Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"= #4 % a Inn í millum er okkurt skinnið, sum er rætt skorið og væl saltað, heilt út til kantarnar. Skinnið skal vera flett eitt petti oman á beinini, ti tá sær skinnið best út, skal tað garvast. Her vísir Høgni Joensen eitt av teimum bestu skinnunum í stakkinum Ov illa saltað Heilt nógv skinn, sum fóðurdeildin í Kollafirði hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna, fær inn eru alt ov illa hagreidd Royndin hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna í ár at fáa betur skinn at útflyta tykist ikki hava eydnast serliga væl. Seinastu dagarnar hevur fóðurdeildin hjá Mjólkar- virki Búnaðarmanna í Kollafirði fingið hópin av skinnum inn. Bæði frá handlum og frá fólki, sum sjálv eru farin til Kolla- fjarðar við skinnunum. Inn ímillum eru skinn av væl flettum seyði, og væl saltað skinn. Men heilt stór- ur partur er vánaligur. Seyðurin er ikki flettur, so- leiðis sum mijólkarvirkið bað fólk um at fletta - skinn- ini eru skorin tilvildarliga. Heilt nógv eru eisini illa saltað, so nøkulunda á mið- uni, men útivið eru skinnini rotin, tí ov lítið salt hevur verið á. Tað er heldur ikki hálað nóg væl, og so er rot komið í har. Pinkur var eisini at síggja á nøkrum skinnum. Einki er at í vast i, at vána- liga saltingin er orskað av, at prísurin fyri skinnini seinastu árini hevur verið lítil og eingin. Og sami lítli prísur hevur verið latin fyri skinnið, uttan mun til. um tað var væl ella illa saltað. Í ár varð so ein roynd gjørd fyri at fáa betri skinn. Mjólkarvirkið kom við vegleiðing um at fletta og slata, og fólk fingu at vita, at skinnini fórðu at verða flokkað og fáa prís hareftir. Tað vil so illa til, at lítið fæst fyri skinnini uttan- lands. Fóðurdeildin letur 16 krónur fyri fyrsta floks skinn og 12 krónur fyri annan floks skinn. Íslend- ingar, sum keypa hesi skinnini, geva ikki meira enn 18 krónur fyri fyrsta floks skinn, so vinningurin hjá fóðurdeildini er eingin. randi ÆW ! NN 77 Atlantsflog DANUR ICELANDAIR SAF Faroe Travel TIL.12600 Fór BR) sosialurin = Nr. 208 — 8. november 1991 Amerikanskur filmur verður væntandi gjórdur eftir bókini "Rannvá" við tí heimsgitna Oliver Stone sum leikstjóra Nú bendir alt á, at gamli dreymurin hjá Elini Mour- itsen verður veruleiki: At gera film eftir bókini "Rannvá" hjá Dagmar Joensen-Næs. Elin hevur gjøgnum årini tosad vid fleiri nordurlend- skar leikstjórar um at gera ein slíkan film, men hon helt tað vera at fara Ov stutt at gera norðurlendskan film. Á enskum kom film- urin víðari, helt hon. Og so gjørdi hon ikki mætari, enn at hon ringdi sjálv ul Hollywodd og spurdi, hvussu hon fekk fatur á Oliver Stone, sum er heimsgitin leikstjóri og hevur fingið fleiri oscar bæði fyri at hava gjøgt bestu filmir og bestu filmsupp- seting. Í Hollywood vóru tey beinasom og vístu henni til framleiðslustjóran hjá Oliver Stone, Mat. Fyri Elini eitur hann bara Mat, tí tey dugdu beinan- vegin væl at tosa saman. Hann tók Elina í álvara, og Elin er sannførd um, at maðurin er sinnadur fyri at hjålpa henni vid at fåa filmin gjørdan. Tey hava tosað saman nakrar ferðir, og Elin hevur eisini sent honum skrivligt tilfar um "Rannvá". Nú bíðar hon eftir at frætta aftur, og ætlanin er so, attey Skulu hittast. Elin er soo spent, at hon ikki veit, hvørjum beini, 7 RK rådgevan Tørvar tær orku til at fåa skil å rokn- skapinum - latid okkum hjålpa tær. - Békhald - roknskap - sjálvuppgávu o.a. Fyri smærri virkir og einstaklingar. Ringið og avtalið eina tíð tlf. 1 9620 RK ráðgevan J.C. Svabosg. 10 100 Tórshayn JS hon skal standa á. Tá bókin "Rannvá" á sinni varð lisin upp i útvarpinum, var ikki eitt menniskja at síggja í gøtunum. Øll lurtaðu, og eyga var ikki turt, ti "Rannvá" er ein syrgilig søga. Elin sigur, at hon sær fyri sær, hvussu filmurin skal gerast. Tað skal ikki vera "grátifilmur", men ein søga um menniskjur. Hon veit, at filmsframleiðarar eru við at troyttast av ópersónligum filmum og harðskapsfilm- um. Teir hava eisini áhuga fyri at fara til onnur lond, eisini smá lond. Nú bíðar Elin bara. Skuldi tað hent, sum hon ikki væntar, at Oliver Stone vísir Elin Mouritsen smæddist ikki og ringdi beint til Hollywood. Miller Mynd: P. hugskotinum frá sær, ætlar Elin sær til tann næsta kenda amerikanska leik- stjóran. Tí tað skal eydnast. randi FÓLKAFYLKING móti EF Almennur fyrireikingarfundur at endur- stovna fólkafylkingina móti EEC verður á Landsbókasavninum leygardagin 9. nov. kl. 14.00. Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Steingrím Weihe, Ólavur Waag Hegnesen, Hallstein Sigurðsson, Luitjen Apol, Sigmundur Isfeld, Peturbjørg Jensen, Marna Jacobsen, Janus Kamban, Rói Patursson og Heri Kragesteen