týsdagur 1. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 63 - 1. apríl 2003
Nr. 63 - 1. apríl 2003
19
Nú er dagurin ásettur
fyri, nær nýggi
bygningurin hjá
Landssjúkrahúsinum
skal verða klárur at
taka í nýtslu
NýBYGGING
Áki Bertholdsen
Nú er komið so langt at tað
ber til at áseta dagin fyri,
nær nýggi bygningurin hjá
Landssjúkrahúsinum skal
vera klárur at taka í nýtslu.
Og tað verður 23. februar
næsta ár.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður í heilsumálum
sigur, at nú er alt byggi-
arbeiðið komið so mikið
áleiðis, at tey hava sett sær
sum mál at nýggi bygning-
urin skal takast í nýtslu 23.
februar.
Tað er ikki av tilvild, at
23. februar er valdur er
valdur til hendan merkis-
dag, tí júst hendan dagin
fyllir Landssjúkrahúsið 80
ár og tað halda tey er ein
hóskandi dagur at gera
hetta risa framstigið fyri
Landssjúkrahúsið.
– Tað haldi eg, at vit øll
eiga at vera nøgd við, sigur
Bill Justinussen.
Eftir ætlan verður sjálvur
bygningurin verður liðugur
á Ólavsøku. Men skal tað
halda, verður neyðugt, at
Løgtingið tekur undir við
eini umsókn um eykajáttan
upp á 13,3 milliónir til at
gera bygningin lidnan fyri.
– Tað verður avgerandi
fyri ætlanina frameftir at
Løgtingið tekur undir við
teirri eykajáttanini, tí ann-
ars kann bygningurin ikki
gerast liðugur sum ætlað,
sigur Bill Justinussen.
Umsóknin um tær 13,3
milliónirnar eru til viðgerð-
ar í Løgtinginum í løtuni.
Kunnu gera avtalur
Men eftir verður so tað
stóra takið at fáa úgerð og
útbúnað til tann nýggja
bygningin so at hann kann
takast í nýtslu.
Í tí sambandi hevur Bill
Justinussen lagt eitt upp-
skot fyri tingið um eina
verklagslóg.
Eftir lógini bindur Løg-
tingið seg til at seta pening
av á komandi fíggjarlóg til
útbúnað til nýggja Lands-
sjúkrahúsið. Í mesta lagið
bindur tingið seg til at seta
39 milliónir av til hetta
endamálið.
Tað ger so aftur tað, at tá
ið lógin er samtykt, kann
Landssjúkrahúsið gera av-
talur um útgerð og útbúnað
so at tað kann verða leverað
beinanvegin í tí nýggja
árinum.
Bill Justinussen sigur, at
tað er rættiliga long lever-
ingstíð uppá sumt av útbún-
aðinum, heilt upp í fýra
mánaðir í summum førum.
– Tí er tað neyðugt at
samtykkja eina verklags-
lóg, sum bindur Løgtingið
at játta peningin næsta ár, tí
annars kann Landssjúkra-
húsið heldur ikki bíleggja
útgerðina fyrrenn næsta ár
og so verður bygningurin
ikki tikin í nýtslu fyrrenn út
ímóti sumri.
Hinvegin ber tað ikki til
at fáa tólini leverað fyri 1.
januar, tí tað er ikki lógligt
at fáa útgerðina fyrrenn í
sama ári, sum peningurin er
játtaður.
Bill Justinussen sigur, at
hóast bygningurin verður
liðugur á ólavsøku, fer tíðin
fram til 23. februar ikki fyri
skeyti, tí hesa tíðina er ætl-
anin at brúka til at flyta
ymsa útgerð úr gamla
bygninginum yvir í tann
nýggja.
– Tað skulu nógv tól úr
gamla bygninginum yvir í
tann nýggja og tað krevur
eisini sína tíð, sigur Bill
Justinussen.
Fyri 44 milliónir
Tilsamans verður mett at
útgerð og innbúgv fyri 44
milliónir skulu keypast til
nýggja Landssjúkrahúsið.
Tá er mvg ikki við.
