týsdagur 1. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
17
Trygvi Mortensen
sigur, at timburhand-
ilin í Runavík hevur
viðskiftafólk úr ym-
iskum heraðshorn-
um, tó fyrst og fremst
úr Eysturoy.
- Men vit røkka eisini
norður til Klaksvíkar
og yvir á Streym-
oynna, og nú undir-
sjóvartunnilin er
komin undir Vest-
mannasundi, fáa vit
eisini fyrispurningar
úr Vágunum, sigur
leiðarin
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Timburhandilin í Runavík
verður við á bústevuni.
Trygvi Mortensen, leið-
ari, sigur, at tey fara at sýna
fram ymisk sløg av par-
kettgólvum,
amboð
og
møblar.
- Vit hava leingi selt
parkettgólv, bæði til nýggj
hús og hús, sum verða um-
væld ella umbygd. Fleiri
sløg eru av parkett, og lætt
er at leggja hesi gólvini á.
Teppini, sum mong hava
brúkt, verða skift út. Fólk
eru farin at hugsa meira um
reinu luftina, sigur hann.
Timburhandilin
hevur
eina stóra amboðsdeild, og
tí eru amboðini sjálvsagt
eisini við á bústevnuni.
- Á básinum, sum liggur
miðskeiðis í ítróttarhøllini,
hava vit ymisk amboð, eitt
nú borimaskinur, pussi-
maskinur, skrúvumaskinur
og vinkulslíparar.
Trygvi leggur aftrat, at
timburhandilin eisini fer at
hava møblar við á bústevn-
uni.
- Vit skipaðu eina timbur-
deild uppi á loftinum í
timburhandlinum
næst-
síðsta ár. Higartil hava vit
ikki gjørt so nógv burtur úr
hesum, men ætlanin er at
seta meira fokus á møbla-
deildina, og tí hava vit
hendan partin við, sigur
hann.
Tøk og hurðar
Eitt annað, sum timbur-
handilin fer at leggja dent á,
er tøk og hurðar.
- Vit fara at hava við okk-
um brosjurur, har vit vísa,
hvat vit hava og kunnu út-
vega á hesum øki.
Trygvi sigur, at sjálvandi
er størsti parturin av um-
setninginum hjá timbur-
handlinum tað timbur, sum
selt verður.
- Men tað sigur kanska
ikki so nógv at seta nakrar
fjalar upp á básinum. Tí
leggja vit dent á at vísa
fram útboðið, sum vit hava
av øðrum, og sum eisini er
viðkomandi á eini bú-
stevnu. Vit vænta at síggja
fólk, sum ætla sær at
byggja ella fremja um- ella
útbyggingar. Hesi eru væl-
komin inn á básin at leita
eftir hugskotum og fáa
ráðgeving, sigur hann.
Trygvi vísir á, at tað eru
eisini tey, sum eru í holt við
ella hava í hyggju at inn-
rætta ein kjallara, sum
kunnu fáa nógv burtur úr at
síggja úrvalið, sum timbur-
handilin hevur.
Gamal í garði
Timburhandilin í Runavík
hevur eina fleiri ára langa
søgu, sum røkkur heilt aftur
til fimtiárini, tá ið handilin
húsaðist á havnalagnum,
har Neta seinni hevði sítt
virksemi. Í 1977 flutti
handilin í nýggjan bygning
við Fjøruvegin í Runavík,
og har húsast handilin
eisini í dag.
Alt fyritakssemi hjá Høj-
gaards Handilsvirki telir í
dag eini 30 fólk, sum
starvast í timburhandlinum
í Runavík, timburhandl-
inum, sum felagið eigur í
Fuglafirði og í handlinum,
Deild C, sum felagið eigur í
Saltangará.
Trygvi sigur, at við-
skiftafólkini koma úr ym-
iskum heraðshornum, tó
fyrst og fremst úr Eysturoy.
- Men vit røkka eisini
norður til Klaksvíkar og
yvir á Streymoynna, og nú
undirsjóvartunnilin
er
komin undir Vestmanna-
sundi, fáa vit eisini fyri-
spurningar úr Vágunum,
sigur hann.
Gongd í aftur
Trygvi, ið hevur starvast í
timburhandlinum í 17 ár,
harav tey seinastu árini sum
leiðari, minnist aftur á
kreppuárini fyrst í nítiár-
unum, tá ið ikki eitt einasta
hús stóð í gerð í allari Eyst-
uroynni.
- Men í 1996 og 1997
byrjaði at ganga spakuliga
uppeftir aftur, og fólk fóru
aftur at hugsa um bygging
og umvælingar.
Hann vísir á, at bygging-
in í Eysturoy byrjaði aftur í
Gøtu, Leirvík og hinu-
megin fjørðin, á Skála og
Strondum, og á Toftum
kom eisini gongd á aftur.
-
Hóast
Runavíkar
kommuna er nógv tann
størsta av hesum, tók tað
líkasum longri tíð, áðenn
gongd kom á aftur her - og
nú er gongd í.
Trygvi sigur, at nýggj hús
verða bygd á Høgaleiti í
Runavíkar kommunu, ið
honum kunnugt er einasta
byggiøki, sum kommunan í
løtuni hevur.
- Tað er eisini áhugavert
at síggja, at fólk, sum einki
tilknýti hava til økið, seta
búgv her, tí tey hava fingið
sær arbeiði í Eysturoy -
ella, at menninir sigla við
skipum, sum eru heima-
hoyrandi í oynni, sigur
hann.
Lyklaklár hús
Trygvi sigur, at timbur-
handilin seinastu tíðina er
farin inn á eitt nýtt øki at
arbeiða.
- Vit kunnu nú byggja
eini lyklaklár hús, um fólk
ynskja tað. Fólk koma vit
tekningum, og vit skipa
fyri, at húsini verða bygd.
Vit taka okkum eisini av, at
aðrar tænastur, eitt nú hiti
og sanitet, el og køkar og
annað kemur uppá pláss. Á
henda hátt eru vit høv-
uðsentreprenørur og kunnu
veita viðskiftafólki eini
lyklaklár hús, har tey sjálvi
avgera, hvussu húsini skulu
síggja út.
Hann sigur, at timbur-
handilin byggir ikki snið-
hús, soleiðis sum vit van-
liga kenna tað, men byggir
húsini eftir ynskjunum hjá
teimum, sum skulu hava
tey.
- Vit hava góðar timbur-
menn at heita á í slíkum
føri, sigur hann.
Trygvi vísir á, at fólk
yvirhøvur hava nógv um at
vera, og tí eru tað ikki øll,
ið hava stundir og orku at
byggja sær síni egnu hús.
- Í hesum førinum eru vit
avgjørt kappingarførir í
prísi, leggur hann aftrat.
Trygvi Mortensen, sum
er 35 ára gamalur, gjørdist
leiðari í timburhandlinum í
Runavík eftir Eli Hansen í
Saltangará, sum legði frá
sær vegna aldur.
Eli, sum hevur starvast í
timburhandlinum í mong
Harrans ár, er framvegis í
starvi, tó við niðursettari
tíð.
Timburhandilin bjóðar lyklaklár hús
- Í dag kunnu vit byggja eini lyklaklár hús, um fólk ynskja tað. Tey koma vit tekningum, og vit skipa fyri, at húsini verða bygd, sigur 35 ára gamli, Trygvi
Mortensen, sum hevur arbeitt í timburhandlinum í Runavík í 17 ár, seinastu árini sum leiðari.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
17
16