Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 8. november 1991 LL Fríggjadagin kl. 22.20: Ekkó av einum morði — 1:2 Lecia Leygardagin kl. 21.05: Contry og western Seinast í juli mánaða hittust country sangarar á plenuni í Tivoli í Keypmanna- havn: Lecia, Teddy Edelman og norski Teddy Nelson 0.0. Leygardagin kl. 23.20: Richard Crenna og Kate Capshaw ; Detektivurin Janek (Richard Crenna) leitar eftir tveimum breðrum, sum eru ill- tonktir fyri ólógliga vápnaselu. Ein ung skekja verður funnin deyð í eini á, bundin á sama hátt sum ein sangarinna í Vietnam undir krígnum. Heimsins vána- ligastu vertir Mel Smith og Griff Rhys Jones Í fyrstuni av filminum er Jones staddur í eini kloakk, seinni verður steðið »hevjad«, og hann situr í tannlæknastól- inum. Og so ætlar hann at flyta til Australia. Richard Crenna og Aaron Greenberg Sunnudagin kl. 14.50: Loysnina av gátuni fáa vit ikki fyrr enn í seinna parti av filminum. Og skipið fer Leygardagin kl. 20.30: Kennir tú Sandoy? Finalan í spurnarkappingini um staða- nevn í Sandoyar sýslu (Sandoy, Skúvoy og Dímun). Luttakararnir eru Jógvan Joensen, Dali, og Eyðun Viderø, Sandi. Og skipið fer Segan er frá 1914, og meðan kríggið er um át byrja, leggur skipið »Gloria N.« frá bryggju í Napoli. Umborð eru nógv kend fólk frá opera-verðini á veg til jarðarferð á oynni Erimo. Men umborð er eisini eitt næsahorn... Sunnudagin kl. 19.00: Stig Rossen Stig Rossen Stig Rossen, sum er 28 ára gamal, hevur í hálvtannað ár spælt og sungið hevuðs- leiklutin í musicalinum »Les Miserables« í London. Nú er hann aftur i Danmark. Hann hevur sungið eina musical-LP og fer skjótt at ferðast runt í Danmark. Sunnudagin kl. 20.20: Fremmand í Vit fáa ofta skoðsmálið, at vit eru blíð við fremmand, sum koma at vitja. Og munnu vit ikki eisini sjálvi halda okkum vera blíð? Men hvussu er við fremmandafólki, sum verður verandi? Er blíðskapurin tann sami tá? Hvussu er tað at vera fremmandur í Føroyum og hvussu nógv fremmandafóik eru her tá ið saman um kemur. — Hetta eru spurningar, vit við- gera í sendingini »Fremmand í Føroyum«. Tysdagin kl. 21.10: High Noon Amerikanskur western. Gary Cooper spældi upp á tað besta i hesum filminum, sum er frá 1952. Og Grace Kelly fekk sín fyrsta stóra leiklut sum kona hansara. Hetta er segan um mannin, sum noyðist at ásanna, at hann stendur einsamallur móti teimum monnunum, sum ætla at drepa hann. Filmurin fekk fýra Oscars. Leikarar: Will Kane: Gary Cooper, Amy Kane: Grace Kelly, Harvey Pell: Lloyd Bridges, Helen Ramirez: Katy Jurado, Percy Mettrick: Otto Kruger, Martin Howe: Lon Chaney, William Full- er: Henry Morgan. Týsdagin kl. 22.35: Deyðans tríkantur Eitt dapurt horn í Suðurpolandi. Ein ferð gjøgnum eitt doyggjandi landslag, har næstan fimm mill. fólk royna at liva, hóast ómenniskjanslig kor. Hósdagin kl. 20.45: Mozart — 1:6 Michel Bouquet og Karol Zuber Fronsk sendireð í seks pertum. Vit síggja Mozart, frá hann var lítil, til hann kemur upp í árini. Pápi hansara trúði upp á talentini hjá soninum, og alt byrjaði sum spæl, men á eini ferð til Italiu fær hin ungi Mozart ein lærara, sum finnur veikleika hansara — leti! Hósdagin kl. 22.10: Burtur við feittinum Mynd úr Camp Shane Eitt BBC sjónvarpslið hevur fylgt dag- liga lívinum í Camp Shane, einari legu noråuri í New York, haðar á hverjum sumri koma uml. 350 børn, sum viga ov nógv. Tey koma haðar fyri at klænka.