fríggjadagur 8. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
1
Nr. 208 — 8. november 1991
A SOSÍalUrin|
Síða 3
Ruskóskil Í Runavík
Ruskbingjurnar verða ikki
tømdar regluliga sum tær
skula, og uttanum liggur
leyst rusk og slødist — til
ampa fyri alt annað, ið er
rundanum. Og hóast ikki
færri enn tveir vatnpostar
eru á ruskøkinum, er ókið
ongantíð hvørki spulað
ella reinsað í yvir eitt ár
Í mong harrans ár var mik-
ið stríð um, hvar ein inter-
kommunal brennistød til
alt rusk frå øllum land-
inum, skuldi liggja.
Fyrst varð ætlað, at hon
skuldi vera á Høganesi,
men so vóru tað fólk, ið
við undirskriftum og
øllum hugsandi tiltøkum
settu seg so hardliga upp
ímóti hesum, at henda
ætlan varð slept, hóast
einki bendi á, at vanlig
fólk á økinum høvdu
nakað ímóti, at hon varð
løgð har.
Tað, ið eftir lá, var ein
hálvliðugur vegur, sum
liggur nærmast endaleysur
í haganum. Tó verður ein
partur av honum nýttur
sum farleið niðan á nýggja
ítróttargkið og grasvøllin á
Svangaskarði.
Sostatt var neyðugt at
finna henni annað stað, og
var tá farið Áir, har alt eis-
ini tóktist vera so mikið
greitt, at har eisini varð
farið undir vegagerð.
Men skjótt var hetta
heldur ikki nóg gott stað,
fyrst og fremst við teirri
grundgeving, at her fór
matvøruframleidsla fram,
og at tað ti ikki hóskaði
seg at hava brennistød á
økinum.
So her lá eisini ein ónýt-
ur vegastubbi gapandi eft-
ir, men eingin brennistød.
Rusktrupulleikar
Tá varð so farið á Haga-
leitið eystan fyri bygdina í
Leirvík at byggja brenni-
stød, sum hóast eisini mik-
ið stríð hóast alt kom upp
at standa og í dag verður
brúkt til ruskbrenning av
at kalla øllum ruskinum í
Føroyum, sum er uttanfyri
Havnina.
Og sjálvandi hildu fólk,
at rusktrupulleikin nú var
loystur, men so var ikki.
Finnast skuldi fram til
tyrvingarpláss, men tað
var ikki nøkur takksom
uppgáva, tí ein kommuna
fyri og onnur eftir vildu
ikki vita av ruskinum, ið
ikki kundi brennast.
Men nú er helst ivaleysa
góð loysn funnin á hesum
trupulleika.
Enn langt frá loystur
Og tó... Rusktrupulleik-
in er langt frá loystur í so
mikið stóran mun, at gll
kunnu vera nøgd, og vit
eiga eina nógv reinari
náttúru og eitt nógv reinari
umhvørvi enn framman-
undan.
Dømini um, at so er, eru
fleiri., og eitt av teimum,
ið eru sera sjónsk og grov,
er ruskbingjuplássið, sum
er gjørt í Runavík, og er
ætlað privatfólki.
Ruskbingjuplássið, ið er
gjørt eftir teimum for-
skriftum, ið hildnar vera at
hóska, er alt annað enn ein
frøi at síggja.
Hóast bingjurnar eru
nógvar í tali, og ikki færri
enn tveir vatnpostar eru á
økinum, er gkið sera skitið
og ónossligt, tí tað er ikki
reinsað í yvir eitt ár.
á
Verða als ikki temdar
Afturat hesum kemur so,
at bingjurnar als ikki vera
tømdar, sum tørvur er á.
Nærum altid standa tær å
tremur vid ruski, umframt
at rusk í stórum rúgvum
rekst uttanum, av tí at
pláss ikki er fyri tí í sjálv-
um bingjunum.
Hetta er til miklan ampa
fyri økid sum heild, og
ikki minst tey, ið hava
annað at brúka økid uttan-
um til, so sum virki og
fyritøkur.
Tað triðja, ið ger seg
galdandi, er at ruskbingj-
urnar eins nógv og helst
væl meira verða brúktar av
ødrum, enn tær eru ætlað-
ar til. Har liggur ymist
burturkast, ið er av slíkum
slag, at tað einki hevur við
burturkast hjá privatum at
gera, men er burturkast frá
handlum, virkjum, fyritøk-
um og ødrum, ið av einari
ella aðrari grund ikki
brúka teir ruskburturkoyr-
ingarmøguleikar, tey ann-
ars hava.
Ikki bert privat nýtsla
Nú ein dagin, Sosialurin
var framvið ruskpláss-
inum, lógu einir 10-15
akkumolatorar til bilar
sløddir við síðuna av
bingjunum á plássinum.
Ruskbingjuplássið í
Runavík er illa røkt,
so bingjurnar eru
fullar og alt hitt
ruskið liggur og
slødist utianum. Mynd: |
Hóast ruskbingju-
plåssid er ætlad priv-
atum, hava handlar,
virki og fyritókur fylt
tað við sínum ruskið.
Hesir akkumolator-
arnir lógu har hendan
dagin, Sosialurin kom
framvið plássinum.
Mynd: Hilmar Jan
Og so stórt tal av akku-
molatorum er í hvussu er
fleiri ferðir meira enn eitt
húsarhald hevur at tveita
burtur í einum.
Samstundis, er ikki at-
komandi hjá teimum, ið
hava verulig ørindi á rusk-
bingjuplåssinum, so tey
ikki fáa koyrt tað burtur,
ið skal koyrast burtur har.
Oloystur trupulleiki
Hetta er stødan at kalla
hvørja viku, og hóast fólk
gremur seg dúgliga um
skilið, hendir einki við ti.
Ruskið hópar seg upp —
ikki minst tað, ið als ikki
hoyrir heima á økinum —
og eftir stendur rusktrup-
ulleikin: Oloystur!
Ruskið, sum fyrr skuldi
eitast at fara fyri Fossdals-
bakka eystanfyri Æðuvík,
er nú bert flutt til Runavík-
ar, og so sum so man vera
við teirri »fridkingini«…