týsdagur 1. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2003
15
Kall ætlar sær at fáa
fleiri virkiskundar.
Til tess at røkka hes-
um endamáli bjóðar
Kall áhugaverdu av-
sláttarskipanina,
HópKall, og nú eisini
allar GSM-tænastur,
ið einum virki tørvar
Høgni Mohr
Í apríl 2003 var talið á
virkiskundum hjá Kalli
komið upp um 300. Hetta
er umleið 16% av føroyska
marknaðinum.
Hesin fittligi hópur av
virkiskundum er ógviliga
ymiskligur, og orsøkirnar
til, at teir hava valt Kall, eru
eins ymiskar. Kortini hevur
tørvurin á bíligum samrøð-
um uttan iva alstóran týdn-
ing fyri mong. Summi velja
eisini Kall av hugsjónar-
ligum ávum. Tey vilja stuðla
veruligari
kapping
á
teleøkinum. Og so vilja tey
spara. Í hesum sambandi
velja tey eisini Kall, tí onkur
ávísur fyrimunur passar júst
til teirra; til dømis bíligu
uttanlandssamrøðurnar.
Hóast orsøkirnar til at
skifta til Kall kunnu vera
mangar, tykist lítil ivi vera
um, at júst tær bíligu uttan-
landssamrøðurnar frá Kalli
hava stóran týdning fyri
nógvar virkiskundar. Nevn-
ast kann, at minuttprísurin
til Onglands er sløk 50%
lægri enn hjá kappingar-
neytanum.
Fleiri størri kundar
Eisini
á
virkisøkinum
gongur eftir ætlan hjá Kalli.
Men í ár ynskir Kall sær
millum annað fleiri størri
kundar. Í hesum sambandi
ger Kall vart við, at bæði í
tí almenna og í vinnulívin-
um eru tað fleiri, ið høvdu
viljað minkað útreiðslurnar
til samskifti. Tí heldur Kall,
at fleiri áttu at tikið av góðu
tilboðunum frá Kalli.
Av teimum 7 ráðunum
undir landsstýrinum er tað
bara Vinnumálaráðið, ið
hevur veittrað Føroya Tele
farvæl og tikið upp sam-
starv við Kall. Tó eru onnur
ráð og vinnukundar, sum
hava víst stóran áhuga.
Hetta er eitt gott rák fyri
Kall, og á Kalli vóna tey, at
gongdin fer at halda fram.
Mótstøða móti mýtum
Kall hevur síðan tað varð
stovnað í 1999 stríðst við
mýtur og ávísan iva millum
fólk. At byrja við varð ivi
sáddur um nú tænastustøð-
ið hjá Kalli fór at vera í
minsta lagi eins gott og hjá
elligamla einkarfelagnum.
Spurt varð eisini, um neyð-
ugt fór at vera at skifta
fastnetnummar
og
um
mann nú kundi vænta at
hvørva úr telefonbókini.
Kall kann framvegis sissa
øll ivandi og staðfesta, at
allar slíkar tænastur eru væl
varðveittar.
Á Kalli verður eisini
staðfest, at fleri kundar
geva fleiri tænastur, og at tí
er neyðugt at beina burtur
mýturnar.
Fleiri
stórar
fyritøkur hava verið Kall-
kundar leingi, og hetta
samstarvið hevur verið
ólastandi. Á Kalli staðfesta
tey, at slíkir stórir kundar
neyvan høvdu verið verandi
hjá Kalli, virkaði samstarv-
ið ikki nóg væl.
Tá ið mýtur og ivi eru
beind burtur, gleðir Kall
seg til at kunna leggja
doyðin á at røkta verandi
kundaskara heldur enn at
nýta nógva orku at fáa
nýggjar kundar.
Fartelefon frá Kalli
At byrja við bjóðaði Kall
bara fastnet, men nú er
eisini GSM-skipanin ein
fullkomiliga virkisfør tæn-
asta hjá felagnum. Kall
bjóðar nú bæði talutíð og
vanligt GSM-hald. Eisini
altjóða reiking, sum gevur
kundanum møguleika at
fara uttanlands við síni
Kallfartelefon, verður veru-
leiki í næstum. Kall hevur
longu fingið avtalu í lag við
fleiri lond um slíkt sam-
røðusamstarv.
Tað er einki dulsmál, at á
Kalli vænta tey sær nógv
fleiri virkiskundar júst or-
sakað av nýggju GSM-tæn-
astunum hjá felagnum.
Summi virki hava nettupp
borið seg undan at skifta til
Kall, tí tey vilja hava bæði
fastnet- og fartelefonir í
sama telefelagi. Tey hava tí
viljað bíðað til Kall fór at
bjóða GSM-hald.
Soleiðis virkar
HópKall
Vinnukundarnir hjá Kalli
koma undir eina avsláttar-
skipan, ið eitur Hópkall.
Avslátturin verður ásettur
eftir, hvussu nógv vinnu-
kundarnir nýta telefonir
sínar. Størri nýtslan er,
størri verður avslátturin.
Skipanin gevur avsláttur
fyri at nýta vanliga fastnet-
telefon og fartelefon. Undir
hesum eru til dømis veksl-
arar, beinleiðis telefon-
nummur og fastnet- og far-
telefonir, ið einstaka virkið
rindar fyri starvsfólk.
Listaprísurin við Hóp-
Kalli er munandi lægri enn
hjá
kappingarneytanum.
Harumframt er nógv at
spara, tá ið nýtslan fer upp
um ávíst krónutal um mán-
aðin. Er nýtslan millum
2.400 og 5.000 krónur, fær
kundin 10% í avsláttri. Er
nýtslan yvir 5.000 krónur,
er avslátturin 20%.
