Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÁKUP MØRK Klaksvíkingar hava aftur í ár gjørt royndina við leikandi venjara úr egnum røðum. Væl eydnaða royndin við Kurt Mørkøre í fjør hevur ivaleyst havt sína ávirkan í so máta, og í vetur varð boðað frá, at tað skuldi verða Jan Joensen, sum nú settist í venjarastólin. Ein kollvelting Her hevur Jan so verið í nakrar mánaðir nú, og hann dylir ikki fyri, at nógvir lutir eru væl øðr- vísi, enn hann frammanundan hevði roknað við. – Tað er ikki so, at eg á nakran hátt iðri meg um avgerðina, sum eg tá tók, tí tað er ein fantastiska spennandi avbjóðing at verða venjari. Men tað er so nógv, ið tú sum venjari skalt hugsa um og taka støðu til, sum tú als ikki merkir sum leikari. Eitt nú er eingin nytta í at koma ófyrireikað- ur til venjing, og tú mást eisini al- tíð hava alternativ klár. Hevur tú t.d. ætla at venja langar avlever- ingar ein dag, og veðrið so er ófantaligt, mást tú hava okkurt í bakhondini, uttan at leikararnir merkja nakað til broyttu ætlanir- nar. Tað er so bara nakað, sum mann má venja seg við, og eg haldi eisini sjálvur, at eg læri eina rúgvu hvønn dag. Og umframt hetta, dylur Jan heldur ikki fyri, at persónliga hev- ur nýggir leikluturin verið ein kollvelting. – Nú eri tað brádliga eg, sum standi við avgerðunum, og tað setur nøkur heilt onnur krøv. Eg skal seta leikarar á og av liðið, leggja spæliætlan og syrgja fyri, at smálutir sum horna, fríspørk og manngarður eru í lagi, og tað er nakað heilt nýtt. Og so er tað ikki minst, at tað nú eri eg, sum skal syrgja fyri, at nóg nógv fæst burturúr venjingunum. Har havi eg kanska enn trupulleikar við at skera nóg nógv ígjøgnum, soleið- is at disiplinin til venjingar kan- ska ikki er heilt so hørð. Tá er kanska lættari hjá einum venjara at koma uttan ífrá, uttan at leikar- arnir kenna hann ov væl áðrenn, men hinvegin vil eg heldur ikki broyta meg sjálvan sum persón. – Spælararnir hava tó stuðlað mær sera væl, so talan er ikki um nakrar álvarsligar trupulleikar í venjingunum fyri tað. Allir sum ein eru leikararnir ágrýtnir og seriøsir, og so er tað upp til mín at fáa tað besta fram í liðnum. Ábyrgdina av Klaksvikini Sum leikari hevur Jan altíð verið ein av teimum, sum hevur staðið fyri framrættaða spælinum á lið- num, og sjálvur heldur hann eis- ini, at tað mest er hetta, sum hann hevur arbeitt við fyrstu tíðina. – Vit hava sum so eina rættiliga góða verju, og organisatiónin á liðnum er ikki so galin, so higartil hevur tað mest verið álopsspælið, sum eg havi hugsað um. Vit skulu læra at flyta okkum meira uttan bólt, soleiðis at vit fáa flutt fólk niðan fyri á tann hátt at skapa yvirtal. Har eru vit ikki nóg sterk- ir enn, men tað sigur seg sjálvt, at eg eisini noyðist at hugsa um verjuspælið. – Men so má eg eisini siga, at at fyri mítt viðkomandi er viljin hjá einstøku leikarunum tað týd- ningarmesta. Tað er lítil nytta í at leggja eina neyva spæliætlan til rættis, um eingin fylgir hesari kortini. Talan er jú um menn, sum allir duga at spæla bólt, men spurningurin er, um teir vilja spæla. – Her var tapið fyri EB/Streymi í steypakappingini kanska ein góður lærupeningur, tí tann dystin vildu vit ov lítið. Har var eingin vilji at vinna, tá teir høvdu bóltin, og undir slíkum umstøðum er ræðuligt at standa á síðulinjuni. – Júst hetta er kanska eisini størsti munurin, nú eg ikki bara eri spælari. Fótbóltur er jú nakað, sum flest allir klaksvíkingar hava áhuga fyri, og sum er standi eg faktist við ábyrgdini fyri, at flagg- skipið hjá KÍ hevur tað gott. – Tað var í øllum førum ikki stuttligt, tá vit taptu handan dystin fyri EB/Streymi. Nærum einki mark var fyri viðmerkingunum, sum eg fekk eftir dystin. – Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at hæddarpunktini eru góð. Tað er kanska eisini tað, sum eg fegnist mest yvir. Nevn- liga at eg her havi møguleika at røkka nøkrum sum venjari. Vit hava ein góðan leikarahóp, og við rætta hugburðinum og neyðuga hepninum eri eg ikki í iva um, at vit kunnu røkka heilt upp. Og at standa sum venjari, meðan liðið hjá tær spælir væl, er nakað heilt serligt. Tað er ein kensla, sum tú ongan tíð fært sum spælari, og so er bara at vóna, at tann kenslan verður frammi fleiri ferðir í ári- num, sigur Jan Joensen. 20 21 Kenslurnar eru størri – Viljin hjá einstøku leikarunum er tað týdningarmesta. Tað er lítil nytta í at leggja eina neyva spæliætlan til rættis, um eingin fylgir hesari kortini. Talan er jú um menn, sum allir duga at spæla bólt, men spurningurin er, um teir vilja spæla, sigur Jan Joensen, venjari hjá KÍ. Mynd: Álvur Haraldsen Símun Joensen er ein av ungu spælarunum hjá KÍ. Mynd: Álvur Haraldsen Kenslurnar kring sigrar og tap eru nógv størri sum venjari enn sum leikari, og hetta heldur Jan Joensen vera eitt tað størsta umskiftið, nú hann hevur ábyrgdina av KÍ-liðnum 2003 2003