týsdagur 1. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
19
Seymistovan, Hei-Mai
í Klaksvík, er ein av
framsýnarunum á
bústevnuni Hús og
Innbúgv í Runavík.
Handilin, sum leggur
seg eftir at hava tað
nýggjasta og fiksasta
innan gardintoy, hev-
ur nógvar aðrar
handgjørdar lutir við
á framsýningini.
- Vit ætla at gera fyri-
tøku okkara kenda
um alt landið, sigur
Heidi Høgnesen, sum
eigur og rekur seymi-
stovuna
GARDINUR OG
SEYMING
Orð og myndir: Rúna
Sivertsen
Ynskir tú gardinur ella
aðrar seymaðar lutir, sum
ikki øll hini hava av sama
slagi, far so til Klaksvíkar,
út í Klaksvíksgarðin til
Hei-Mei og leita. Handilin
er á tremur við toyið av
smartasta slag. Umframt
seymaðar gardinur, dúkar
og seingjarklæði, eru eisini
hópin
av
handgjørdum
gávulutum á hillunum.
- Aftrat gardinum, seingj-
arklæðum
og
dúkum,
seyma vit eisini barna- og
vónarklæðir, sigur Heidi.
Fjøltáttað seymistova
- Gardinur er okkara ser-
vøra, men vit seyma eisini
alt møguligt annað, t.d.
seingjarklæði, dúkar, pútur,
fyriklæði,
tehettur
og
grýtulappar, sigur Heidi.
Hon sigur, at mótin við
barnaklæðum seinastu árini
hevur gjørt tað neyðugt at
seyma til summi børn.
Barnamótin hevur verið illa
egnaður til tey børn, sum
vit vanliga rópa buttut. Tey
børnini hava ein trupul-
leika, sum vit kunnu loysa,
so tey eisini kunnu ganga
smart ílatin.
- Eisini seyma vit klæðir
til barnakonur og kvinnur,
sum ikki finna nakað, teim-
um dámar í handlunum,
sigur Heidi.
Virkir og fyritøkur
Aftrat sær at seyma hevur
Heidi tvær kvinnur, sum
arbeiða hálva tíð. Seymi-
stovan seymar eisini fyri
virkir og fyritøkur, og ráð-
gevur teimum í vali av toyi
og sniði.
Hei-Mai hevur havt opið
í smá trý ár. Tær vóru tvær,
sum byrjaðu, men nú hevur
Heidi yvirtikið partin hjá
hinari.
- Hetta er strævið, men
ógvuliga stuttligt, sigur
Heidi, sum sær ljóst uppá
framtíðina, og ætlar sær at
satsa uppá viðskiftafólk um
alt landið.
Heidi og tær hava sein-
astu vikurnar seymað ein
hóp niðrufyri at hava við á
bústevnuna.
Vitja Hús og Innbúgv í
Runavík, og hygg inn á
spennandi básin hjá Hei-
Mai í Klaksvík.
Hei-Mai ein spennandi
handil í Klaksvík
Handlarnir verða
longri opnir, fram-
sýning av myndum og
lutum verður í Forna,
og listaframsýning
verður í Gamla
Handli hjá Pidda
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Í samband við bústevnuna,
Hús & Innbúgv, verða ym-
isk tiltøk í Runavíkar
kommunu komandi viku-
skiftið.
Handlarnir, sum eru við í
handilsmiðdeplinum, fara
at hava langan leygardag.
Allir lata ikki upp sam-
stundis, men opið verður
leygardagin til kl. 17.
Bygdasavnið
Í Bygdasavninum, Forna á
Glyvrum, er ein serlig
framsýning sett upp, sum
lýsir fiskaarbeiði, bæði á
sjógvi og landi.
Í Forna eru eisini ymiskir
fornlutir at síggja, eitt nú
innbúgv, brúkslutir, amboð
og mangt annað, sum hoyr-
ir gomlu tíðini til.
