fríggjadagur 8. november 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 208 — 8. november 1991
——.- 2
. skúlan Poul
Michelsen!
At borgarstjørin ætlar at selja Eysturskúlan
ger ikki meg bilsnan. Borgarstjórin hugsar
ikki um menniskjalagnur men um pengar. Ella
rættari lótuvinning skrivar Vagnur Michelsen,
lærari í "Sjónarmið" í dag.
á
i
|
i
i
|
|
;
Seinasta tysdag bórust
tíðindi í útvarpi og sjón-
varpi, at Tórshavnar
Kommuna ætlaði at
selja Landsstýrinum
Eysturskúlan.
Eysturskúlin skuldi
niðurleggjast sum fólka-
skúli, ti tørvur var ikki
á hesum skúla longur. Í
framtíðini skuldi skúlin
húsa næmingum, sum
lærdu til maskinmeist-
ara.
Hetta vóru sjálvandi
sjokktíðindi at frætta
hjá næmingum, foreldr-
um og okkara lærarum,
skúlaleiðslu í Eystur-
skúlanum og ikki minst
fólkavaldu skålanevnd-
ini í Havn.
Eingin hevði frætt
nakað um, at Tórshavn-
ar Kommuna í eina tíð
hevði samráðst við
Landsstýrið um selu av
Eysturskúlanum. Sam-
ráðingarnar vóru óivað
av taktiskum orsøkum
farnar fram i loyndum.
Fjelmiðlarnir søgdu
frá borgarstjóranum,
Poul Michelsen, at terv-
ur var ikki longur á ein-
um skúla í eysturbý-
num. Sparitíðir eru, og
tá er fíggjarliga klókt at
minka um skúlaeindir-
nar í kommununi, segði
borgarstjórin.
Framferðin í hesi
meguligu selu er so ó-
dámlig, og tað eru so
nógvar villleiðandi upp-
lýsingar komnar úr Bý-
ráðnum um Eysturskúl-
an og um tervin á einum
skúla í eysturbýnum, at
alt hetta kann ikki fara
ósvarað aftur við borðin-
um.
Tí havi eg hesar við-
merkingar til málið.
Skúlin ikki
ov stórur
Tað er ómenniskjaligt
og átaluvert av Býráð-
num nakrantíð at taka
upp samráðingar við
Landsstýrið um selu av
Eysturskúlanum uttan
at kunna leiðsluna í
Eysturskúlanum og
fólkavaldu skålanevnd-
ina um hetta.
Tað er skelkandi og
sigu nógv um okkara
politikarar, at teir vita
so lítið um skúlaviður-
skiftini í Havn.
Poul Michelsen sigur,
at tervur ikki longur er
á fólkaskúla í eysturbý-
num. Heðin Mortensen,
formaður í mentamála-
nevndini, sigur, at 1000
næmingar kunnu húsast
í Eysturskúlanum.
Hetta er langt, langt
frá veruleikanum.
Í Eysturskúlanum eru
30 skúlastovur. Í letuni
hava teir 500 næmingar-
nir floksstovu í 26 av
teimum. Skúlaverðurin
hevur stovu nr. 27, data
stovu nr. 28, 1. flokkur
deilistovu í stovu nr. 29
og stova nr. 30 verður
nýtt sum sjónvarps-
stova.
Siga vit, at nú má
sparast, og vit tíanverri
mugu hava 24 næming-
ar í hverjum flokki, so
kann Eysturskúlin húsa
30 ferðir 24 næmingum,
til samans 720 næming-
um, skal hver flokkur
hava sína stovu.
Umframt vanligu
skúlastovurnar er Eyst-
urskúlin best útgjerdi
skúlin í kommununi,
hvat serstovum viðvík-
ur. Tað veri seg, um tað
er smíðstova, evnis-
stova, stovur til evna-
freði og alisfreði, svimji-
hylur, ella hvussu tær
nú einaferð eita. Hetta
eru umsteður, ein nútíð-
ar skúli skal hava. Vit
kunnu ikki við eitt
skrúva skúlaviðurskift-
ini í Havn 30 ár aftur í
tíðina.
75% av næmingunum,
sum ganga i grunddeild-
ini, tvs. til og við 7.
flokki, búgva nærhendis
Eysturskúlanum. 54%
av næmingunum í fram-
haldsdeildini búgva eis-
ini nærhendis skúlanum.
Hinir næmingarnir
koma aðrastaðni úr bý-
num, m.a. ein partur úr
Hoyvík og ekinum við
Ternurygg.
Triggir barnaansingar-
stovnar við 150—200
bernum eru í eysturbý-
num + børnini, sum
verða ansað heima. Tí er
tað heilt burturvið, at
borgarstjórin sleingur
út, at eingin tervur er á
einum fólkaskúla í eyst-
urbýnum.
Ikki framhalds-
deild í Hoyvík
Á fundi í Eysturskúlan-
um seinasta hósdag
segði landsskúlastjórin,
Hensar Ellingsgaard, at
eingin framhaldsskúli
verður bygdur í Hoyvík.
