Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 1. apríl 2003 23 Tá samanum kom, so vann VB ein triva- ligan sigur á StÍF, men áðrenn tað kom somikið langt, vórðu tær á oddaliðnum hildnar á pínubeink- inum rættiliga leingi KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var sjónligt, at nervar- nir órógvaðu, tá VB sunnu- dagin hevði møguleikan at taka tað, sum kundi gerast seinasta fetið móti FM- gullinum. Hetta seinasta tó treytað av, at VÍF snávaði, tá tær leiktu í Havn. Nakað, ið sum kunnugt ikki hendi, og tí mugu vágbingar í øllum førum bíða eina viku afturat. Tungir nervar Og at bíðitíðin kann vera bæði strævin og slítandi, vóru sjónlig tekin um í høllini í Vági sunnudagin. Í øllum førum var tað nakað langt ífrá nøkrum FM-spælið, sum VB sýndi fyrstu longu løtuna móti einum skerdum StÍF-liði. Spælið var stirvið, leikarar- nir megnaðu sjáldan at bróta ígjøgnum, og so hoyrir tað eisini við, at Kristina Griksaite stóð framúr væl í málinum, so- leiðis at hon tók sær av tí mesta, tá VB fekk nakrar møguleikar. Ein av avgjørdu styrkjun- um hjá VB í ár hevur uttan iva verið verjuparturin, og tað var eisini fyrst og fremst hesin, sum bjargaði teimum sunnudagin. Hóast tað ikki gekst somikið væl í álopspartinum, so megnaðu tær mest sum at halda tætt fyri egnum máli, og leingi var líkt til, at talan skuldi gerast um ein óvanliga mál- fátækan dyst. Soleiðis stóð 4-2 á mál- talvuni, tá tveir triðingar av fyrra umfarinum vóru lidnir, men so tók at loysna hjá VB. Seinastu løtuna undan steðginum togaðu tær seg hampuliga leysar av StÍF, soleiðis at leiðslan í steðginum kom upp í fimm mál. Hetta saman við teirri sannroynd, at alt bendi á ein VÍF sigur í Havnini, var ivaleyst viðvirkandi til, at VB nú kastaði allar nervar burtur. Álopsspælið koyrdi nú við fullari ferð, og í verjupartinum fingu tær ferð eftir ferð tak á bóltin- um, soleiðis at kontra- møguleikar spurdust burtu- rúr. Fyrstu løtuna royndi Kristina framhaldandi at verja fyri, at munurin skuldi gerast ov stórur, men at enda mátti eisini hon geva seg yvir. Ikki minst var Gurið Mortensen væl fyri, og ta einu løtuna tóktist tað so, at hon bara skuldi gera eitt ella annað, so lá bólturin í málinum. Eru best Soleiðis gjørdist seinni hálvleikurin av dystinum ein av tí meira undirhald- andi slagnum. Í øllum før- um hjá heimaáskoðarunum, sum helst fingu staðfest, at tá lagið er hitt rætta, so hava tey besta kvinnuliðið í Føroyum. Sum nevnt, so er verju- parturin á liðnum framúr, og við Diava Ylaite at verja málið, er eisini tann partur- in í lagi. Úti á vøllinum tykist liðið eisini gerast sterkari og sterkari fyri hvønn dystin. Sjálvandi eiga tær báðar útlendsku sín lut í hesum, men hartil telir liðið hjá VB eisini fleiri av fremstu kvinnuligu leikarunum. Gurið Morten- sen, Rannvá Augustinussen og Laila Jespersen eru í øllum førum leikarar, sum enn eru blaðungar í hond- bóltshøpi, og megnar VB framhaldandi at seta nakað av fólki við, so er einki at ivast í, at tey eisini í framtíðini eiga eitt gott kvinnulið. Í løtuni man framtíðin hjá VB-áskoðarunum tó ikki røkka meira enn eina viku fram. Tá kemur Stjørnan á vitjan, og so- leiðis sum alt nú hevur lagað seg, so verður hetta dysturin, har meistaraheitið skal tryggjast. Spurning- urin er so, hvørt leikararnir til