Ymisk tung útgerð kostar
11 milliónir og tann lættara
útgerðin kostar 28 millión-
ir. Harumframt skal inn-
búgv keypast fyri fimm
milliónir.
Í ár eru 40 milliónir settar
av til nýggja bygningin og
av teimum skal tung útgerð
keypast fyri fimm milli-
ónir.
Tað er upplýst, at sumt av
útgerðini skal byggjast inn í
bygningin og hana er neyð-
ugt at útvega samstundis
sum bygningurin verður
gjørdur liðugur.
Sostatt fevnir verklags-
lógin, sum er løgd fyri
tingið, um tær 39 millión-
irnar, sum enn mangla í til
útgerðina, sum skal fáast til
vega og setast upp næsta ár.
Tó er tað so, at okkurt
smávegis skal kortini bíða
til 2005.
Tá ið Heðin Morten-
sen var virkandi
býráðsformaður á
einum býráðsfundi í
Havn í heyst, breyt
hann kommunu-
lógina, ikki bara eina
ferð, men tvær ferðir
KOMMUNALT
EFTIRLIT
Áki Bertholdsen
Heðin Mortensen er vara-
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu.
Á einum býráðsfundi 24.
oktober var hann virkandi
borgarstjóri og leiddi so-
statt fundin
Men á hesum fundinum
breyt hann kommunulóg-
ina.
Ikki bara eina ferð men
tvær ferðir.
Tað slær kommunala
Eftirlitið fast í eini avgerð,
sum tað hevur tikið aftaná
fundin.
Eftir fundin kærdi Leivur
Hansen, býráðslimur fram-
ferðina hjá Heðini Mor-
tensen fyri kommunala
eftirlitinum.
Talan var um ein býráðs-
fund fyri afturlætnum hurð-
um, har eitt starvsfólkamál
var til viðgerðar.
Á hesum býráðsfundin-
um vóru níggju býráðslimir
møttir, fimm úr meirilut-
anum og fýra úr minnilut-
anum.
Tann eini býráðslimurin
fyri meirilutan var Páll
Petersen, sum var varamað-
ur fyri Bjarta Mohr, sum
hevði farloyvi.
Táið
starvsfólkamálið
skuldi takast til atkvøðu-
greiðslu, boðaði Páll Peter-
sen frá, at hann tók ikki
undir við tilmælinum frá
meirilutanum, men ístaðin
fór at atkvøða fyri minni-
lutatilmælinum í málinum.
Hetta hevði ført við sær,
at tilmælið hjá minnilutan-
um fór at verða samtykt við
fimm atkvøðum ímóti fýra.
– Tá gjørdi virkandi
borgarstjórin, Heðin Mor-
tensen ikki mætari enn at
hann tók málið av skránni
so at tað ikki kom til at-
kvøðugreiðslu.
Hetta
gjørdi hann hóast hvøss
mótmæli bæði frá Páll
Petersen og frá minnilutan-
um.
Samstundis noktaði hann
minnilutanum at fáa sínar
viðmerkingar til gongdina í
gerðarbókina hjá býráðn-
um.
Sum siður er
Heðin Mortensen hevur
fortalt kommunala eftir-
litinum, at Páll Petersen
hevði boðað frá, at hann
kendi ikki málið nóg væl
og at hann tí var í iva um,
hvussu hann vildi atkvøða.
– Tí tók eg málið av
skránni, sum siður er, fyri
at geva Páll Petersen høvi
til at seta seg nóg væl inn í
málið til næsta fund.
Men hetta vil Páll Peter-
sen ikki kennast við.
Hann hevur boðað eftir-
litinum frá, at tað var ikki
torført hjá honum at taka
støðu, tí drúgva orðaskiftið
um málið gav honum innlit
í gongdina í málinum.
Hann segði, at hann var
samdur við tilmælinum hjá
minnilutanum og at hann tí
ætlaði at atkvøða saman við
minnilutanum.
– Tá vendi Heðin Mor-
tensen sær hvassliga til mín
fyri at vita, hvussu eg fór at
atkvøða.
Tá ið Heðin Mortensen
so fekk at vita, at Páll
Petersen ætlaði at atkvøða
saman við minnilutanum,
tók hann málið av skránni.
