Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 8. november 1991 --Hevur tú ein gamlan ketil, so kanst tú spara olju við kubb- anum, sum heldur hitan longri í ketlinum, sigur Bjarni Hansen, blikksmiðjur í Runavík Fyri nøkrum árum síðan var ein ødilig skriving í bløðunum um um ein kubba, ein jarnklossa, sum, settur í eina olju- fýring, kundi spara mun- andi av olju. Ein dani ) Flack hevði upp funnið kubban, og hann saman við umboðsmann- inum í Føroyum, Hans Birgir Hansen, royndu at marknadarføra hendan. Men mótstóðan var stór »g orðadrátturin snúði seg im, um brúkarin spardi olju ella ikki. Prinsippið við kubb- anum var, at hann helt longri hitanum í ketl- inum, oljufýringin gekk stytri og longri var í- millum hverja ferð hon tendraði. Hevur tú ein gamlan ketil, so eru pengar at spara við at keypa ein kubba og tað fer at gerast longri í millum, at tú fært vitjan av einum tílíkum Sosialurin kann í dag prógva, at kubbin sparir olju. Vit hava tosað við tríggjar brúkarar, sum hava nýtt kubban. Og teir | kunnu allir svart uppá hvítt vísa, at oljunýtslan minkaði munandi. Bjarni Hansen, blikk- smiðjur í Runavík gjørdi royndir við kubbanum. Hann hevði arbeitt við oljufýringum í mong ár og tá hann sá eina lýsing í Dimmalætting um kubban gjørdist hann forvitin. Gatt hugskot --Ég setti meg í sam- | band við Viggo Flack, tí eg helt tað verða áhugavert at kunna spara olju vid so einføldum uppfinnilsi. -Eg fekk hendur á einum kubba og Viggo Flack greiddi mær frá hvussu eg skuldi seta hann í. Eg gjørdist ovfarin av úrslitinum. Tað fyrsta eg legði merki til var, at login brendi stytri og síðan legði eg merki til, at oljufyringin stóð munandi longri still. Hetta var fantastiskt, eg trúi ikki mínum egnu eygum, sigur Bjarni Hansen. --Men eg skilti ikki hví hetta hendi. Tí setti eg meg í samband við ein serkønan mann og hann bað meg máta hitan í roykinum í skorstein- inum. Tað vísti seg at roykurin var munandi kaldari, tá eg nýtti kubban enn áðrenn, sigur hann. --Tað at oljufýringin brendi stytri og at longri tíðarbil gekk ímillum, at hon tendraði, segði mær greitt, at her var olja at spara, sigur Bjarni Han- sen. —M6tstødumennirnir vístu á, at eksplotións- vandin var munandi størri, um ein glóðheitur kubbi stóð í oljufýringini. Hetta er tvætl og vísir bara, at hesir vita hvussu ein olju- fýring riggar á pappírinum og ikki í praksis. Tí hendur tað, at neistin svíkur í oljufýringini, so sproytar hon bert olju í nøkur få sekund, so stedgar. --Tá tú nýtir kubban, so kemur eldur í oljuna, hóast neistin svíkur. Uttan kubba kann oljufýringin halda fram við at tendrað uttan at eldur kemur í oljuna, og tá kann hon samlast upp. Tá so endiliga neistin riggar aftur er møguleiki fyri eksplotión, sigur Bjarni Hansen. Bert fyri gamlar oljufyringar -Teir nyggju ketlarnir eru i dag so effektivir, at teir brúka ikki meira olju enn ein gamal ketil við kubba. Millum annað verður roykurin leiddur gjøgnum fleiri kanalir áð- renn hann fer í skorstein- in. Tað er ikki nakað gott hugskot at nýta kubban í nýggju oljufýringunum. Tí um roykurin verður ov nógv køldur, so fer ketilin at sveitta og tå er teringur visur, sigur Bjarni Han- sen. Men hevur tú ein gamlan ketil, sum er í so góðum standi, at ikki er neyðugt at skifta út, so eru pengar at spara við at nýta kubban, sigur Bjarni Hansen, blikksmidjur. Tveir i Kvivik Vit hava tosað við tveir manns i Kvivik, sum hava nytt kubban i mong år. Håvard Jensen fekk sær kubba beinan vegin tå orðaskiftið byrjaðifyrst og hann nýtti hendan í tíggju ár. Tá var ketilin so gamal og illa farin, at neyðugt at skifta út. Hann greiðir frá: --Vit hava havt góðar royndir av kubbanum. Áð- renn vit fingu hendan ísettan, nýttu vit umleið 3600 litrar av olju árliga. Longu fyrsta árið reyk oljunýtslan niður á knapp- liga 3000 litrar og har helt hon sær næstu tíggju árini. Ketilin hjá okkum var sveisaður saman av jarnplátum, sigur Hávarð- ur Jensen Petur Muller í Kvívík nýtir enn kubban í ketl- inum. Ketilin hjá honum er frá 1972. -Eg havi eisini havt góðar royndir av kubb- anum. Oljunýtslan fór munandi niður. Eg havi eisini týðuliga sæð at oljufýringin gongur stytri og at tað er longri millum at hon tendrar, sigur Petur Muller. jústinus Framhald av síðu 7 breyð, sigur Mortan Ol- sen. Nú Esther verður løgd missir Joensen & Olsen fiskiloyvi, sum hon hevði. Esther hevur verið eitt hendinga gott fiskiskip seinastu árini. Og hon hevur serliga gjørt um seg við snellunum. Seinastu fimm árini hevur hon í meðal fiska 480 tons árliga. Fiskimenn halda, at ein av orsøkunum til at hon hevur fiskad so væl vid snellunum er, at hon liggur so væl í sjónum. Men parturin hjá mann- ingini hevur sanniliga heldur ikki ligið eftir. Kanska var tað eitt hug- skot fyri mynduleikarnar at nýtt Esther sum fyri- mynd, tá nýggj sneluskip verða bygd. Siey mans gerast arbeiðsleysir, nú Esther verður løgd. Esther er bygd í Grimsby í 1888. Um klakksvíksingar fara at varðveita sum slupp, tað sigur søgan einki um enn. jústinus