ta tíð í størri mun eru førar fyri at taka hesa ábyrgdina á seg, ella um tað kanska verður so, at av- gerðin má bíða enn eitt vikuskifti. Hjá StÍF er í øllum førum at vóna, at Stjørnan heldur ikki fær nakað við sær úr Vági. Í øllum førum ikki, um StÍF skal ogna sær bronsumerkini. Sjálvar hava tær dystir móti Tjald- ur, Neistanum og VÍF eftir, og hesir skulu so helst kasta eini fýra stig av sær, um bronsumerkini skulu gerast veruleiki. Dysturin í tølum VB-StÍF 28-13 (10-5) Málskjúttar: VB: Gurið Mortensen 12, Daiva Toumaite 5(2), Arn- leyð Hjelm 5, Red Kurka- skiene 2, Laila Jespersen 2, Rannvá Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1 StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Asta Petrauskiene 4, Alina Olaru 3, Anna B. Danielsen 1 Brotskøst: VB 3, StÍF 4 Útvísingar: StÍF 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu fyri tað mesta ein friðarligan seinnapart. VB-StÍF 28-13 (10-5): Strævin stórsigur Í longu løtum av dystinum var StÍF-verjan sum ein opnahjallur, og tó at hon tók nógv, so fekk Kristina Griksaite ikki einsamøll vart fyri hesum Mynd: Álvur Haraldsen Nú nærkast staðfestingin, og tær vita tað. Sigurin á StÍF flutti VB so nær meistaraheitinum, sum tilber, og nú restar teimum bert eitt stig, áðrenn gullið er heima Mynd: Álvur Haraldsen 23 Nr. 63 • týsdagur • 1. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Men eingin vandi tyk- ist vera fyri, at upp- hæddirnar, sum flóta úr UEFA kassanum og til føroyskan fót- bólt, fara at minka í framtiðini – heldur verður tað tvørtur- ímóti UEFA AÐALFUNDUR Jóannes Hansen Tað eru ikki so nógvir pengar í altjóða fótbóltin- um, sum tað vóru í áttati árunum. Henda veruleikan hava bæði stór og smá feløg kent sviðan av seinastu árini, m. a. í at tað nú er nógv torførari at selja spæl- arar fyri stórar upphæddir, enn tað áður hevur verið. Nú fara feløgini, sum lut- taka í Europa Cup, at merkja hetta á upphædd- unum, sum verða lutaðar út av UEFA. Europeiska fót- bóltssamgongan hevur ser- liga fingið nógvar pengar fyri at selja rættindini at sjónvarpa frá Europa Cup fyri meistaralið. – Upphæddirnar fara at minka, og talan verður um so mikið stórar skerjingar, at tað fer væl og virðiliga at síggjast aftur. Hetta varð sagt á aðalfundinum hjá UEFA, sum í síðstu viku var í Rom. Fyri Fótbólts- samband Føroya vóru Dánjal Andreasen, formað- ur, og Ísak Mikladal, aðal- skrivari, á fundinum. At upphæddirnar fara at minka kemst ikki bara av, at fíggjarliga orkan hjá sjón- varpsstøðum sum heild er minkað ella rættari, at tey, sum eru áhugað í at bjóða upp á rættindini, nú vilja hava betri samband millum tað, sum tey veruliga orka at gjalda, og tað, sum tey bjóða. Minkingin kemst eisini av, at áhugin fyri meistarakappingini í nøkr- um av peningaríkastu lima- londunum í UEFA í ár ikki er tann, sum hann hevur verið. Her verður fyrst og fremst hugsað um Týskland og Frakland. Nú tað er greitt, hvørji feløgini eru, sum hava vunnið sær rættin at spæla í fjórðingsfinaluni í Europa Cup fyri meistar- ar, er tað ein veruleiki, at einki týskt og einki franskt felag er ímillum tey sein- astu átta. Sjálvandi ávirkar hetta áhugan hjá týskum og fronskum sjónvaprsrásum at senda frá dystunum, og tað fer at merkjast í eitt nú lýsingainntøkunum. Røkkur neyvan Føroyum Spurningurin hjá føroying- um er, um skerjingarnar fara at síggjast aftur í upp- hæddunum, sum FSF og feløgini fáa fyri at taka lut í Europa Cup kappingunum. Føroyska meistaraliðið fær eina stóra millión fyri lut- tøkuna, og hini bæði liðini, sum luttaka í UEFA kapp- ingini, fáa eina slaka hálva millión um árið. FSF fær eisini stórar upphæddir frá UEFA. