fríggjadagur 8. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 208 — 8. november 1991
,
Okendur matfiskur
Finst møgul iga
nærhendis
Føroyum
--Newzealendingar veiddu i fjør 50.000 tons av
Orange Roughy. Flakið verður selt fyri upp til
55 krónur kiloið. Fiskifrødingar rokna við, at
stórar nøgdin av hesum djúphavsfiski finst í
Norðuratlantshavi
Tær royndir sum nevzea-
lendingar og australiu-
menn hava gjørt við veiðu
eftir djúphavsfiskinun:
Orange Roughy kann
gerast grundstuðulin undir
eini heilt nýggjari
fiskiveiðu í Norðuratlants-
havi, skrivar norska
blaðið Fiskaren.
--Vit vita enn lítið um
hetta fiskaslag i Føroysk-
um sjógki. Franskir trol-
arar hava ofta millum 35-
40 tons av hesum fiski
umbord, tå teir koma i
føroyskt sjógki at royna.
Hetta er fiskur, sum teir
hava fingið sunnanfyri
okkum, sigur Jákup Rein-
ert, fiskifrødingur.
--Eisini hava russar
fingið nakað av hesum
fiskaslagið á Lúsabank-
anum í ein útsynning úr
Føroyum, men talan er
um smáar nøgdir. Russar
hava fingið orange roug-
hy, tá teir hava roynd-
arfiska á millum 700-
1700 metra dýpi, sigur
Jákup Reinert,
fiskifrødingur.
-Fiskurin kemur norð-
ur hendan vegin eftir fødi
á sumri og út á heystið.
Hitin í sjónum er tann
sami sum vestanfyri
Bretland, har teir hava
fingið nógv við roynd-
arfiskiskapi, sigur hann.
--Vit hava ikki enn
nakarar ætlanir um at fara
undir royndarfiskiskap
eftir Orange Roughy,
sigur Jákup Reinert,
fiskirannsóknarstovan.
Sjáldsamur fyrr
Til fyri fáum árum
síðan varð orange roughy,
sum minnir um konga-
fisk, men er ikki í ætt við
hann, eitt heilt ókent
fiskaslag. Fiskurin er
vanliga frá 11 til 36
sentimetrar langur. Fiski-
frødingar vistu um fiskin,
men høvdu onga hóming
av hvussu stórt tilfeingið
var.
Tær fyrstu royndirnar
sum góvu nakað vórðu
gjørdar fyrst í sjeyti
árunum vestanfyri Bret-
land. Rannsóknarskipini
fingur nøkur få, men
rættuliga stór hál av
hesum fiski. Fiskifrød-
Orange roughy hevur útsjóndina í móti sær. Men flakið hevur góðan prís
ingar mettu tá at tað ikki
fór at loysa seg at royna,
tí fiskurin stóð spjaddur
og eisini varð fiskurin
hildin at verða ovlitil.
Fyrst í sjeyti árunum
fingu newzealendingar
nøkur hundrað tons sum
hjáveiðu av orange roug-
hy. Nú er hendan mongd
økt til 50.000 tons. Norð-
menn hava verið við at
kortleggja hvar fiskurin
finst kring Australia og
New Zealand.
Í dag vita vit, at
fiskurin savnast at gýta á
ryggjum á djúpun vatni
frá 750-1500 metrar.
-Eg kann ikki siga at
stovnurin í Norðurat-
lantshavi er nóg stórur til
at tað loysir seg at fiska
eftir honum. Men tað eru
bert fá ár síðan at vit
vórðu greiðir um, hvussu
um umfatandi tilfeingið
var í okkara sjógkið. Og
okkara royndir kunnu
brúkast í Norðuratlants-
havi, sigur dr. Smith frá
fiskirannsóknarstovuni í
New Zealandi.
Genetiskar kanningar
sýna, at tað er ógvuliga
lítil munur á orange
roughy, sum finst í Kyrra-
havinum og tí sum finst í
Atlantshavinum.
--Fiskurin veksur seint
og tí er neyðugt at ansa
eftir ovurveiðu. Tá kanska
stórsti parturin av hesum
fiskaslagi finst í altjóða
sjógvi, er neyðugt við
altjóða kvotaavtalum, sig-
ur dr. Smith.
jústinus
"—-—
-
På
Uppaftur sjey arbeiðsleysir
Úr
—Vit hava tikið av upphøggingarstudlinum og
eru longu farnir undir at rigga hana av, sigur
Mortan Olsen, reidari
Esther telist ikki longur
millum tey føroysku
fiskiskipini. Seinasta
sluppin verður nú løgd,
samstundis sum punktum
verdur sett fyri einum
tidarskeidi i føroyskari
vinnulivssøgu, sum hevur
vari yvir hundrað år.
—Vit hava avgjørt at
taka av upphøggingarstud-
linum. Esther stendur fyri
eini stórari umvæling.
Skipið er yvir hundrað ár
og vit ána ikki hvar vit
endað, um vit seta hana í
stand. Talan kann verða
um risaupphæddir, tå
skipasynid kemur vid
sinum krøvum, sigur
Mortan Olsen.
Tit fåa g6dar triggjar
milliónir í upphøggingar-
stuðli. Hevdi tað ikki
betur loyst seg at umvælt
skipið?
--Tíðirnar eru ikki
góðar í dag og skuldu vit
umvælt skipið, so varð
neyðugt at leggja pening
út. Tá nú skipið er so
gamalt, og vit onga
hóming hava av hvussu
umfatandi umvælingin
verður, so halda vit tað er
klókast at binda um heilan
fingur, meðan væl stendur
til. Esther hevur eisini
sanniliga tænt fyri sítt
Framhald á síðu 14