Tí koma fleiri næm-
ingar at ganga í fram-
haldsdeildini í Eystur-
skúlanum. Sum er kem-
ur ein flokkur á hverjum
ári úr Hoyvík í Eystur-
skúlan. Nú Hoyvíkar
Skúli verður tvísporað-
ur, koma í framtíðini
tveir 8. flokkar um árið í
Eysturskúlan.
Hensar Ellingsgaard
segði eisini, at talan
kann ikki vera um, at
bern úr eysturbýnum nú
skulu húsast í gamla
skúlanum á Frúutreð.
Hvar skulu so tey 500
skúlabernini fara?
Í Tórshavnar Komm-
unuskúla má 1. flokkur
ganga í skúla seinna-
part, tí 2. flokkur nýtir
helini fyrrapart. Á vetr-
el ikki Eystur- i
Síða 13
artíð er myrkt, tá børn-
ini í 1. flokki koma úr
skúla.
Tá rokið var um havn-
arbernini, sum ikki long-
ur kundu ganga í Argja
Skúla, segði skúlastjórin
á Venjingarskúlanum,
Heri Jensen, at Venjing-
arskúlin ikki kundi taka
nógvar næmingar úr
Argja Skúla.
Á áðurnevnda fundi í
Eysturskúlanum segði
Poul Michelsen nakað
um ein nýggjan skúla-
bygnað í høvudsstad-
num. Eg fekk ta fatan,
at borgarstjórin í nógv-
um ferum slett ikki veit,
hvat hann tosar um.
Nú er so vælumtókt
ella »in« at tosa um nær-
skúlar.
Men, Poul Michelsen,
tú kanst ikki selja Eyst-
urskúlan, áðrenn tú hev-
ur tryggjað teimum 500
næmingunum í Eystur-
skúlanum ein annan
góðan skúla. Her hugsi
eg um ein skúla við øll-
um neyugum serstovum.
At fara aftur í skúlan
á Frúutreð, elementskúl-
an í Fríriks Petersens
getu ella gula skúla við
Restorffs Bryggjarí,
sum Heðin Mortensen
tekur til í Dimmalætt-
ing seinasta hósdag,
kann slett ikki góðtak-
ast.
Eysturskúlin verður
seldur fyri 11 milliónir
krónur. Er nakar pen-
ingur her at spara, tá
nýggjur nærskúli kortini
skal byggjast í eystur-
býnum?
Tað er ein vánaligur
handil at selja skúlan
fyri 11 milliónir, tá hann
hevur eitt virði upp á
80—100 milliónir.
káli
Nidurstøda mín
er greið
At borgarstjórin ætlar
at selja Eysturskúlan
ger ikki meg bilsnan.
Borgarstjórin hugsar
ikki um menniskjalagn-
ur, sum eg fyrr havi
skrivað um, men um
pengar. Ella rættari
sagt letuvinning.
Tórshavnar Kommuna
hevur húsast illa og
nýtt ov nógvan pening í
80 árunum. Nú skulu
bern og foreldur í
eysturbýnum vera við at
gjalda gildið bæði so og
so.
50 milliónir liggja á
Sundi, 150 milliónir
liggja á Skansatanga, 7
milliónir kostaði fyri-
reiking til flogvell á
Glyvursnesi, Kommun-
an misti 3 milliónir í
Feroya Rætti í vikuni,
Listaskálin skal út-
byggjast fyri 14 milli-
ónir, har partur komm-
ununnar er 4,5 milliónir,
og Eysturskúlin verður
seldur fyri 11 milliónir
krónur.
Er nakað samanhang í
ellum hesum, og er tað
so legið, at fólkið á get-
uni einki skilir?
Enn einaferð spyrji
eg: Er tað veruliga so
illa statt, at tað bert er
Poul Michelsen, sum
hevur eina meining í
Tórshavnar Býráð?
Sambandsflokkurin
ger, sum Poul sigur,
men hvar eru Torfinn
Smith, Leivur Johanne-
sen, Petur í Gong, Ingi
Mohr, Leivur Hansen og
Kristianna Rein í eyst-
urskúlamálinum?
Lata hesi Poul Michel-
sen selja best útgjerda
fólkaskúla í Havn til
Vagnur
Michelsen, lær-
ari: -Tórshavnar
Kommuna hevur
húsast illa og
nýtt ov någvan
pening í 80-
unum. Nú skulu
børn og foreldur
í eysturbýnum
vera við at gjalda
gildið bæði so og
so.
Føroya Landsstyri uttan
nakra viðmerking?
Vagnur Michelsen
P.S. Tað mugu nógvar
kanningar gerast, áðr-
enn Eysturskúlin megu-
liga verður seldur. Bert
seinasta árið er steðan
nógv broytt. Av fíggjar-
ligum orsekum eru tað
nógv fólk, sum heldur
keypa sær eini eldri hús
í Havn enn at seta seg í
stóra skuld í Hoyvíks-
haganum.
Tí er tað burturvið av
borgarstjóranum í pa-
nikki at avreiða Eystur-
skúlan, tí hann ikki fær
eina fíggjarlóg at ganga
upp-