Bygdasavnið verður opið
leygardagin og sunnudagin
frá kl. 16.00-20.00.
Listaframsýning
Ein áhugaverd listafram-
sýning verður eisini í Runa-
víkar kommunu, meðan
bústevnan er.
Karmur um hesa fram-
sýning verður Gamli Hand-
ilin hjá Pidda, sum liggur
niðri á havnalagnum, har
sluppin, Høganes, eisini
liggur.
Tað verða tvær kvinnur,
sum fara at sýna fram
málningar. Ketty á Fríð-
riksmørk, sum júst hevur
havt listaframsýning í Før-
oya Banka á Strondum, er
onnur. Hin er Dagmar
Beder, sum býr á Kambs-
dali.
Framsýningin í handlin-
um hjá Pidda verður opin
fríggjadagin,
klokkan
18.00-20.00 og leygardagin
og sunnudagin, klokkan
16.00-20.00.
Ymisk tiltøk verða stevnudagarnar
Seymistovan og handilin, Hei-Mai í Klaksvík, verður við á
bústevnuni Hús og Innbúgv í Runavík. - Vit leggja okkum eftir
at hava alt tað nýggjasta og fiksasta, bæði innan meturvørur
og snið, sigur Heidi Høgnesen
Heidi ætlar at gera handil sín kendan um alt landið. Seymistovan hevur alt tað nýggjasta í
meturvørum, og bjóðar seg fram at vegleiða virkjum og fyritøkum í vali av gardinum og sniði
Í Gamla Handlinum hjá Pidda fara kvinnurnar, Ketty á
Fríðriksmørk og Dagmar Beder, at sýna fram list, meðan
bústevna er í Ítróttarhøllini.
Mynd: Ian D. Jacobsen
Í Bygdasavninum Forna verður framsýning við ymiskum fornlutum og gomlum myndum av
fiskaarbeiði, bæði á sjógvi og landi.
Mynd: Ian D. Jacobsen
Glaðing var kanska
tann mest "modern -
aði" samskiftishátt-
urin í gomlum døg-
um – óbeinleiðis og
tráðleysur...
- Nú fer samskiftis-
fyritøkan, Teletech,
aftur á slóðina hjá
okkara forfedrum,
men við fremstu
tøknini, sum er á øk-
inum, sigur Birgir W.
Høgnesen, sølumaður
TELETECH
Vilmund Jacobsen
Internetveitarin, Teletech,
verður
umboðaður
av
teldufyritøkuni,
Tera
í
Saltangará, á bústevnuni,
Hús & Innbúgv.
- Lívið alt er samskifti, úr
vøggu í grøv. Í flestu lívsins
viðurskiftum ræður um, at
boðini koma fram rætt-
stundis, óbroytt og til rætta
viðkomandi.
Hetta vita tey á Teletech,
og tí leggur internetveitarin
seg eftir at veita tænastur,
ið kunnu nøkta tørvin í
einum framkomnum sam-
felag.
- Mesta samskifti hjá
flestum okkara er beinleiðis
sambandið, sum er millum
fólk. Men samskifti kann
eisini vera óbeinleiðis, og
tá brúka vit viðhvørt rødd-
ina, t.d. telefonina – og
onkuntíð brúka vit ikki
røddina. Í øllum førum
mugu vit hava einhvønn
miðil at flyta boðskapin
fram til móttakaran við.
Aftur á slóðina...
Birgir W. Høgnesen, sølu-
maður hjá Teletech, vísir á,
at eins og aðrar mentanir,
so hava eisini føroyingar í
øldir havt tørv á fjarskifti.
- Forfedrar okkara góvu
boð frá sær, tá ið grindaboð
vóru, og tá ið eitt nú prest-
ur, lækni ella jarðarmóðir
skuldu koma. Teir gingu
ella róðu bygdanna millum,
teir róptu um sund og fjørð,
teir brendu vita, og teir
glaðaðu. Seinni kom tele-
grafurin, telefonin og boð-
støðirnar. Í øllum førum var
hetta sama galdandi; boðini
skuldu koma fram til rætta
viðkomandi, skjótt og ó-
broytt.
