Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 17 C M Y K 17 16 HIRTSHALS Menningin í umsetningi- num og í teimum tiltøkum, sum vórðu gjøgnumførd í fjør, hava styrkt marknaðar- partin hjá Hirtshals Havn, og útlitini eru góð. Fram- stigini innan fiskivinnuna vísa eisini, at Hirtshals Havn í framtíðini kemur at hava umfatandi týdning. Størsti umsetningur nakr- antíð var í fjør, og hetta er sostatt annað árið á rað við vaksandi umsetningi síðani havnin gjørdist sjálvstøðug fyritøka. Stórar íløgur eru og verða eisini gjørdar í havnina, sum eisini koma at føra til, at havnin enn meira gerst ein miðstøð, eisini fyri fiskivinnuna. Við nýggjum íløgum verður grundarlag fyri størri virksemi innan tey trý øki, havnin byggir sína tilveru á. Í fyrsta lagi er tað góðs- og fraktvirksemið, ferðslu- og ferðafólkasam- skiftið við Føroyar og Noreg, harnæst tok- og bilaferðslan til Miðevropa. Í øðrum lagi er tað fiski- vinnan, sum í høvuðsheiti- num snýr seg um ílandtøku av pelagiskum fiski, sild og makreli, men eisini t.d. toski, upsa og reyðsprøku, alt til sølu á uppboðssøluni og víðari til foredling. Í triðja lagi er talan um ídnaðarøkini, har foredl- ingsvirki eru bygd, har vit hava logistik-, tænastu- og umvælingarvirksemi. Hirts- hals Havn leggur dent á, at raksturin av havnini stendur seg í tí hørðu kapping, sum er millum danskar havnir. Hetta er nevndin garantur fyri, har stjórin eitur E. Sondrup, og nevndin ann- ars er samansett av vinnu- lívsmonnum og politikkar- um við borgarstjóra K. Stø- rup sum formanni og Jørg- en Aaen, sum er branch- manager hjá Mærsk, sum næstformanni. 2002 eitt gott ár Sum nevnt var árið í fjør eitt sera gott ár fyri Hirts- hals Havn. Vit kunnu nevna nøkur dømi: Umsetningurin var í fjør 54 miljónir, hetta er ein øk- ing upp á 9,9% frá einum umsetningi upp á 49,1 miljónir árið fyri. Úrslsitið í fjør var 22,4 miljónir aftaná avskriving- ar, meðan úrslitið árið fyri var 18,2. Úrslitið er sostatt betrað við 23,1%. Økta góðsferðslan, ser- liga viðvíkjandi bingjum, tvífaldaðist í fjør upp til 20.000 eindir, ein vøkstur, vit rokna við heldur á í ár. Hóast truplar tíðir hjá fiskivinnuni, so hevði fiski- vinnan sum heild í Hirts- hals ein vøkstur upp á 4,3% í mun til árið fyri. Kannað verður nú, hvussu Hirtshals uppaftur meira kann styrkja sín leiklut innan fiskivinn- una. Strategisku íløgurnar prógva, at Hirtshals Havn veruliga ger nakað fyri at styrkja sína støðu viðvíkj- andi góðsflyting og fiski- vinnu. Í fjør var atløgusíða upp á 300 metrar gjørd, soleiðis at skip, ið stinga meira enn 9 metrar, kunnu leggja at. Stóri bingjukranin varð tikin í nýtslu í február í fjør. Í fjør vórðu eisini íløgur gjørdar í eitt bingjupláss til umskipan, ið serliga ger umskipan millum skip og tokferðslu lættari. 45 miljónir vórðu í fjør brúktar til innsiglingar- trygd. Molin varð fluttur, soleiðis at innsiglingin gjørdist 70 metrar breiðari. Harvið gjørdist trygdin, serliga fyri ferjurnar, mun- andi betri. Á egnum beinum við framfýsni Hirtshals Havn hevur síðani 1. január verið ein sjálvstøðug fyritøka undir leiðslu av eini nevnd, ið er sett av Hirtshals Kommunu, ið eigur havnina. Hirtshals Havn verður rikin á frælsum vinnuligum grundarlagi við virðing fyri tí lokalsamfelag, havnin liggur í. Hirtshals Havn fer at gera eina íløgu upp á um- leið 20 miljónir í ár, til tess at dýpa innsiglingina við tveimum til hálvan- triðja metur, eisini uttaru havn og atløgusíðu, so- leiðis at til ber at embæta skipum, ið stinga yvir 9 metrar. Hetta merkir betri tænastu til bæði nótaskip og ferjur, og fær sostatt eisini týdning fyri, at havnin heldur fast við sína støðu innan pelag- isku fiskivinnuna. Hirtshals Havn verður ein framtíðar karmur um fiskivinnuna, og tí hevur havnin í fjør sett eitt stórt kanningararbeiði í gongd viðvíkjandi íverksetan av »FiskeTerminal – Hirts- hals«, sum skal verða karmur um virking og uppboðssølu av fiski. Úr- slitið av hesum kanning- ararbeiði fer at síggjast í ár og komandi ár. Frá 1. juni koyrir eitt tok hvørja viku frá Hirts- hals Havn til Duisburg í Týsklandi, og somuleiðis kemur eitt tok haðani hvørja viku til Hirtshals. Toksambandið er skipað av ICF, InterContainer- Interfrigo saman við Nordjyske Jernbaners Godssektion, sum sam- starvar um leiðina mill- um Hirtshals og Taulov. Hetta er samstundis ein náttúrlig longing av flutninginum til og úr Noregi við Color Line og KystLink, og til og úr Føroyum við Faroe Ship. Seinni í ár verður tok- sambandið útbygt. Við »heltog«-skipanini kunnu so stórar mongdir av góðsi avgreiðast sam- stundis, at tokið kann koyra beinleiðis til mót- tøkustaðið í Evropa uttan steðg og uttan sambind- ing við onnur tok. Harvið ber til at flyta góðs úr Hirtshals via Hjørring og Taulov til Mið- og Suður- evropa eftir fáum døgum. Sum dømi kann nevnast, at góðs verður flutt úr Hirtshals til Duisburg eftir einans 20 tímum. Motorveganetið fer komandi ár eftir útbygg- ing at byrja í Hirtshals Havn, sostatt verður beinleiðis samband úr Hirtshals til motorvega- netið í Evropa. Harvið er Hirtshals Havn komin eitt fet nærri síni støðu sum besta norðuratlant- iska portrið til Evropa. Framtíðarætlanir 45 miljónir vórðu í fjør brúktar til innsiglingartrygd í Hirtshals. Molin varð fluttur, soleiðis at innsiglingin gjørdist 70 metrar breiðari. Harvið gjørdist trygdin, serliga fyri ferjurnar, munandi betri. Við nýggjum íløgum verður grundarlag fyri størri virksemi innan tey trý øki, havnin byggir sína tilveru á. Í fyrsta lagi er tað góðs- og fraktvirksemið, ferðslu- og ferðafólkasamskiftið við Føroyar og Noreg, harnæst tok- og bilaferðslan til Miðevropa.