Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 1. apríl 2003 25 Eftir toluligt javnt fyrra umfar vóru gøtumenn greitt omaná í 2. hálvleiki, tá ið teir skoraðu tríggjar ferðir LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Gøtumenn hava lagt bragd- liga fyri í steypakappingini. Eftir tveir dystir hava teir fult stigatal. Verri stendur til hjá skálamonnum. Eftir tveir dystir er stigaposin framvegis tómur, og tað er ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu megna at fáa nakað burturúr bólkaspæl- inum. Fyritreytirnar eru vánaligar. Leygardagin vóru tríggir fastir menn burtur, tí teir vóru skaddir ella sjúkir, og tá ið harafturat verður havt í huga, at níggju spælarar, sum vóru við til at manna liðið í fjør, nú eru burtur, sigur tað seg sjálvt, at tað er torført. Tískil er og verður setningurin hjá venjaran- um, Johan Nielsen, at ar- beiða fram ímóti stóru av- bjóðingini, sum tað verður at halda liðið í bestu deild- ini. Tað ger hann við at royna onkrar spildurnýggj- ar spælarar í bestu deildini. Eitt nú hevði hann leygar- dagin Róa Jacobsen og Bárður Joensen í høgra borði. Leygardagin var tað – sum alla aðra staðni í land- inum – vánaligt fótbólts- veður á Skála. Vindurin strekti vøllin, og heimaliðið hevði vindin undan í fyrra umfarinum. Veðrið órógv- aði fótbóltsspælið heilt nógv. Tað gekk hampuliga javnt á fyrstu trý korterini. GÍ kom fram um mið- skeiðis í 1. hálvleiki, tá íð Arnhold Berg, sum er nýggjur miðverji, var so óheppin at stýra flata inn- legginum frá Hans Paula Petersen, inn um Heina Kristiansen, sum er nýggjur í Skála málinum. Jónhard Frederiksberg átti síðsta fótin á, tá ið Skála javnaði til hálvleiks- støðuna. Julian Floresco legði horna úr vinstru og til handara stólpan, og tá ið bólturin kom tvørtur um aftur, var einsamalli álops- maðurin hjá Skála á rætta plássinum. Eftir steðgin hevði GÍ vindin undan, og teir tóku luftina úr spenningsballón- ini beinanvegin. Ógvusligt trýst hevði við sær, at skálamenn fyrsta korterið av 2. hálvleiki so at siga ikki komu fram um mið- strikuna – burtursæð frá tá ið teir góvu bóltin upp. Tað vóru teir noyddir at gera tvær ferðir. Í báðum førunum komu málini eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Í fyrra førinum fekk Hans Pauli Petersen bóltin niður, áðrenn hann smekkaði dygst inn við nærra stólpanum, og í tí seinna førinum átti Poul Ennigarð síðsta fótin á. Eftir at gøtumenn væl og virðiliga høvdu tryggjað sær, at teir fóru at verða omaná í fyrsta týdningar- miklu roydini ímóti gamla venjaranum hjá teimum, Johan Nielsen, fór intensi- teturin burtur. Men fram ímóti endanum fekk GÍ enn eitt mál, og tað var uttan nakran iva tað vakrasta á Skála leygardagin. Gidek, sum tykist vera sera væl fyri, sneiddi framvið tveim- um, áðrenn hann úr umleið tólv metra fjarstøðu lyfti bóltin framvið púra sak- leysa Heina Kristiansen og upp í málhornið. Leygardagin skal Gí spæla ímóti HB. Talan verður um sanna toppupp- gerð, og tá fáast betri ábendingar um, um nú GÍ er so væl fyri, sum tveir teir fyrstu dystirnir í steypa- kappingini kundu bent á, at teir eru. Skála–GÍ 1–4 (1–1) 0–1: sjálvmál 1–1: Jónhard Frederiksberg 1–2: Hans Pauli Petersen 1–3: Poul Ennigarð 1–4: Zdzislaw Janik Skála: Heini Kristiansen – Rói Jacobsen, Arnhold Berg, Dusan, Julian Flores- co – Bárður Joensen, Han- us Thorleifsson, Alexander, Bogi Gregersen, Alexander Johansen – Jónhard Frede- riksberg GÍ: Jacek Przkbylski – Pól Andreas Jacobsen, Bartal Eliassen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen – Hans Pauli Petersen, Súni Olsen Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni · Krzystof Pop- czynski, Símun