Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 22.03: The Ipcress File Enskur filmur frá 1965, bygdur á skald- seguna hjá Len Deighton. Hevuðsper- sónurin í >The Ipcress File« er Harry Palmer. Palmer var fyrr sergentur í her- inum, men endaði sum agentur í enskari trygdartænastu. Nú leitar hann eftir ein- um horvnum vísindamanni. Men tað sum byrjaði sum vanligt rutinu-arbeiði, gerst nú sera vandamikið. Í hesum stríði við falsan og morðum uppdagar Palmer, at onkur av hansara stjórum er dupult- agentur. Leikarar: Michael Caine, Sue Lloyd, Nigel Green, Guy Doleman. Fríggjadagin kl. 0.03: Twilight Zone Ein gomul kona kemur í ein aktivitets- handil at selja eina gamla fløsku. Handilsmaðurin, Castle, keypir fleskuna, hóast hon ikki er nógv verd. Tá ið hann seinni vísir konuni fløskuna, kemur hann undir hana og hon brotnar. Upp úr henni kemur ein lítil maður, sum sigur seg vera ein anda, og Castle kann seta fram fýra ynski. Castle gerst fyrst kløkkur, men fer so at ynskja. Fyrst vil hann hava ein rút gjerdan og skjótt svimur hann í pengum. Men tá ið hann ynskir triðju ferð, endar hann í Týsklandi — og nú er bert eitt ynski eftir Leygardagin kl. 22.00: Billion Dollar Brain Á ? Í Michael Cane Enskur filmur frá 1967, bygdur á skald- segu hjá Len Deighton. Hetta er triði filmurin um enska agentin Harry Palm- er. Hesu ferð verður Palmer sendur burt- ur úr London at arbeiða. Hann skal vera kurérur frá London til Finlands. Hann er ikki meira enn komin til Helsingfors, tá ið hann kemur upp í nógvar hendingar, sum allar snúgva seg um ein ríkan ameri- kanara, sum droymir um at beina fyri ell- um kommunistum. . Leygardagin kl. 17.00: Young Riders J. D. Marcus er ein kendur rithøvundur, sum hevur skrivað nógvar søgur um Villa Vesten. Hann fer nú til Sweetwater at finna ein nýggjan hevuðspersón til bekur sínar, ein Jimm Hickok. Teir hitt- ast á saloonuni, har Hickok leggur á Marcus. Nakrar mánaðar seinni kemur út ein bók um western-hetjuna >Villi Bill Hickok. Í bókini hevur Villi Bill longu dripið 20 mans og skjýtur eisini byrsumannin Calden, sum í veruleikan- um er til og ikki deyður. Bæði hann og mong onnur lesa bókina og skjótt fær Jimmy trupulleikar. Sunnudagin kl. 15.05: Nýgift Ungi arkitekturin Gunnar Bergstrand giftist við norsku Evu, móti viljanum hjá foreldrunum. Pápi Gunnar, sum eigur byggifyritøku, heldur hann vera ov ung- an bæði at giftast og at taka yvir í fyri- tekuni. Mamma Evu, sum sjálv er skild, heldur tað tað loysir seg ikki hjá dóttrini at skunda sær so. Tey nýgiftu flyta inn í eini hálvliðug hús á Gárdet í Stockholm. Grannin er psykoanalytikarin dr. Lundberg og konan Cecilia, og hon hevur kent Gunnar væl fyrr Sunnudagin kl. 19.00: Spaceballs Rick Morains og Mel Brooks Am. filmur frá 1987. Gongustjørnan Rymddolmen hevur óndsinnaðar ætlanir. Hon ætlar at koyra sína egnu atmosferu burtur og stjala alla luft frá granna- gongustjørnuni Druidia. Skruv forseti hevur sent eitt telefax til Svarta hjálmin, oddamannin á flaggskipinum í rúmdar- flotanum hjá forsetanum, og givið boð um at ræna prinsessuna Vespa Mánadagin kl. 19.00: Columbo Columbo verður boðsendur at kanna morðið á Charles Hunter, hjálparmann hjá sálarfreðinginum Eric Mason. Dobb- erman-hundarnir hjá Mason hava gjert av við hann. Men Columbo skilir ikki, hví hesir hundarnir knappliga hava lopið á ein mann, sum teir kenna so væl. Mánadagin kl. 23.00: Løgregluliv Ramsey og Haynes verða boðsendir i sambandi við húsaófrið. Ein maður hev- ur sligið konu sína, sum er við barn, og tveitt hana út á vegin. Hon roynir nú at sleppa innaftur, so hon