týsdagur 1. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
23
C
M
Y
K
23
22
BÁTA PRÁT
Heri á Rógvi
Við bátabrúnna á Eiði finna
vit Olaf Sólsker. Hann hev-
ur hendan dagin verið í
Runavík fyri at keypa sær
agn. Og agn hevur hann so
sanniliga brúk fyri, tí bátur-
in hjá honum fiskar væl.
Olaf Sólsker hevur at
kalla alt sítt lív verið á sjó-
num. Hann fór fyri fyrstu
ferð til skips sum fjúrtan
ára gamal í 1967, og hann
hevur siglt líka síðan.
Hann tók skipsførara-
prógv í sjeytiárunum, og
hann hevur ført skip í
Grønlandi, Norra og Føroy-
um. Nú vildi hann vera
nærri at familjuni og royna
okkurt nýtt.
Saman við einum øðrum
eiðismanni fer Olaf út á
fjørðin við hvørt hóskandi
høvi.
Og størsta orsøkin til
nógvu túrarnar út í fjørðin
er ein AWI Star 35.
5. februar í ár fekk Olaf
handaðan nýggjan bátin hjá
sær, og hann hevur síðani
11. februar nýtt bátin til
fiskiskap.
Ikki kann sigast annað
enn at báturin higartil hevur
roynst sera væl.
– Vit hava fingið næstan
49 tons higartil í ár. Vit
hava fleiri snellur umborð,
men hava higartil hildið
okkum til línu, sigur Olaf
Sólker.
Ein tílíkur kostar nógv,
og tað er vónleyst at for-
renta ein tílíkan bát, uttan
so at fiskað verður burtur-
av. Kostnaðurin fyri ein tí-
líkan bát er ikki so langt
undir tvær milliónir.
Báturin hjá Olaf er ein
fýra bátum í hesari stødd-
ini, ið menn nýta til at
rógva út við á Eiði. Hjá øll-
um hevur fiskiskapurin
verður góður í ár.
– Eg trúgvi upp á, at tað
ber til við hesum bátinum,
sigur Olaf.
Báturin hevur klárað at
siglt 17,4 míl, men vanliga
arbeiðsferðin liggur um 10-
12 míl.
Seinni í ár ætlar Olaf sær
at fara at royna á Føroya
Banka. Báturine rúmligur,
og tveir mans fáa væl sovið
umborð, sigur Olaf.
Luttur – luktur
AWI Star 35 útgávan hjá
Olaf er ikki tann nýggjasti í
flotan, men hann er kanska
tann við tí mest originala
navninum. Báturin verður
kallaður Luttur. Hetta er
eitt ljóðføri, men merkir
eisini luktur, og tað er
hendan týdningin, sipað
verður til við navninum.
– Langabbarnir hjá mær
róðu út. Tað gekk væl hjá
teimum við at fiska, og
menn fóru at kalla bátin hjá
teimum fyri Luttur, tí teir
hildu, at orsøkin til góða
fiskiskapin mátti vera, at
báturin luktaði, sigur Olaf
Sólsker.
Og eftir fiskiskapinum at
døma, so er lukturin á hes-
um bátinum heldur ikki
tann ringasta í so máta.
Góður bátur
Samanlagt er Olaf ikki í
iva, at báturin hjá AWI er
ein góður bátur.
– Báturin hevur roynst
ómetaliga væl. Hetta er
vælaverk í allar mátar, sigur
Olaf, sum ikki dylir fyri, at
hann er glaður fyri bátin.
– Og so hevur tað eisini
okkurt at siga, at hann er
føroyskur, sigur Olaf.
Tað verður sostatt um-
borð á tí grøna Lutti, at
eiðisfólk í framtíðini fara at
finna Olaf Sólsker.
Við eitthvørt høvi
Olaf Sólsker á Eiði tímdi ikki longur at vera
langfarafiskiskap, og hann keypti sær tí ein 35 fót
stórum bát at rógva út við
Olaf: Olaf Sólsker trívist á
sjónum, og hann trívist við
sínum AWI 35, sum hann
bara hevur rós at geva.
Mynd: Heri á Rógvi
Ein AWI STAR 35 er 35 føtur
langur. Volvo moturin hevur
360 hesakreftir.
Mynd: Heri á Rógvi