brynhild Dan-
ielsen.
Hon sigur, at teirra stovn-
ur hevur roynt at spara, har
sparast kann. Heimasjúkra-
systrarnar mugu eisini til at
prioritera sítt arbeiði. Tað
hevur við sær, at meira
verður latið yvir til heima-
hjálpina, meira enn gott er.
Heimahjálpirnar mugu
átaka sær meira rgkt og
hava tí ikki so nógva tíð til
tað húsleiga, til at fara til
ahndils 0.s.v.
Bara í arbelðstíðini
- Skulu vit næsta ár klára
okkum við somu upphædd,
sum nú verður játtað, verða
til hesi sjúku um kveldið, — vitnoyddaratsiga,ateingin
heimasjúkrasystir = kann
fara út á vitjan eftir vanliga
arbeiðstíð. Tað vil aftur
siga, at tey vánaligastu
verða slept upp á fjall, sigur
Brynhild Danielsen.
Heilsu- og Heimasjúkra-
systraskipanin hevur eisini
fíggjarligar truplleikar
viðvíkjandi heilsusystru-
num.Eingir avloysarar yrða
settir vegna sjúku og
barnsburðarfarloyvi við tí
úrsliti, at eitt øki í landinum
ikki hevur havt vitjan av
heilsusystir í 10 mánaðir.
Brynhild Danielsen
hevur ilt við at fáa eyga á,
hvussu heimasjúkrasystrar
og heilsusystrar kunnu gera
arbeiðið bíligari. Játtanin er
11,5 mió, og vit mugu hava
fýra aftrat. Í miðal fáa 500
fólk heimasjúkrasystra á
vitjan í senn. 900 er
burðartalið í løtuni, og tey
børnini skulu heilsusystr-
arnar vitja. Haraftat kemur
arbeiðið hjá skúlassjúkra-
systrunum.
- Tað sær ikki gott út hjá
okkum. Og so kann eg ikki
lata verða vi at argast um,
hvat pengar annars verða
brúktir til. Okkara arbeiðið
snýr seg hóast alt um
menniskju.
randi