Samuelsen Skála–GÍ 1–4 (1–1): Skála stóð ikki ímóti trýstinum Við sigrinum á Skála hava gøtumenn fult stigatal, og eru sostatt væl og virðiliga ávegis móti fjórðingsfinalunum Nýggi maðurin hjá EB/Streymi skoraði einsamalla málið, áðrenn hann lítið korter undan leik- loki varð rikin av vøllinum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen At heimaliðið er nýtt í 2. deild, og at gestirnir fleiri tey seinastu árini hava verið í bestu deildini, sást ikki nógv ella rættari einki til, tá ið EB/ Streymur seinnapartin leygardagin var á Argj- um. Talan var ikki um nógv polerað fótbólts- spæl. Heldur var tað av- rik, sum kundi verið hóskiligt fyri ein botn- dyst í 2. deild. Men rætt skal vera rætt. Líkindini vóru av- bera vánalig. Ja so mikið vánalig, at tað snøgt sagt ikki bar til at vísa sam- anhangandi fótbóltsspæl. Vindurin lá eftir longd- ini á vøllinum. Heima- liðið hevði hann undan í fyrra umfarinum. Teir høvdu bóltin nógv, men teir megnaðu ikki at spæla seg til málmøguleikar, sum settu Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum á stórar royndir. Pazek og Egil á Bø megnaðu at halda Jan B. Jørgensen og Johnny Samuelsen í heilt stuttum tjóðri. Eftir steðgin hevði EB/Streymur vindin undan, og tá eydnaðist teimum at fáa málið, sum hevur við sær at teir eftir tvey umfør hava fult stigatal í bólkaspælinum. Teir hava skorað fimm mál, og einki er farið ígjøgnum hjá teimum. Málskjútti var Magni á Lakjuni. Vongverjin í høgru, Hallur Jacobsen, tveitti innkast, Magni fekk fatur á bóltinum eitt sindur uttanfyri brots- teigin, hann legði hann til (kalda) høgra beinið, og hóast sparkið var rættu- liga ullint, so fór bólturin undir ikki heilt sakleysa AB málverjan. Magni á Lakjuni slapp eitt lítið korter fyrr enn hinir úr illfýsna veðrin- um og undir tak. Dóm- arin vísti honum reyða kortið. Linjuverjin mar- keraði fyri, at Magni skuldi hava tikið so mikið fast í bringuna á Hans Jørgen Djurhuus, at hesin (við góðari hjálp frá sær sjálvum!) fór um koll. Hóast talan var um reaktión afturfyri sparka- rí, so var eingin heimild hjá spælaranum at taka søkina í egnar hendur. Tí var einki at siga til reyða kortið. Men spælararnir á báðum liðunum undraðu seg aftaná yvir, at ikki onkur annar framman- undan hevði sæð reytt. Eitt nú hevndi Ronnie Samuelsen seg sólar- klárt, men tað sá hann bara gult fyri. Nýtt lið Higartil hevur AB tvær ferðir tapt tepurt á heimavølli. Leygardagin skal AB fyri fyrstu ferð í bólkaspælinum royna seg á útivølli. Tá skulu teir til Klaksvíkar, og tá fæst at síggja, um teir fara at megna tað sama, sum mótstøðumenninir hesa ferð megnaðu fyri tíggju døgum síðani. EB/ Streymur vann 4–0 í Klaksvík, men sjálvandi verða teir í AB ovur- fegnir, um teimum fer at eydnast at fara úr Klaks- vík við øllum stigunum, uttan mun til hvussu tepur møguligi sigurin fer at verða. Eingin ivi man vera í, at AB seinni í ár fer at vera við til at seta dám á næstbestu deildina. Ikki færri enn átta av spælar- unum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu leygar- dagin, hava áður roynt seg í bestu deildini. Fleiri teirra eru nýggir á Argj- um. Tí skulu teir hava tíð at verða samanspældir. Tá ið teir fara at kennast betur, er tað væl hugs- andi, at teir fara at vinna ikki so fá stig. AB–EB/Streymur 0–1 (0–0) 0–1: Magni á Lakjuni Reytt kort: Magni á Lakjuni Dómari: Lassin Isaksen AB: Magni Thomsen – Svenning W. Hansen, Bernhard Petersen, Magn- us Jacobsen, Jónsvein Bærentsen – Pætur D. Jacobsen, Flóvin Jesp- ersen, Bogi Midjord, Hans Jørgen Djurhuus – Jan B. Jørgensen, Johnny Samuelsen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Andrzej Pa- cek, Esmar