týsdagur 1. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
JÁKUP MØRK
Av mongum verður Klaksvíkin
roknað sum staðið í Føroyum, har
flestu fótbóltstalentini verða
klakt. Verandi flaggskipini í so
máta eru í løtuni Todi Jónsson og
Jákup Mikkelsen, sum báðir hava
verið partur av útlendskum meist-
araheitum, men sum í løtuni tó
hava minni hugaligar tilverur og
beinkinum ella somikið langt úti
sum á áskoðaraplássunum í teirra
feløgum.
Sum so hava úrslitini av mongu
evnaríku leikarunum eisini verið
sjónlig. KÍ er framvegis tað felag-
ið í Føroyum, sum eigur flestu
meistaraheitini, men seinnu árini
hevur tó ein kanska ikki heilt so
hugalig gongd tikið seg upp í fót-
bóltslívinum í Klaksvík. Tað tyk-
ist nevnliga, sum um KÍ onkurs-
vegna hevur fingið støðuna sum
eitt slag klekingardepli. Eitt felag,
sum gaman í alir hópatals evna-
ríkar leikarar, men sum ofta má
lata sær lynd, at fuglarnir flúgva
úr reiðrinum, so skjótt sum hesir
eru nøkunlunda floygdir.
Hetta hevur eisini givið úrslit í,
at Klaksvíkin hevur átt sín stóra
lut í nógvum av fleiri av meistara-
heitunum, sum onnur feløg hava
vunnið seinnu árini, tá klaksvík-
ingar hava spælt við avbygda-
feløgum. Og eftir at KÍ í seinnu
kappingarhálvu í fjør var kanska
sterkasta liðið í kappingini, eru
aftur fleiri fráfall at síggja nú í
vár. Heðin á Lakjuni og Allan
Mørkøre eru farnir til B36, Kurt
Mørkøre er fluttur aftur til Nor-
egs, meðan Meinhardt Jonesen
ikki longur er í málinum. Allir
leikarar, sum í nógvar mátar vóru
berandi í fjør, og tað merkir so
aftur, at KÍ enn einaferð skal seta
við.
Og aftur í ár verður tað ein
lokalur venjari, sum fær hesa upp-
gávuna. Eftir nakað av byrjunar-
trupulleikum sýndi gongdin í fjør,
at Kurt Mørkøre hevði stak gott
hegni sum venjari, og ivaleyst
hevur hetta viðvirkað til, at felag-
ið í vetur tordi at endurtaka av-
gerðina um leikandi venjara. Hesa
ferð við Jan Joensen við stýrisvøl-
in.
Og uppgávan hjá Jan verður í
nógvar mátar lík teirri, sum fleiri
av undanmonnum hansara havt
havt seinnu árini. Leikarar sum
Erling Fles, Símun Joensen og
Karsten Joensen munnu allir telj-
ast millum slíkar, sum í framtíðini
kunnu bera KÍ, og so er uppgávan
at forma framtíðina soleiðis, at
hon er ítøkilig. Tað vil siga, at
ungu leikararnir sum so ikki fáa
nakran serligan frið til eina spaku-
liga menning. Tvørtur ímóti verða
teir tveittir beint fyri leyvurnar, tí
áskoðararnir í Klaksvík eru kræs-
nir. Tey vilja hava sigrar til sítt
felag, og tó at hetta kann tykjast
ræðandi fyri óroyndar leikarar, so
hava klaksvíkingar ikki nakra
søguliga orsøk at óttast. Ferð eftir
ferð hava teir upp á rekord-tíð
bygt eitt nýtt lið upp. Eitt lið, sum
enn einaferð kann takast við tey
sterkastu í dystinum um heiðurs-
merki.
