týsdagur 1. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
19
C
M
Y
K
19
18
SAMSKIFTI
Heri á Rógvi
Iridium skipanin virkar á
tann hátt, at ringjast kann
við somu telefon allastaðni
í heiminum umvegis fylgi-
svein til allar aðrar telefon-
ir.
Tað er mest skip, sum
gera sær dælt av hesari
skipanini. Har hvørki NMT
ella UHF røkkur virkar
Iridium.
Talan er um ein fylgi-
sveinatelefonskipan. Eftir
at Iridium fór av knóranum,
varð fyritøkan endurreist
við nýggjum eigarum fyri
tveimum árum síðani.
Føroya Tele er eitt av um-
boðnum fyri Iridium í Før-
oyum.
Magni Olsen, sum starv-
ast deildini fyri Strategi og
virkismenning hjá Føroya
Tele, sigur, at Føroya Tele
metti hetta vera eitt spenn-
andi nýtt øki, og teir eru av
álvara farnir undir at royna
at reka kommersielt virk-
semi eftir eina royndartíð.
Í Afrika
Magni Olsen upplýsir, at
tey í løtuni koyra eitt pilot-
prosjekt í Afrika.
– Vit royna eina avrokn-
ingarskipan á nøkrum skip-
um í Afrika saman við
Iridium, har vit eisini lána
útgerð til skipini, men tey
gjalda fyri ta tíð, tey tosa,
sigur Magni Olsen.
Hesi bæði skipini eru
Doulos í Togo og Anastasis
í Sierra Leona. Hesi bæði
skipini eru skip hjá kristn-
um felagsskapum, sum
sigla nógv runt millum
lond. Dulos hoyrir til sama
reiðarí sum Logos II, ið var
í Føroyum í 2001.
Við Tel-Log, sum av-
rokningarskipanin
hjá
Iridium eitur, kann hvør á
skipinum hava sítt egna
loynital sum frámerki, og
harvið verður lættari at gera
upp, hvør skal gjalda hvat
fyri at ringja.
– Avrokningarskipanin er
nógv betri enn við øðrum
skipanum, og tað er einki
fyri at halda skil á hjá reið-
arínum og manning, sigur
Magni Olsen.
Bíligt
Samanborið við eitt nú
Immarsat er Iridium skip-
anin rættiliga bílig. Sjálvar
telefonirnar eru kostnaðar-
miklar – prísurin liggur um
20.000 kr. Gjaldið fyri
hvønn mánað er 148 kr.
Kostnaðurin fyri at ringja
er 4,50 kr./min til aðrar
Iridium telefonir allar tíðir
á døgninum. Verður ringt til
eina »vanliga« telefon,
skalt tú av 8,43 kr/min.
Samanbera vit hetta við, at
tað eitt nú kostar tólv krón-
ur at ringja til Brasilia úr
Føroyum, so er hetta ikki so
øgiliga nógv. Góðskan er
eins og við øðrum fylgi-
sveinasambondum við eitt
sindur av seinkan.
Iridium bjóðar tvey sløg
av telefonum. Eitt er ein
fartelefon, sum ikki er so
nógv størri enn vanligar
GSM fartelefonir. Hin er
ein telefon at seta fast í ein-
um stað, og hin minnir
nógv um nakrar av teimum
fyrstu NMT telefonum, ið
komu til Føroya fyrst í níti-
árunum.
Skipanin rúmar eisini
dataflutningi og smærri
tekstboðum.
Iridium tænastan hjá Føroya Tele hevur fingið
kundar í Togo og Sierra Leona
Fylgisveinatelefonir rigga
allastaðni – í øllum brotum.
Føroyskar
telefonir
í Afrika