Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 207 — 7. november 1991 Arbeiðsfólkið skal altíð vita hvussu til stendur á virkinum. Hevur virkið ein góðan dag, skal fólki eisini fáa eitt HERÐAKLAPP Tess meira arbeiðsfólkið verður kunnað um arbeiðið og úrtókuna á virkinum, tess minni brúk er fyri eftirliti, heldur stjórin á Tvøroyrar Flakavirki, Egil Olsen. Tað fyrsta arbeiðsfólkið á Tvøroyrar Flakavirki fær eygað á tá tey koma til arbeiðis er eina hvíta talvu, sum hongur á bróstinum uttan fyri skiftirúmi. Ein dagin í síðstu viku stóð á talvuni: Skiftisavlopið 2,40 - SERA GOTT!!! -Jú sjálvandi skulu fólkini, sum her arbeiði, alla tíðina verða kunnað um hvussu gongst á virkinum og hvussu tað munar, um hver ger sítt besta. Úrslitið kann mátast í krónum og oyrum, skiftisavlop kallað, og hetta verður kunngjørt hvønn dag. At geva fólki eitt herðaklapp fyri gott arbeiði skal ein aldri vera bangin fyri at gera, sigur Egil Olsen, sum stendur á odda fyri ungu leiðsluni á Tvøroyrar Flakavirki. -Tiverri er fiskaarbeidi enn alt ov litid virdismett, og tað royna vit at gera nakað við. At greiða fólk- inum frá hvussu gongur hevur nógv at siga, og somuleiðis at skipa fyri ymiskum skeiðum fyri arbeiðsfólkið. Tað hevur verið gjørt alt ov lítið av, men vit hava ávísar ætlan- ir, heldur Egii Olsen fyri og leggur aftrat, at ærlig kunning er besta vápnið móti slatri og sleygi. Hann sigur seg eisini vera sann- førdan um, at tess betur ein leiðsla kunnar arbeiðs- fólkið, tess minni er brúk fyri eftirliti á virkinum. Egnu trolararnir eru álitið hjá virkinum Eftir at sáttmálin við Euro-Fisk varð uppsagdur til 1. juni á ár, hevur Egil Olsen verið stjóri á virkinum. Virkið hevur teir fýra mánaðirnar frá juni til september tikið ímóti 2610 tonsum. Næstan helming- urin er kongafiskur, ein triðingur upsi, og eini tíggju prosent svartkalvi. Av hesum stívliga 2600 tonsnum eru tveir tridingar komnir frá djúphavstrolar- unum. Restin frá partrol- arum, útróðrarbátum og ídnaðarskipum. Frá trol- arunum, sum eru knyttir at virkinum, hevur virkið fingið næstan 80% av øllum, sum komið er á land. Tað eru serliga Rankin og Oyrnafjall, sum eru álitið. Egil Olsen roknar við, at virkið fer í ár at taka ímóti umleið 6.000 tonsum til- samans. Tá er nøgdin, Euro-Fisk tók í móti í vár, íroknað. Hetta er ikki meira enn stívliga hel- mingurin av tí, virkið tók ímóti fyri sjey árum síðani. Men eitt er nøgd - annað er hvat fæst burturúr, heldur Egil Olsen fyri. Í dag ræður um, sum ongantíð fyrr, at fáa so nógv burtur úr hvørjum tonsi, sum kemur upp á land, sum gjørligt. Hann heldur, at effektiviteturin á fóroysku flakavirkjunum er í dag nógv betri enn fyri bert heilt fáum árum síðani. Fesk fløk Eisini Tvgroyrar Flaka- virki hevur sítt avgjørda stevnumið. Hetta er eitt matvøruvirki, sum skal framleiða bestu dygd úr feskum fiski, og vit eiga at“ nýta teir fyrimunir vit hava. Millum annað, at vit liggja síðst á leiðini hjá farmaskipunum úr Føroy- um. Soleiðis leggja vit eisini framleiðsluna til rættis, so fiskurin, sum verður avskipaður,er so feskur sum gjørligt. -Eg havi alla virding fyri teimum royndum eitt nú Bacalao ger við at góðska fiskavørur. Harvið er ikki Vist, at vit eisini eiga at gera tað sama. Føroysku flakavirkini eiga, sum eitt aðalmál, at framleiða ta vøru, tey halda seg vera best til, og spesialisera seg til tad, sigur Egil Olsen sum heldur tad vera heilt burturvid, at hvørt einskakt virki fer at viðgera gll sløg av fiski. Gott samstarv við Hvalba Samstarv skal helst merkja fyrimunir fyri allar partar, sum eru í samstarv- inum. Eina tílíka loysn hava flakavirkini í Hvalba og á Tvgroyri funnið í samband við slógvið. Fyrr er alt slógvið frá flakavirkinum í Hvalba farið vestur á Eið. Tað fer tað ikki longur. Nú tekur Tvøroyrar Flakavirki ímóti tíð, og melur og frystur-tað Á