KÍ byrjar aftur av nýggjum
Ove Nysted kann spæla bæði í verjuni og álopinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Klaksvíkar Ítróttarfelag
Stovnað: 24.08.1904
FO-700 Klaksvík
Tlf. 456184/456167
Formaður: Gestur Hovgaard
Meistarar (17): 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999
Steypavinnarar (5): 1966, 1967, 1990, 1994, 1999
Greipuvinnarar (3): 1966, 1967, 1999
Í 1. Deild (60 ár): 1942-43, 1945-
Í Europa (6): Meistarakapping 1992/93, 2000/2001, Steypavinnarar 1995/96, UEFA Cup 1997/98, 1999/2000, 2002/2003
Málverjar
Karstin Joensen
LÍF
Óli Poulsen
John William Joensen
Verja
Jan Andreasen
9/0 (1-0)
Rúni Elttør
14/0 (1-0)
Atli Danielsen
17/1 (2-0)
Aleksandar Djordjevic (JUG)
17/0 (2-0)
Frank Joensen
Sámal Eyðfinn Poulsen
Kristian Andreasen
Miðvøllur
Allan Joensen
15/0 (4-0)
7/0
Fríðin Ziskason
B68
Símun Joensen
5/1 (1-0)
Harley Bertholdsen
17/5 (0-0)
5/0
Arnold Joensen
B68
Eyðun Klakstein
ÍF
Jan Joensen
17/1 (4-0)
Álop
Ove Nysted
15/5 (3-0)
Hjalgrím Elttør
18/11 (2-0)
4/0
Erling Fles
12/2 (1-0)
Leon Bjartalíð
Tilgongd
Arnold Joensen
17/4 (1-1)
B68
Fríðin Ziskason
12/1 (1-2)
B68
Frágongd
Allan Mørkøre
17/2 (0-0)
B36
Heðin á Lakjuni
11/8 (1-0)
B36
Meinhardt Joensen (m)
18/-25 (1-0)
Uttanlands
Kurt Mørkøre
14/8 (4-0)
Uttanlands
Bárður á Lakjuni
10/0 (0-0)
GÍ
Bjarte Vattelstad
7/1 (1-0)
Uttanlands
Venjari
Jan Joensen
JÁKUP MØRK
Tað vóru mong, sum hugdu eitt
sindur skeivt, tá KÍ fyri knøppum
ári síðani skifti formann. Ikki tí at
formansskiftið í sjálvum sær var
nakað óvanligt, men heldur at tal-
an í fótbóltshøpi var um eitt rætti-
liga nýtt andlit. Gestur Hovgaard,
sum upprunaliga er suðuroyingur,
varð valdur til formann, og tó at
hann fyri mong var eitt feskt navn
í fótbóltshøpi, so heldur Gestur
ikki sjálvur, at hetta var eitt lop í
nakran ókendan heim.
– Fyrst og fremst, so hevði eg
longu tá havt nakað at gera við
KÍ. Í eini tvey ár hevði eg hjálpt
til við ymsum lutum í felagnum,
so heilt ókunnugur var eg ikki. Og
so haldi eg eisini at mín fakliga
bakgrund innan samskipan og
organisatión kann vera ein styrki í
styrki í so máta. Ikki tí KÍ er ser-
liga óorganiserað, men í einum
somikið kompleksum bygnaði, er
neyv samskipan oftani neyðug.
Og seinasta árið er tað eisini
júst hesum, sum nevndin í felag-
num hevur arbeitt serliga nógv ið,
sigur Gestur.
– Fyrst og fremst, so hava vit
roynt at lagt so nógvar uppgávur
sum gjørligt á so nógvar herðar
sum gjørligt. Hetta tí vit á tann
hátt hava bestan møguleika at fáa
tingini gjørd.
– Hartil hava vit so eisini sett
eina blanding av einum dagligum
leiðara og ungdómsvenjara í Bill
McLeod Jacobsen fyri at styrkja
um organisatiónina. Hetta hongur
eisini saman við, at krøvini til eitt
fótbóltsfelag verða alsamt økt.
Nýggju UEFA-krøvini eru t.d.
gjørd til professionellar fyritøkur,
men fyri tað mugu vit eisini lúka
hesi, og tað eru so avgjørt krøv,
sum vit ætla okkum at lúka, sigur
formaðurin.
Klekingardepil
Eitt er, at fáa KÍ at rigga innan-
hýsis, soleiðis at fótbóltur, hond-
bóltur og ítróttarhøll øll kunnu fá-
ast at rigga. Nakað annað – og tað
er tað týdningarmesta fyri uttan-
fyristandandi – er, hvussu hetta
kann síggjast aftur í úrslitunum á
vøllinum.