fær sligið aftur. Tað er torfert hjá løgregluni hesaferð. Nr. 208 — 8. november 1991 Týsdagin kl. 19.00: 40 Guns to Apache Pass Am. filmur frá 1967. Tá ið apache- hevdingin Cochise fer í kríggj, noyðast Bruce Coburn og menn hansara at flyta nakrar nýbyggjarar til Fort Apace Wells. Uppgávan hjá Coburn er at standa fyri einum flutningi av 40 nýggjum byrsum og fáa tær til fortið. Hann tekur ímóti sum ætlað, og roynir síðani at fáa bjarg- að nýbyggjarunum. Men eftir eitt indián- araálop, har fleiri menn doyggja, verður Coburn ålopin av einum av sínum egn monnum. Hesin ætlar at selja byrsurnar til Cochise fyri 40.000 dollarar. Tá ið Co- burn vaknar aftur, eru bæði maðurin og byrsurnar horvar. Og tá ið hann kemur til fortið tómhentur, verður hann hóttur við krígsrætti. Einasta bjarging er at finna Bodine og byrsurnar Mikudagin kl. 19.00: Baby — Secret of the Lost Legend Baby... Am. filmur frá 1985. Susan Matthews- Loomis, ein ung kona og maður hennara George eru safari í Afrika, tá ið tey finna eitt frumtíðar-djór. Tey eru teir fyrstu vesturlendingarnir, sum hava sæð slíkt, men tey innfeddu kalla tað Mokele- Mobembe. Susan og George noyðast at vera for- eldur hjá hesum dýrinum, tí tey bæði vaksnu dýrini eru deyð. Vísindamaðurin Eric Kiviat hevur dripið foreldrini hjá dýrinum og er nú og leitar eftir ungan- um. Susan og George vilja gera, tað tey kunnu, at verja ungan. . Hósdagin kl. 22.03: Mcall Michael Rosa er versti figgindi hjå McCall og ein samvitskuleysur dråps- maður. Hann leitar upp McCall og biður hann styðja seg í ætlanum sínum at myrða Carlu og Vezay Holden. Carla er kvinnan, sum bæði Rosa og McCall eina- ferð elskaðu. Carla og McCall hittast aft- ur... og tey kenna seg framvegis drign- an hvør at eðrum... Utvarp Føroya Barnaútvarpið Jólakalendarin í Utvarpinum Óli Petersen teknar og Robert McBirnie leggur til rættis Hvenn morgun í jólamánaðinum verður jólakalendarin í útvarpinum. Sendingin verður frá klokkan 7.35 til 8.00 og Robert McBirnie fer at sita við mikrofonina hes- ar morgnarnar — eisini sunnumorgun frá kl. 10.05 til 10.30. Óli Petersen hevur teknað jólakalend- aran í samráð við Robert, og hann er bygdur upp sum ein ferð inn í ævintýr- heim, ið endar jólaaftansmorgun. Í morgunsendingunum verða segur og sangur og tónleikur, og Robert fer eisini at hava børn og vættrar at hjálpa sær at finna leiðina inn í ævintýrheimin. Útvarpskalendarin verður at fáa um hálvan november, og hann verður seldur við dyrnar um meginpartin av landinum. Útvarpið hevur samarbeiði við ítrótta- felog um seluna, og helmingurin av inn- tekuni fer til ítróttafelegini. Hin helm- ingurin skal dekka útreiðslurnar hjá út- varpinum. Útvarpskalendarin fer at kosta 30 krónur. Forsíðan er nakrir hugnaligir hvítskeggjutir abbar, sum fortelja fyri bernum. Tær 24 lúkurnar fara so hvert at av- dúka ferðina hjá børnunum inn í ævintyr- heimin. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 11.—16. nov. Hesa vikuna lesur Kirsten Ellendersen í Famjin Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 11. november nr. 17 Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra Matt. 5,20 Týsdagur 12. november nr. 477 Jesus kæri, fer tú meg Matt. 5,25 nr. 344 Halgur, halgur, halgur Mikudagur 13. november nr. 252 Vit fingu eini gleðiboð at hoyra Fyrra Kor. 1,23 nr. 261 O, faðir vár, tín milda hond Hósdagur 14. nøvember nr. 376 Náðidjúpið er hjá mær Matt. 18,8 nr. 364 Lat Jesus leiða - DE (56 ML > er" nr. 406 Bið, o Jesus, fyri mær Leygardagur 16. november nr. 507 Onga tíð er frá mær váði Matt. 18,2 nr. 165 I Jesu navni aftur verð