Birgir heldur, at vit
kanska kunnu siga, at
glaðingin var tann mest
"modernaði"
samskiftis-
hátturin í gomlum døgum –
óbeinleiðis og tráðleysur...
- Og nú fer Teletech so
aftur á slóðina hjá okkara
forfedrum, men við fremstu
tøknini, sum er á økinum.
Sølumaðurin vísir á, at
Teletech er einasta fyritøka
í Føroyum, sum bjóðar
viðskiftafólki sjálvstøðugt,
tráðleyst internetsamband.
- Og tað virkar, sigur
hann.
Í fjør virkaði netið hjá
Teletech í 362 dagar uttan
brek, og fyritøkan hevur
battarí orku til allar ser-
varar seks tímar eftir
streymslit.
- Samskiftisferðin er
nógv, 3 Mbit útgerð. Men
tað verður betur enn, tí
veksandi tørvurin á skjót-
um samskifti hevur við sær,
at Teletech í næstum fer at
fleirfalda samskiftisferðina
við 10-20 Mbit útgerð,
sigur Birgir.
Nøgd viðskiftafólk
Sølumaðurin leggur dent á,
at tað eru ikki bara tey, ið
starvast hjá Teletech, sum
halda, at tey kunnu bjóða
eina fjarskiftistænastu, ið
ger tað møguligt hjá við-
skiftafólki at samskifta, so
boðini koma skjótt, óbroytt
og til rætta viðkomandi.
- Vit hava í dag fleiri enn
100 vælnøgd viðskiftafólk.
Av hesum eru nøkur privat-
viðskiftafólk, men flestu
eru virkir. Helst verða
virkini uppaftur fleiri, tí
nýggja samskiftisferðin er
væl egnað til innanhýsis
dátusamskifti millum høv-
uðssetur, deildir og hús hjá
sama eigara – uttan at
gjalda fyri tað!
Tey á Teletech siga, at tey
ikki selja nakra lágprís-
vøru, men at trygd, dygd og
effektivitetur er málsetn-
ingurin.
- Vit eru nøkur fólk í full-
tíðarstarvi, umframt fleiri
uttanhýsis tænastuveitarar
til seruppgávur. Øll eru til
dystin fús at greiða frá
teimum tænastum, vit veita,
sigur Birgir W. Høgnesen,
sølumaður.
Tráðleyst prát...
Fólk eru vælkomin at
venda sær til sølumannin á
tlf. 221577 ella at støkka
inn á gólvið - til eitt tráð-
leyst prát og ein kaffimunn.
Í dag røkkur TeleTech
viðskiftafólki í Klaksvík,
Leirvík, Gøtunum, Skála-
firði, Strondum, Toftum,
Nólsoy, Tórshavn og á
Argjum.
TeleTech
hevur
tlf.
317265. Tú kanst eisini
senda
ein
e-post
til
b i r g i r @ t e l e t e c h . f o .
Heimasíðan
eitur
www.teletech.fo
Tað verður, sum nevnt,
teldufyritøkan,
Tera
í
Saltangará, sum kemur at
vísa tráðleysa internetið hjá
Teletech fram á bústevnuni.
Tera hevur tlf. 448888
ella 2 18889.
– Vit eru tráðleyst við
á Hús & Innbúgv
- Samskiftisferðin er nógv – og hon verður størri enn. Veksandi
tørvurin á skjótum samskifti hevur við sær, at vit í næstum
fara at fleirfalda samskiftisferðina, sigur Birgir W. Høgnesen
Teletech er einasta fyritøka í Føroyum, sum bjóðar viðskiftafólki sjálvstøðugt, tráðleyst internetsamband.
Mynd: Rúna Sivertsen
www.bustevnan.fo
C
M
Y
K
19
18