Kann ikki takast av
skrá
Kommunala eftirlitið sigur,
at tað eru borgarstjórarnir,
sum skulu lýsa málini, sum
koma til viðgerðar á fund-
unum, soleiðis at komm-
unustýrislimirnir
kunnu
taka støðu til tey.
Hava kommunustýrislim-
ir ikki fingið nóg góðar
møguleikar at fyrireika seg
til eitt mál, sum teir tí ikki
kunnu taka støðu til, kunnu
teir mótmæla. Og so kann
kommunustýrið ikki taka
avgerð í málinum, uttan so,
at tað er um at fyrnast, ella
at málið er av slíkum slag,
at støða kann verða tikin til
tað av handahógvi - uttan
fyrireiking.
Sostatt kunnu kommunu-
stýrislimirnir krevja mál
útsett, eru tey ikki nóg væl
fyrireikað. Og sostatt er
tað er kommunustýrið, sum
í seinna enda má taka støðu
til, um ávíst mál er nóg væl
fyrireikað ella ikki.
Eftirlitið sigur, at tá ið
fundarskráðin
er
send
kommunustýrislimunum,
men ein kommunustýris-
limur ynskir at taka upp-
skot sítt aftur, eigur borgar-
stjórin, beinanvegin fund-
urin byrjar, at boða frá hes-
um og samstundis spyrja,
um nakar annar kommunu-
stýrislimur ynskir at taka
uppskotið upp, t.e. at gera
tað til sítt uppskot.
Um so er, kann tann
kommunustýrislimurin,
sum upprunaliga setti upp-
skotið fram, ikki forða fyri,
at uppskotið verður við-
gjørt.
Somuleiðis verður mett,
at hesin framferðarháttur
eigur at verða nýttur, um
eitt uppskot verður tikið
aftur, tá viðgerðin er byrj-
að.
– Tá ið ávíst mál er kom-
ið á fundarskránna, og
fundurin er byrjaður, metir
Løgmálaráðið tí, at borgar-
stjórin ella tann, sum leiðir
fundin, undir ongum um-
støðum einsamallur kann
taka málið av skránni tí
teirri grundgeving at ein-
stakur kommunustýrislim-
ur skal fáa betri høvi til at
seta seg inn í málið.
– Um kommunustýris-
limir eru nóg væl fyrireik-
aður ella ikki, má tí standa
til viðkomandi sjálvan at
taka støðu til. Og annars
tendur tað til kommunu-
stýrið at gera av, um eitt
mál er klárt at atkvøða um,
ella ikki.
Annars sigur Kommun-
ala eftirlitið, at hevur ein
kommunustýrislimur ser-
støðu í ávísum máli, kann
hann krevja, at serstøða
hansara í stuttum verður
viðmerkt í gerðabókina og
tað kann ikki verða sýtt.
Nýggja Landssjúkrahúsið
takast í nýtslu 23. februar
Nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum er rættiliga við at taka skap og nú er komið so mikið
áleiðis, at dagurin er ásettur fyri, nær hann skal verða klárur at taka í nýtslu
Landsstýrið: Heðin Mortensen breyt lógina
Heðin Mortensen var virkandi borgarstjóri, tá ið býráðið hevði
fund 24. oktober í fjør. Men hesum kom hann illa frá, tí tað
endaði við at hann í tveimum førum breyt kommunulógina
HANDIL
Heri á Rógvi
Handilin Sirri, ið selur
ymsar vørur úr føroyskari
ull, eru fluttur av Àarvegn-
um oman í Fútastovu í
Gongini.
Hjúnini Karin og Árni
hava nú havt opið í Sirri í
trý ár.
Árni Brattaberg sigur, at
tey í nýggju hølunum hava
fingið munandi meira pláss
at húsast í.
– So hevur húsið eisini
eina spennandi søgu og er
tískil spennandi hjá ferða-
fólki, sigur Árni Bratta-
berg.
Handilin letur upp 1.
apríl, og tá verður eisini
móttøka millum kl. 15 og
17.
Sirri í Gongini
Starvsfólkið og klæðini hjá Sirri eru farin at húsast í Gongini
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
19
18