Eiðisgarð – Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Magni á Lakjuni – Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel AB–EB/Streymur 0–1 (0–0): Magni var høvuðsleikari 25 24 Nr. 63 - 1. apríl 2003 Við stórslignari FM - einstaklingakapping, hátíðarheldur Havnar Telvingarfelag sín 80 ára føðingardag. Landsliðsbólkurin verður somuleiðis ein IM-kapping við seks útlendingum og tíggju føroyingum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Læraraskúlaaulan verður í døgunum 12-19. apríl karmur um FM-stevnuna, sum í ár verður gleðiliga merkt av, at landsliðsbólk- urin verður ein samskipað- ur FM- og IM-bólkur, og at samlaða luttakaratalið møguliga verður methøgt. Enn ber til at tekna seg við at venda seg til Havnar Telvingarfelag. Freistin er fríggjadagin 4. apríl. FM og Havnin Seinast FM var í Havn, var tá felagið fylti 75 ár í 1998. Havnarmenn hava sum sið- venju at fyriskipa kapp- ingina tá felagið hevur serligar føðingardagar. Eitt nú varð FM í 1983 (60 ár), 1988, 1993 og 1998 leikt í Havnini. Somuleiðis varð FM telvað í høvuðsstað- num í 1994 og 1996, tá einki annað felag vildi taka sær av kappingini. Stovn- ingardagur Havnar Telv- ingarfelags er 18. apríl 1923. Umframt landsliðsbólk- in, verður ein 1. bólkur við tíggju luttakarum (sum gamalt var fyrr), ein opin 2. bólkur, unglingabólkur og ein veteranbólkur. Luttak- aratalið í unglingabólkin- um verður ivaleyst øgiligt, orsakað av boom´inum í barnatelvingini kring land- ið. Hvørjir vera so við? Ein stórmeistari, fimm al- tjóða meistarar og tíggju føroyingar manna lands- liðsbólkin. Ellivu umfør verða leikt, tríggir dagar við dupultuumførum, og leiktíðin verður tann nógv umkjakaða FIDE-tíðin, har ein hevur 1,5 tímar + 30 sek eyka fyri hvønn leik til alt talvið. GM Heikki Westerinen úr Finnlandi, við sínum bert 2374 ratingstigum (lít- ið fyri ein stórmeistara), luttekur, saman við hesum IM´arum; skotin John Shaw (2470), danin Kim Pilgaard (2437), sviin Christian Jepson (2412), norðmaðurin Eirik Gullak- sen (2354) og íslendarin Sævar Bjarnason (2262). Nøkur spennandi nøvn, sum føroyingar vónandi taka mong stig frá. Av føroyingum, sum hava teknað seg, og sleppa við í ovasta bólk, kunnu nevnast Flóvin Tór Næs, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang sum vegna sín sigur í 1. bólki í fjør, hevur sjálv- skrivað pláss í landsliðs- bólkinum. Greitt er tó, at John Arni Nilssen ikki hevur stundir at royna at vinna sítt fyrsta FM-heitið, meðan ivamál er um eitt nú IM John Rødgaard, Jens Kristian Hansen og Torbjørn Thom- sen. Carl Eli N. Samuelsen, Jóan Hendrik Andreasen, Heini Danielsen, Olaf Berg og møguliga Bogi Ziska, standa allir klárir við síðu- linjuna, um boð er eftir teimum. Eingin ivi er tó um at bólkurin verður mannað- ur við svongum føroying- um, sum vilja vísa útlend- ingum neva. Meir um FM-kappingina í komandi viku. Talvið hesa vikuna Var og royndi meg í vikuskiftiskapping í Birkerød, sum liggur nakað uttanfyri Keypmannahavn. Væl gekst, tí tá avtornað varð hevði eg ognað mær 4,5 stig av 5 møguligum, og bleiv hetta nóg mikið til fyrsta pláss. Góð upphiting til FM á páskum, sam- stundis sum týðandi ratingstig fullu mær í lut (kapp- ingin um at náa síðstu plássini í landsliðsbólkinum er óvanliga hørð í ár!). Telvaði generelt ikki gott byrjanarspæl, men nakað betri gekst tó miðspæl- inum, sum talvið hesa vikuna kanska júst ber brá av. Nicholas Nielsen (2077) — Carl Eli N. Samuelsen (2143) Birkerød Weekend (1), 28.03.2003 1.e4 c5 2.Rif3 e6 (Paulsen-varianturin í sisilionsk- um) 3.d4 cxd4 4.Rixd4 a6 5.Bd3 b5? (ivasamt. plagi onkuntíð at spæla hetta eftir 4.Ric3, tá tað gevur betri