Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 63 - 1. apríl 2003 Nr. 63 - 1. apríl 2003 17 Lærarastørv í Fólkaskúlanum Í fólkaskúlanum eru niðanfyri nevndu lærarastørv leys at søkja til setanar 1. august 2003. Norðoya skúladømi I: Klaksvíkar, Hvannasunds,Viðareiðis og Kunoyar kommunur Viðareiðis kommuna: 1 lærari Umsøkjari, sum kann undirvísa í donskum, enskum og tónleiki, hevur fyrimun. Norðoya skúladømi II: Mikladals og Húsa kommunur Mikladals kommuna: 1 einalærari Eysturoyar skúladømi II: Skála, Sjóvar, Oyndarfjarðar, Runavíkar og Nes kommunur Runavíkar kommuna: 2 lærarar Umsøkjarar, sum kunnu undirvísa í alis-/evnafrøði, náttúru/tøkni, týskum og smíð, hava fyrimun. Sjóvar kommuna: 1 lærari Streymoyar skúladømi II: Hósvíkar, Hvalvíkar og Haldórsvíkar kommunur Haldórsvíkar kommuna: Tjørnuvíkar skúli 1 einalærari Streymoyar skúladømi III: Tórshavnar, Nólsoyar og Kirkjubøar kommunur Tórshavnar kommuna: Kommunuskúlin 8 lærarar Eysturskúlin 3 lærarar Sankta Frans skúli 1 lærari Kaldbaks skúli 1 lærari Umsøkjari, sum kann undirvísa í rokning, søgu, landalæru og náttúru/tøkni, hevur fyrimun. Vága skúldømi: Miðvágs-Sandavágs , Sørvágs og Bíggjar kommunur Miðvágs-Sandavágs kommunur: 1 lærari Umsøkjari, sum kann undirvísa dreingjum í svimjing/ítrótti og sum kann undirvísa í alis-/evnafrøði, hevur fyrimun. Skúvoyar kommuna 1 einalærari Øll størvini eru føst lærarastørv við fullum tímatali. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum,Fólkaskúladeildini,við starvsstaði í nevnda skúladømi og við fyribils tænastu í nevnda skúla/nevndu skúlum. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 - 27.4, og einalærarastørvinini verða lønt í lønarflokkunum 19.4 - 30.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið liggur á heimasíðuni www.mmr.fo, skal verða send Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegur 72, postrúm 3279, 110 Tórshavn, skjótast til ber og soleiðis, at hon er Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. apríl 2003. Við umsóknini eiga at verða løgd ljóstøk av próvbrævi og møguligum viðmælum. Teir umsøkjarar, ið søkja størv í fleiri skúlum, skulu skriva eina umsókn til hvørt starv, ið søkt verður. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. Tórshavn,20.mars 2003 Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 355050 - Fax 355055 - e-postur: MMR@MMR.fo Mentamálaráðið Sveisiarbeiði Eg havi byrjað mína egnu fyritøku har alt sveisi- arbeiði innan jarn, rustfrítt og alminium verður gjørt, bæði umvælingar og smærri arbeiði. Hevur hetta tín áhuga ring nátt sum dag. Tlf. 422127/220957 LB Service v/ Lars Bisgaard Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta -tað loysir seg C M Y K 17 16