Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 21 C M Y K 21 20 SVEISITÓL Vilmund Jacobsen 1972 var árið, tá ið tá tvey ára gamla fyritøkan, Miga- tronic, kundi vísa fram sín- ar fyrstu mondulbygdu sveisimaskinur við elektro- nik-kassa, sum kann skift- ast. Á framsýning í Hern- ing vórðu maskinur til bæði mekanikarar, smiðir og ídnaðin vístar fram. Millum tey vitjandi á framsýningini vóru umboð fyri størsta keyparan av amboðum úr Svøríki, Luna AB, og í 1974 varð sáttmáli undir- skrivaður við fyritøkuna um 1.200 sveisitól. – Hetta var ein stór upp- gáva, minnist Petur Roed. Í 1973 høvdu vit við 15 monnum framleitt 400 sveisimaskinur, og hóast leveransan til Svøríkis fevndi yvir 2 ár, vistu vit ikki rættiliga, hvussu vit skuldu bera okkum at. Men í 1974 komu vit uppá 1700 maskinur og 40 mans, og longu árið eftir framleiddu vit 4.000 sveisitól. Peter sigur, at samstarvið við Luna AB gav Migatron- ic tað stóra lopið frameftir. Ikki bert tí, at hetta var ein stór bílegging, men serliga av teirri orsøk, at Luna setti krøv. Sviar ynsktu eitt nógv størri vøruúrval, serliga til ídnaðin. Teir hildu eisini, at sveisislangurnar og tráfør- ingin skuldi gerast betri. – Í hesum tíðarskeiði var tað fyri okkum, sum vóru nýggir á marknaðinum, eitt stórt hepni at fáa samstarv í lag við so professionellar og royndar keyparar, sigur Peter Roed. Oljukreppan Oljukreppan í 1973 og árini eftir vóru við til at økja áhugan fyri tólunum hjá Migatronic í nógvum lond- um. Bilarnir vórðu ikki skiftir út so skjótt sum frammanundan, og tørvur var á meira umvælingarar- beiði. Av tí, at ikki so nógv- ar fyritøkur høvdu gjørt so nógv við at menna smá, men effektiv CO2-sveisitól til bilverkstøð, gjørdust tól- ini hjá Migatronic skjótt millum tey mest áhuga- verdu. Í 1974, tá ið vogntokini rullaðu úr Norðurjútlandi móti Svøríki, byrjaði sølan hjá Migatronic eisini í Italiu, Hálandi, Belgiu, Eysturríki, Týsklandi, Ís- landi, Noregi og Finlandi. Fýra ár seinni kom Japan eisini inn sum marknaður, og longu tá hevði Miga- tronic fastar innflytarar ella umboðsmenn í 14 evrope- iskum londum. – Árini eftir hetta fingu vit stórar bíleggingar úr Egyptalandi, USA og Kina, og sum tíðin leið, høvdu vit samstarv við 40 lond. Vit vóru errin av hesum, men tað kundi vera trupult at stýra tí tænastuneti, ið vit sóu sum ein týðandi lut av samlaðu dygdini av Miga- tronic. Tí fóru vit meira og meira at leggja dent á teir evropeisku kjarnumarknað- irnar. 11 dóttirfeløg Við egnum feløgum á teim- um trimum størstu einstøku marknaðunum, Týsklandi, Onglandi og Fraklandi, hevði Migatronic longu tey tíggju fyrstu árini víst evn- ini og viljan til at røkka eini sterkari altjóða støðu, og í eini røð av øðrum londum fylgdu innflytarar krøv- unum til útbúgving og tæn- astu. Nógv skeið eru hildin fyri teimum, sum í ymisku londunum selja tey grønu sveisitólini hjá fyritøkuni. Í 1991 setti Migatronic á stovn dóttirfelag í Italiu, har ein »ekspansivur« marknað- ur hevur verið síðan 1974. Í 1992 vórðu feløg sett á stovn í Kekkiu, Ungarn, Noregi og Svøríki. Í 1999 vórðu dóttirfeløg sett á stovn í ávikavist Hálandi og Finlandi, og seinast er eitt dóttirfelag sett á stovn í Indiu. Útflutningsparturin hjá Migatronic hevur øll árini ligið um 65%. Geografiskt fyllir danski marknaðurin ikki nógv samanborið við útflutning- in, men danski idnaðurin og bilbransjan hava altíð tikið væl ímóti Migatronic. Fyritøkan hevur 25 pro- fessionell sveisisentur í Danmark. 300.000 sveisitól seld síðan 1972 Í 1972 seldi Migatronic fyrsta sveisitólið til eitt land uttanfyri Danmark. Síðan henda fyrsta maskinan varð seld, eru 300.000 sveisimaskinur seldar til fimti onnur lond enn Danmark. Samstundis hevur Migatronic útbygt sítt egna altjóða virksemi, soleiðis at fyritøkan í dag hevur dóttirfeløg í 11 ymiskum londum Oljukreppan í 1973 og árini eftir vóru við til at økja áhugan fyri tólunum hjá Migatronic í nógvum londum. Bilarnir vórðu ikki skiftir út so skjótt sum frammanundan, og tørvur var á meira umvælingararbeiði Danski marknaðurin er lítil samanborið við útflutningin, men idnaðurin og bilbransjan í Danmark hava altíð tikið væl ímóti sveisitólunum hjá Migatronic Útflutningsparturin hjá Migatronic hevur øll árini ligið um 65%