Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 8. november 1991 Tær skapandi lærugreinirnar eru mest skerdar. Tað eru júst hesar, sum lógin mælir til at geva stórri pláss enn lógin ásetur. Lærarafelagið heldur tað vera løgid, at Landsskúlafyrisitingin góðtekur hesa skerjing. Mynd: Kalmar Stødid tikið undan folkaskulanum -og harvið øllum framhaldandi skúlaskapi í F óroyum, sigur Lærarafelagið -Stødan, skúlin er komin í vegna sparingarnar, setur Ometaliga stór krøv til teir lærarar, sum kenna sina ábyrgd. Tað verða aftur teir, :ð skulu royna at bera so í bandi, at børnini ikki verða við sviðið soð. So verða teir tað heldur sjálv- ir, og tí átaka teir sær øktar arbeiðsbyrðar. Hetta sigur Føroya Lær- arafelag í niðurstøðu síni, eftir at hava kannað hvussu sparingarnar raka føroyska fólkaskúlan. Lærarafelagið vil millum annað við hesum gera politikarunum greitt, at tað ber ikki til at skipa undir- vísing í fólkaskúlanum sambært galdandi løgtings- lóg um fólkaskúlan og verandi tíma- og læru- greinabýtum við tí játtan, sum skotin er upp á fíggj- arlógini fyri næsta ár. framhaldsdeildina meinast Føroya Lærarafelag fór í fjør undir kanningina. Allir skúlar fingu spurnarblød um ymisk viðurskifti á skúlanum seinastu seks ár- ini fyri at fylgja gongdini. Hóast allir skúlar ikki svaraðu, fekk felagið so mikið nóg av tilfari, at tað greitt kann sigast, at sparingarnar fyrst og fremst raka skúlarnar við framhaldsdeild. Halda légina? Kanningin vísir, at fólkaskúlalógin ikki verður hildin í øllum fórum. Hon verður hildin í grund- deildini á stóru skúlunum, men å fleiri smærru skúl- um vænta fleiri lærugrein- ir. Lærarafelagið heldur, at tað er átaluvert, at Lands- skúlafyrisitingin einki hev- ur gjørt við tað. Í framhaldsdeildini er talið á kravdum tímum fækkað, og tað er talið á tímum til vallærugreinir eisini, og tað heldur lær- arafelagið vera brot á fólkaskúlalógina. Eisini vísir kanningin, at tað eru skúlar, sum liggja niðan fyri loyvda mark av undirvísingartímum. Lær- arafelagið heldur, at ásett eigur at vera eitt minsta- mark fyri undirvísing fyri hvørt barn í Føroyum, uttan mun til, um tað gongur í ein stóran ella lítlan skúla. Færri tímar til serligan tørv Sparingin á skúlunum merkist millum annað so- leiðis, at færri tímar eru til eykatænastur av ymiskum slag sum serundirvísing, tvílæraraskipan, stuðuls- læraraskipan, deiltímar, sjúkravikar, b6kavør& o.s.fr. Eisini eru færri val- bólkar í framhaldsdcildini. Skeiðbýtið í framhalds- deildini er nógva staðni avtikið, og summastaðni er kravda tímatalið hjá børn- unum lækkað í mun til undanfarna ár. Lærara- felagið heldur úrslitið vera, at tað verður truplari at skipa eina fjølbroytta undirvísing, lagað eftir lørvi og áhuga hjá næm- ingunum. Ymiskt frá skúla til skúla Kanningin vísir eisini, at fylgjurnar av Sparingunum eru ógvuliga ymiskar frá skúla til skúla. Hetta kemur millum annað av, at Landsskúlafyrisitingin, áðrenn sparingarnar, hevði g6dtikid ein stóran Ójavna millum skúlar. Summir skúlar høvdu fingið eina nógv stórri tímakvotu, í mun til næmingatalið, enn aðrir. Eftir at sparingar nú eru framdar, eru nakrir skúlar, sum eru illa fyri, og aðrir, sum næstan einki hava merkt til hesar sparingar, sigur felagið. Eitt annað sum ger, at fylgjurnar eru ymiskar er, at skúlar hava valt, at loysa trupulleik- arnar á ymiskan hátt. Til dømis við at leggja år- gangir ella flokkar saman, at minka ella strika deil- tímatalið, at strika skeið- býtið, at fækka um val- bólkarnar, at minka um serundirvísingina og við at skerja grundtímatalið hjá næmingunum.