týsdagur 1. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
JÓANNES HANSEN
Tað var í steypadysti í Runavík
ímóti Sumba í 1999, at Brynjolv-
ur Nielsen fyrstu ferð var á besta
liðnum hjá NSÍ. Í 2000, tá ið
Trygvi Mortensen var venjari, var
hann fastur maður, árið eftir, tá ið
Petur Mohr hevði ábyrgdina, var
tað meiri út og inn av liðnum.
Men í fjør spældi hann við í seks-
tan av teimum átjan landskapp-
ingardystunum. Og tað var serliga
í steypafinaluni ólavsøkudag, at
tað varð lagt merki til hansara.
Støðan var 1–1, tá ið dómarin
bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ.
Tað tóktist sum um, at Sjúrður
Jacobsen, sum plagdi at hava
ábyrgdina úr ellivu metrum, skul-
di royna seg, men so var tað
Brynjolvur Nielsen, sum fekk
uppgávuna, og hann skoraði
sigursmálið.
– Eg spurdi Sjúrð, um hann var
klárur at skjóta, og tað segði hann
seg vera. Men so rópti Jógvan
Martin Olsen, venjarin, av beinki-
num, at eg skuldi skjóta, og tað
gjørdi eg so.
Hevði tú frammanundan skotið
nógv brotsspørk í NSÍ?
– Eg hevði skotið tvær ferðir
frammanundan í steypakappingini
í fjør. Fyrru ferðina tá ið vit í
fjórðingsfinaluni vunnu ímóti FS
Vágum í Runavík eftir brots-
sparkskapping og seinnu ferðina,
tá ið vit í seinnu hálvfinaluni
vunnu 3–2 á grasvøllinum á
Svangaskarði. Ta ferðina skoraði
eg upp á brotsspark til 3–1.
Hví heldur tú, at venjarin heitti
á teg í finaluni?
– Kanska tí Sjúrður hevði mis-
nýtt onkra ferðina frammanundan
og so eisini tí, at Jógvan Martin
visti, at eg tvær ferðir hevði skor-
að upp á brotsspark á yngru
landsliðunum. Fyrru ferðina var á
U–17 landsliðnum ímóti Noregi,
og seinnu ferðina var í Italia í EM
undankapping ímóti Andorra.
Hevur tú kent teg tyngdan av
uppgávuni at vera brotssparks-
skjútti?
– Yvirhøvur ikki. Vit fingu
einki brotsspark eftir summarfrí-
tíðina í fjør. Men í steypadysti-
num ímóti FS Vágum nú í vár
fekk eg møguleikan aftur, og tað
eydnaðist. Eg rokni bara við, at eg
fái møguleikan, so leingi sum tað
gongur væl, heldur Brynjolvur
Nielsen. Hann fylti 21 ár 8.
januar. Tá ið hann kom á 1. lið hjá
NSÍ fyri fýra árum síðani, var
hann sjálvandi ímillum teir yng-
stu, og tað hevur hann verið
síðani. Men nú hava stórar útskift-
ingar verið á liðnum:
– Fleiri av teimum mest royndu
eru burtur. Fimm nýggir spælarar
eru komnir í 1. liðs hópin, so nú
siga teir, at eg eri millum veteran-
arnar. At fleiri yngri enn tú eru á
liðnum eigur at hava við sær, at tú
kennir størri ábyrgd fyri øllum
liðnum. So tað má eg royna at liva
upp til.
Kennir tú teg fullvísan í at eiga
pláss á liðnum?
– Eg royni at gera mítt besta,
bæði undir venjing og í dystum,
og so er tað upp til venjaran at
gera av, um eg skal spæla. Í fjør
kendi eg, at tað gekk væl. Men so
var eg knappliga settur av, tá ið vit
skuldu spæla landskappingardyst-
ir á Eiði og á Toftum. Venjarin
segði, at sjálvsálitið var ov stórt.
Sjálvandi var eg vónbrotin. Men
eg royndi eisini at skilja avgerðina
hjá honum út frá tí, at tá vóru
bæði Pól Thorsteinsson og Djóni
N. Joensen tøkir. Teir vóru báðir
sera royndir spælarar, men teir
vóru nógv skaddir í fjør. At tað so
seinni eydnaðist hjá mær at
sleppa aftur á liðið, sjálvt um teir
báðir vóru tøkir, kendist sjálvandi
sum ein persónligur sigur hjá
mær.
Av miðjuni og út í borðið
Brynjolvur Nielsen man vera ein
av NSÍ spælarunum, sum hevur
besta bóltførleikan. Á yngru lið-
unum var hann oftast sentralur
miðvallari. Men síðani hann kom
á 1. lið, hevur hann í nógv flestu
førunum verið vongverji í høgru
og onkra ferðina á miðvøllinum í
høgru:
– Á yngru landsliðunum var
plássið hjá mær á sentrala mið-
vøllinum burtursæð frá í einum
dysti, tá ið eg var vongverji í vin-
stru. Tá ið eg var dreingjaliðs-
spælarin manglaðu teimum fólk í
2. deild hjá NSÍ. Tá fór eg at
spæla í høgra verjuborði, og tað
havi eg gjørt síðani. Men tað er
hugaligt, at venjarin hevur givið
mær loyvi at taka lut í uppspæli-
num.
Í fjør kappaðist Brynjolvur m.
a. við Arnfinn Langgaard, Pól
Thorsteinsson og Djóna N. Joen-
sen um plássini í verjuni. Nú eru
teir allir burtur. Pól er farin aftur í
B36, og hinir báðir eru givnir at
spæla fótbólt á hægsta støði.
Roknar tú við, at tit fara at
standa tykkum eins væl, og tit
gjørdu í fjør?
– Higartil hevur tað gingið væl.
Allir eru sera uppsettir, og eg
haldi ikki, at tað hevur kenst aftur
í steyadystunum, at vit hava mist
nógv fólk, tíbetur. Vit taka ein
dyst í senn, og so fáa vit at síggja,
um vit aftur í ár fara at røkka í
finaluna. NSÍ hevur ongantíð
vunnið FM, so tað droyma vit eis-
ini um, og so hevði tað verið stutt-
ligt, um vit høvdu staðið okkum
væl í Europa Cup kappingini.
Hvussu við landsliðnum?
– Tað hugsi eg ikki um í tí dag-
liga. Tað var hugaligt at vera á
yngru landsliðunum. Jógvan
Martin Olsen veit, hvat eg standi
fyri, og um hann og Henrik Lar-
sen eina ferð fara at senda boð
eftir mær, so verði eg fegin um
tað. Men tað nyttar ikki at hugsa
ov nógv um sovoðrið. Tað má tak-
ast, sum tað kemur seg, heldur
Brynjolvur Nielsen.
21 ára gamal veteranur
Brynjolvur Nielsen skal
spæla sentralan leiklut á
NSÍ liðnum í ár.
Mynd: Álvur Haraldsen
Vongverjin í høgru hjá NSÍ er ikki bangin fyri, at liðið
hjá honum ikki skal stríðast fyri at varðveita góðu
støðuna frá í fjør, sjálvt um fleiri av royndastu
spælarunum eru burtur
2003
2003