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari hjá FSF, sigur, at á fund- inum í Rom fingu føroysku umboðini onga ábending um, at tað, sum flýtur frá UEFA og norður henda vegin, fer at minka: – Okkara lutur er lítil í europeiskum høpi. Fyri FSF og feløgini hava hesir pengarnir stóran týdning og kennast sum stórar upp- hæddir. Men vit skulu minnast til, at í UEFA høpi er hetta talan um minstu upphæddirnar, og vit rokna ikki við, at tað verður í teimum, at teir fyrst fara at skerja. Tað hevði ikki verið líkt politikkinum hjá UEFA higartil, sigur Ísak Mikla- dal, sum annars vísir til heimasíðuna hjá UEFA, har stuðul til feløg og sambond í framtíðini verður við- gjørdur. Graslíki í hvørjari bygd Á heimasíðuni hjá UEFA verður tosað nógv um, hvussu europeiska sam- bandið í framtíðini skal stuðla fótbóltssambondum og feløgum. Hóast inntøk- urnar í sambandi við europeisku liðkappingarnar eru minkaðar og kanska fara at minka uppaftur meiri, so tykist UEFA ikki beinleiðis at vera í peninga- neyð. Mótsatt Europa Cup kappingunum so er áhugin fyri at sjónvarpa frá EM endaspælinum fyri landslið vaksandi, og tað sæst aftur í tí, sum rættindakeyparar eru sinnaðir at rinda UEFA fyri sjónvarpsrættindini. UEFA eigur fimm milli- ardir krónur á bók. Teir skulu eiga í minsta lagið 1,5 milliardir krónur í trygdargrunni. Tað líkar ikki øllum eins væl, at teir eiga so nógv meiri enn hetta, og nú verður tosað um, hvussu summir av pengunum skulu koma fótbóltinum í limafeløgun- um til góða. Á heimasíðuni verður tosað um nýggjar stuðuls- skipanir í staðin fyri tær, ið hava verið galdandi í niti árunum. Hesar hava m. a. havt sum mál at stuðla Eystureuropa, eftir at kommunistisku stýrini eru burtur. Á heimasíðuni verður tosað um tríggjar ymsar stuðulsmátar, ið ganga undir felagsheitinum Hat- trikk. Treytir eru við allar mátarnar, sum UEFA fer at stuðla uppá. Felags fyri treytirnar er, at pengarnir skulu koma fótbóltinum til góða. Talan skal t. d. ikki vera um bygging og rakstur av gistingarhúsum og øðr- um í tí bransjuni. Millum stuðlarnar verður ein nevndur, ið skal nýtast til graslíksivallir av mest nýmótanst slagnum. Talan er um smáar vallir, ið eru tólv ferðir tjúgu metrar. Treytin fyri at UEFA skal stuðla tílíkum tiltøkum er, at lokalu myndugleikarnir eisini stuðla. – Vit fylgja sjálvsagt sera væl við í, hvørjir møguleik- arnir verða í hesum. Tað kann eitt nú hugsast, at møguleiki verður hjá smærri bygdum í Føroyum, sum ikki hava graslíkisvøll, at fáa stuðul til sovornar vallir, treytað av at komm- unurnar vilja t. d. lata lendi og gera tað klárt til álegg- ing, men tað er ov tíðliga at siga nakað meiri ítøkiligt enn tað, sum er at síggja á UEFA heimasíðuni, sigur Ísak Mikladal. Europa Cup pengarnir fara at minka Hóast Europa-Cup pengarnir helst fara at minka, so er ikki væntandi, at eitt nú HB ella NSÍ fara at merkja stórvegis til hetta, tá teir skulu spæla altjóða dystir C M Y K 22