Harumframt sigur Kall,
at styrkin hjá felagnum
mótvegis virkiskundum er
skjót tænasta, at kundin sær
dagligu nýtsluna á netinum
og ikki minst, at Kall altíð
er kappingarført í prísi.
Kall kallar á virkiskundar
15
14
Nr. 79 - 26. apríl 2003
C
M
Y
K
14
FORKUNNUG VITJAN
Vilmund Jacobsen
Stutt eftir, at Jacob Vester-
gaard hevði tikið við sum
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum, bjóðaði hann
norðurlendsku fiskimála-
ráðharrunum og starvs-
brøðrum teirra í Kanada,
Russlandi og Chili á vitjan í
Føroyum. Somu innbjóðing
fekk eisini fiskivinnukom-
miserurin hjá ES. Tað er al-
tjóða fiskivinnu- og ali-
stevnan, North Atlantic
Fish Fair, sum var skumpið
til hesa innbjóðing.
Jacob Vestergaard sigur,
at nú avtornar, koma bert
tveir av innbodnu gest-
unum til Føroya, nevniliga
grønlendski og russiski
fiskimálaráðharrin, báðir
við fylgi.
– Ferðalagið úr Ruslandi
telir eini 5-6 fólk og ferða-
lagið úr Grønlandi eini 2-3,
sigur hann.
Ymiskar orsøkir
Spurdur, hví aðrir hava giv-
ið avboð, sigur landsstýris-
maðurin, at tann íslendski
gav avboð orsakað av vali-
num, sum stundar til í Ís-
landi, og bæði tann norski
og kanadiski høvdu annað á
skránni hesar dagar.
– Kanadiski fiskimála-
ráðharrin hevði í hyggju at
koma higar til lands nakran
dagar frammanundan, men
tá ið saman um kom, lá tað
ikki fyri hjá honum kortini.
Hjá chilenska fiskimála-
ráðharranum lá heldur ikki
fyri at koma, og sama var
hjá fiskivinnukommiseri-
num hjá ES.
Jacob sigur, at høvið
verður at hitta fleiri av ráð-
harrunum á fundi í Halifax
tíðliga í summar, og ikki
minst gleðir hann seg til at
hitta kanadiska fiskimála-
ráðharran, nú havnirnar í
Kanada hava verið stongdar
fyri føroyskum fiskiskipum
í meira enn eitt ár orsakað
av ósemjuni um Grand
Bank.
Vit spurdu eisini Jacob,
hví hann sum landsstýris-
maður avgjørdi at bjóða
chilenska
fiskimálaráð-
harranum og fiskivinnu-
kommiserinum hjá ES hig-
ar.
– Sum landsstýrismaður
var Jørgen Niclasen í Chili
og greiddi frá føroysku
fiskidagaskipanini. Chilen-
ar vóru ógvuliga hugtiknir
av skipanini, og nú hildu
vit, at vit skuldu bjóða
teimum higar. Vit hava
nógv fiskivinnusamstarv
við ES, og tí avgjørdu vit
eisini at bjóða fiskivinnu-
kommiserinum higar, sigur
Jacob.
Útferðir, fundur
og framsýning
Landsstýrismaðurin sigur,
at ein fyribilsskrá er løgd
fyri vitjanina hjá grønlend-
ska og russiska fiskimála-
ráðharranum.
– Ferðalagið úr Grøn-
landi og Russlandi kemur
higar sunnudagin, tá ið vit
fara at taka ímóti gest-
unum, sum síðan fara at
gista á Hotel Føroyum.
Mánamorgunin verður far-
ið á útferð norður til Gjáar.
Síðan verður farið umborð
á Norrönu, sum liggur í
Saltangará. Her fáa gestir-
nir innivist, og døgurði
verður etin. Seinnapartin
mánadagin verður fundur
umborð á Norrönu millum
fiskimálaráðharrarnar við
embætisfólki um mál av
felags áhuga. At enda verð-
ur farið ein túr við Norð-
lýsinum mánakvøldið, og
tá verður ætlandi borðreitt
við alskyns sjómati.
Jacob sigur, at tá ið North
Atlantic Fish Fair letur upp
týsdagin, fer hann saman
við gestunum at vitja runt á
stevnuøkinum.
Ætlanin er, at útlendsku
gestirnir eisini skulu vitja
trygdarmiðstøðina í Klaks-
vík.
– Á fundinum umborð á
Norrönu fara vit at umrøða
spurningin um trygd á sjó-
num, og tí er tað hóskandi
at vitja trygdarmiðstøðina,
sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin held-
ur annars, at North Atlantic
Fish Fair er eitt gott høvi
hjá føroyingum at bjóða út-
lendingum higar at síggja,
hvat vit hava at bjóða, sam-
stundis sum møguleiki eis-
ini er fyri at vísa teimum
okkara land.
Fiskimálaráðharrar vitja Fish Fair
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, fer saman við grønlendska og russiska
fiskimálaráðharranum at vitja á North Atlantic Fish
Fair. Høvið verður eisini hjá gestunum at síggja seg eitt
sindur um á vitjanini í Føroyum
– North Atlantic Fish Fair er
eitt gott høvi hjá føroyingum
at bjóða útlendingum higar
at síggja, hvat vit hava at
bjóða, samstundis sum
møguleiki eisini er fyri at
vísa teimum okkara land,
sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, sum
sunnudagin fær vitjan av
grønlendska og russiska
fiskimálaráðharranum