meining) 6.0—0 Fb6 7.Rib3 (eftir 7.Be3 kemur Bc5, við ætlanini Ric6 og útvikling) 7...d6 8.Be3 Fc7 9.Fe2 Rif6 10.Ri1d2 Bb7 11.c4? (a4 var betri, og so seinni Rc1, c3) 11...b4 [11...bxc4 12.Rixc4 Bxe4 13.Rib6 sær ikki pent út hjá svørtum] 12.f4 Be7 13.Kh1 h5 (ætlanin við leikinum kemur seinni) 14.h3 Ribd7 15.Rac1 h4 16.Ff2? (Bf2 og verja g3 má vera betri) 16...Rih5 17.Rfe1 Rig3+ 18.Kh2? Ric5! (hvítur hevði ætlað sær sjálvur at leikt gjøgnumbrotsleikin c5) 19.Bxc5 dxc5 20.e5 0—0—0 21.Be4 a5 22.Bxb7+ Kxb7 23.Rie4 Kb6 (áhugaverd støða. Kongurin stendur merkiliga trygt á b6 og verjir finnur) 24.Ribd2 [24.Rixg3?? hxg3+ 25.Fxg3 Bh4 og rókurin rýkur] 24...Rd4 25.a3 Fc6 26.Fe3 Rhd8 (svartur hevur nú greiðan fyrmiun) 27.axb4 axb4 28.Rc2 [28.Ra1 Rd3 29.Ff2 R8d4 og hvítur kann ikki verja báðar riddarar, men leikti leikurin hjá hvítum tapur tó eisini] 28...Rd3 29.Ff2 R8d4! 30.Rig5 b3 31.Rixb3 Rxb3 32.Rixf7 Rie4 33.Fe2 Rig3 (var í lítlari tíðarneyð, og royndi bert at náa 40 leikum skjótast gjørligt) 34.Fg4 Rif5 hvítur hevur einki mótspæl og danin legði kongin 0—1 Við sigri á Kyndli tók Stjørnan seg upp á triðja plássið í lands- kappingini, nú bert tveir dystir resta at leika KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tey bæði feløgini, sum undan kappingini tóktust hava størstar trupulleikar at manna kvinnuliðini, vóru uttan iva VB og Stjørnan, men nú kappingin nærkast endanum, er hetta í øllum førum ikki nakað, sum sæst aftur á stigatalvuni. Her er VB einsamalt í oddinum við beinari kós móti FM, og nú hevur Stjørnan eisini eisini eitt heiðursmerki í hondini. Í øllum førum vann Stjørnan týdningarmikla dystin móti Kyndli, ið eisini hevði møguleikan at vinna seg á triðja plássið, um tað eydnaðist teimum at vinna dystin. Tað gjørdu tær ikki, og yvir høvur má sigast, at tað var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar. Heima- liðið var omaná í mest sum øllum í fyrra hálvleiki. Heilt skjótt vunnu tær eina hampulig leiðslu, og so líðandi varð hendan útbygd, uttan at Kyndil fekk gjørt stórvegis við hetta. Og í seinna hálvleiki tóktist gongdin bara at halda fram. Eitt skifti var munurin komin upp í átta mál, men so varð ferðin sett niður.Kyndil fekk strítt seg nakað inn í aftur dystin, men nærri enn teimum fýra málunum, sum vóru á muni at enda, komu tær ikki. Enn livir bronsan Við sigrinum syrgdi Stjørn- an fyri, at tað nú verða tær og so StÍF, sum skulu stríð- ast um bronsuna. Her hevur StÍf við einum dysti fleiri helst betru kortini. Ikki minst tá Stjørnan komandi vikuskifti skal royna seg í Vági, men enn er møgu- leikin í øllum førum har, og tað er ikki so galið hjá ein- um liði, sum undan kapp- ingini bara hevði sum mál at halda sessinum í deildini. Hjá Kyndli tykist hinveg- in, sum hetta var seinasti møguleikin at vinna heið- ursmerki. Enn hava tær tó tveir dystir, og kunnu so- statt koma upp á 17 stig, og tað kann vísa seg at verða nóg mikið, men so skal nógv annað eisini fella í rættlag hjá liðnum. Dysturin í tølum Stjørnan-Kyndil 29-25 (18-12) Málskjúttar: Stjørnan: Bára S. Klakk- stein 8, Daniela Ercevic 8(1), Natasha Stamenkovic 7, Una Olsen 4, Joan M. Joensen 1, Jastrid Gullak- sen 1 Kyndil: Sonja Smiljic 9(5), Annika Ljósstein 6, Iliana Manolescu 6, Marjun Tróndarson 2, Annika Thomsen 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 5 Útvísingar: Stjørnan 2, Kyndil 1 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen FM á páskum Eyðun Nolsøe er ein av mongu sterku føroysku telvarunum, sum koma heim til FM-kappingina, har fleiri sterk útlendsk nøvn eisini eru á luttakaralistanum Stjørnan-Kyndil 29-25 (18-12): Stjørnan heldur nú bronsuni C M Y K 24