týsdagur 1. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 63 - 1. apríl 2003
Nr. 63 - 1. apríl 2003
21
Í dag eru 40 ár, síðani
tógvbúðin, Búnin, læt
upp í handilshølun-
um hjá Hákuni Lüt-
zen úti í Klaksvík. Tá
posthúsið, apotekið
og handilslívið sum
heild fluttu longur
heim í býin, flutti
Amalia við. Øll árini
hevur handilin bú-
leikast á vestursíðuni,
til fyri góðum ári
síðani, tá Búnin flutti
yvirum í Nólsoyar
Pállsgøtu
MERKISDAGUR
Rúna Sivertsen
Amalia var blaðung, tá hon
lærdi seg at binda á
maskinuni hjá mammu
sínari. Tá hon giftist, og
sum flestu konur tá, gjørd-
ist heimagangandi, fór hon
at binda á maskinu fyri
fólk.
Tá var tað soleiðis, at
flestu
matvøruhandlar
seldu tógv eisini. Útboðið
av tógvi sløddist tí um alla
bygdina, og Amalia sá
skjótt, at tørvur var á einum
handli í Klaksvík, sum bara
seldi tógv.
Hon fór tí at leita sær
eftir høli at handla í og fekk
handilshølið hjá Hákuni
Lützen til leigu. Síðani
bílegði hon sær eina rúgvu
at tógvi og bant niðurfyri,
so hon hevði nakað at bjóða
viðskiftafólkunum,
tá
handilin skuldi lata upp.
Tá Amalia bar upp á mál,
hvat handilin skuldi eita,
var beiggi hennara, Páll
Rólant, skjótur at svara og
segði, at handilin skuldi
eita Búnin.
Klaksvíksgarðurin
Tá í tíðini var rættiligt lív í
úti í Klaksvíksgarðinum.
Umframt teir handlar, sum
enn búleikast har, vóru
posthús og apotek á garð-
inum. Eisini vóru handilin
hjá Jens Clæmunti og tann
hjá Johan Eliasi, majaríið
og blómuhandilin hjá Hans
Lutzen, oljusølan hjá Jákup
Fredrikki og ikki at gloyma
kajkioskin.
Ferjan sigldi um vánna,
so stengafrensar høvdu
skjótari til posthús og
apotek. Eitt skifti koyrdi
eisini bussur um buktina,
so tað var lagað manni at
fara til handils, hóast tú
búði á "skeivari síðu".
Og skuldi Amalia sjálv til
handils
stengamegin
-
kanska fyri at keypa sær ein
nýggjan hatt frá Siggu á
Stongunum - ja, so var bara
at taka eitt 25-oyra úr
peningakassanum og hoppa
umborð á ferjuna.
Flutti heimeftir
Fyrstu tíðina hevði Búnin
bert opið millum klokkan
tvey og seks seinnapartin.
Men skjótt gjørdist neyðugt
hjá Amaliu at hava opið
allan dagin, og tá fekk hon
sær eisini eina hjálp í hand-
ilin aftrat sær.
Stutt eftir, at Búnin hevði
lætið upp, fluttu posthúsið
og apotekið heim í býin. Tá
gjørdist sera ólagaligt hjá
Búnanum, tí tey høvdu
nógv brúk fyri posthús-
inum, orsaka av, at nógv
tógv varð sent út á bygd-
irnar.
Tá var heldur ikki van-
ligt, at hvør maður hevði
bil. Tað kundi tí blíva ein
størri útreiðsla at leiga
hýruvogn, og langt er at
ganga heilt av Stoks-
oyravegi heim í Vág.
Tí gjørdist einki annað
hjá Amaliu enn at leita sær
eftir høli nærri posthúsin-
um. Hon var heppin og
fekk handilshølið til leigu,
sum tá var í niðastu hædd
hjá Føroya Banka.
Har kom sjálvsagt nógv
fólk, tí umframt bankan,
húsaðust bæði sjúkrakassin
og kommunulæknin har.
Amalia sigur, at hvørt
staðið hevur havt sínar
fyrimunir, og henni hevur
dámt væl í øllum fýra
støðunum, handilin hesi 40
árini hevur havt pláss.
Alt hevur verið gott
Barnaárini vaks Amalia
upp úti í Svínoy, men tá hon
var 12 ára gomul, fluttu
foreldur hennara, Josefina
og Símun Poulsen, til
Klaksvíkar at búgva.
Í 1951 giftist hon Magn-
usi Hansen úr Mikladali og
fingu tey dóttrina, Josefinu.
Amalia, sum nú er 76 ára
gomul, er enn frísk og
ferðug, og hon ætlar sær
ikki at leggja heilt frá sær
enn. Men, sum hon tekur
til, fer hon helst at seta
ferðina nakað niður nú.
Hon sigur, at árini, hon
hevur handlað, hava verið
serstakliga góð. Øll, sum
hon hevur samskift við,
bæði
viðskiftafólk
og
stovnar, hava verið so stak
beinasom.
- Tú, minst til at takka
øllum, sum eg havi arbeitt
saman við; tey hava øll
verið líka einastandandi
fitt, sigur Amalia - og rættir
fram ein pakka av bróst-
sukri
úr
krukkuni
á
diskinum.
Amalia selt tógv í 40 ár
Búnin í Føroya Banka, sum hann sá út mitt í 60’unum. F.v.: Amalia, Jancy og Jutta.
Mynd Ruth Andersen
Handilin, sum fyri 40 árum síðani læt upp úti í Klaksvíkini, húsast nú í Nólsoyar Pállsgøtu.
Úrvalið er stórt sæð tað sama, sum tá. Ullint undirklæði, brølapur og gamasjur ganga enn eins
væl og tá
Mynd: Rúna Sivertsen
Í dag hevur Amalia Hansen selt tógv í 40 ár. Hóast síni 76 ár, er hon enn frísk og ferðug. Lívsgleðin lýsir av henni, og enn sum
áður er hon altíð klár til ein góðan látur
Mynd: Rúna Sivertsen
Nýggir bussar
til Sp/f
Gundurs
Bussar
Sp/f Gundurs Bussar
á Signabø hava fingið
tveir nýggjar Volvo
bussar til farleiðina
millum Havnina,
Kaldbak og Kolla-
fjørð. Annar bussurin
er uppbygdur í Finn-
landi og hin í
Danmark.
BUSSAR
Magnus Gunnarsson
Bussfyritøkan á Signabø,
Sp/f Gundurs Bussar, sum
Gundur Johannesen eigur
og rekur, hevur fingið tveir
nýggjar bussar til farleiðina
millum Havnina, Kaldbak
og Kollafjørð. Tann eini
bussurin er uppbygdur á
Carrus
verksmiðjuni
í
Finnlandi, talan er um ein
52 persóna luksusbuss.
Motorurin er ein 6 syl. 12
litur og 420 hk við inter-
coolara. Hin er uppbygdur
á Aabenraa Karosserifabrik
í Danmark. Hesin bussurin
hevur eisini 52 sitipláss,
motorurin er 6 syl. 12 litur
og 340 hk við intercoolara.
Báðir bussarnir, ið eru 12
m langir, eru sera væl út-
gjørdir, teir hava manuel gir
og eru bygdir upp sum
rutubussar
til
koyring
millum bygdir.
Tveir nýggir bussar til
Gundurs Bussar á Signabø,
f.v. Eyðun Lisberg, sølumaður
hjá VR Bilum, Sigmund
Hansen, bussførari, Gundur
Johannesen frá Gundurs
Bussum og Tórleif Nón
verkførari hjá VR Bilum
C
M
Y
K
21
20
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in