Her hevur KÍ altíð verið við í
fremstu røð, og tó at tað ofta hev-
ur verið nakað langt ímillum
snapsirnar, so er KÍ framvegis
mest vinnandi føroyska fótbólts-
felagið, tá tosað verður um fyrstu-
deildarfótbólt.
Ein trupulleika, sum KÍ hevur
drigist við seinnu árini er tó, at
felagið ofta hevur havt stóra frá-
gongd av leikarum. Ikki tí hesir
gevast, men heldur tí teir vilja
royna fótbóltsevnini aðrastaðni.
Um hetta heldur Gestur Hov-
gaard, at tað sjálvandi er harmi-
ligt, tá leikarar fella burturfrá,
men hinvegin ásannar hann, at
hetta er gongdin í fótbóltinum.
– Serliga tá tað eru kappingar-
neytarnir, sum fara avstað við
monnunum, er tað keðiligt. Tað
eru jú leikarar, sum vit hava upp-
alt. Men hinvegin kunnu vit illa
loyva okkum at standa sum forð-
ing fyri leikarum okkara. Er talan
um útlendsk feløg, er støðan
sjálvandi ein onnur, men tosar tú
um føroysk feløg, so mugu vit
eisini ásanna, at hetta er gongdin í
samfelagnum. Ikki minst tá so
stórur partur av arbeiðs- og út-
búgvingartilboðunum er í Havn.
Fer at broytast
Í dagliga yrki sínum er Gestur
annars leiðari á granskingardepli-
num í Klaksvík. Spurdur, um
hann ikki her kundi gjørt okkurt
til at betra um umstøðurnar hjá
KÍ, svarar hann flennandi, at hetta
jú er hvør sítt. Men hann dylur
ikki fyri, tingini í ávísan mun
hanga saman.
– Eitt felag sum KÍ er sjálvandi
eisini tengt at samfelagnum. Og
tað er einki at ivast í, at støðan hjá
felagnum kann gerast øðrvísi, tá
eitt nú undirsjóvartunnilin kemur.
Akkurát hvussu tað fer at ávirka,
er ilt at siga, men tað verður í øll-
um førum talan um broytingar,
heldur hann.
Men fram til tá, so mugu tey í
Klaksvík í nógvar mátar taka til
takkar við at vera klekingardepil
hjá leikarum.
– Sjálvandi skulu vit royna at
halda fast í okkara leikarum, so
teir ikki fara aðrastaðni. Men vit
mugu samstundis ásanna, at tað
ikki altíð er gjørligt. Samstundis
kostar tað ótrúliga nógv, um tú
alla tíðina skalt leita styrk aðra-
staðni frá, og tí er okkara politikk-
ur nú, at vit fyrst og fremst skulu
nýta okkara egna fólk, og felagið
hevur eisini potentialið til hetta.
Skulu leikarar aðra staðni frá tak-
ast inn, skulu hetta í øllum førum
verða slíkir, sum veruliga kunnu
styrkja liðið.
Um hetta so er nóg mikið hjá
áskoðarunum, er so ein annar
spurningur. Vanliga eru teir sera
kræsnir, og góðtaka ikki annað
enn bert sigrar til seg og síni. Men
hinvegin er heldur einki at ivast í,
at gleðin um evnini til framhald-
andi at ala nýggj fótbóltsstór-
menni eisini er stór. Og kanska
tað eisini kann kennast sum
troyst, tá úrslitið ikki er gylt á
hvørjum ári.
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
– Sjálvandi skulu vit royna at halda fast í okkara leikarum, so teir ikki fara aðrastaðni. Men vit mugu
samstundis ásanna, at tað ikki altíð er gjørligt, sigur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ.
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein einaferð skulu klaksvíkingar byggja eitt nýtt
lið upp, men hetta hava teir megnað so ofta, at
áskoðararnir kortini ikki tykjast hava nakra
orsøk til ótta hesum viðvíkjandi
Vit skulu nýta okkara egnu
Tað er ótrúliga kostnaðarmikið at reka eitt fótbóltsfelag, og tí
heldur KÍ-formaðurin, at felagið fyrst og fremst eigur at satsa
upp á stóra potentialið, sum býr í felagnum
2003
2003