týsdagur 1. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
23
Gøtumenn ætla í ár at
spæla eitt nýtt lið saman,
sum kann mynda felagið
næstu árini. Fleiri av
profilunum frá í fjør eru
burtur, og tí fáa nýggir
mans kjansin
EYÐUN KLAKSTEIN
Nú er gingin fleiri ár, síðani GÍ
vann landskappingina í fótbólti,
men gøtumenn hava øll árini síð-
ani gulltíðina í 90'unum staðið
seg væl.
Og hóast teir stundum hava ver-
ið undirmettir, hevur tað ikki
nervað felagið, sum ár eftir ár
hevur spælt seg til plaseringar so
ovarliga, at tað hevur givið pláss í
kappingum hjá UEFA.
Í ár stílar GÍ aftur eftir einum
plássi millum fýra tey fremstu
feløgini í landinum, men sam-
stundis sum ávís ítróttarlig úrslit
skulu røkkast, skal GÍ eisini spæla
eitt nýtt lið saman, sum skal
mynda felagið næstu árini.
Pólski venjarin hjá GÍ, Krzys-
ztof Popczynski, er í vetur farin
undir hesa uppgávu, og hann hev-
ur kravt nógv av teimum spælar-
unum, sum ætla sær at vera við.
Teir hava vant fleiri ferðir um
vikuna, venjingin hevur verið
hørð, og disiplinin skal vera í lagi.
– Hetta kappingárið skal brúk-
ast til at leggja eitt gott grundalag
fyri komandi árini hjá GÍ. Tað eru
nógvir evnaríkir spælarar í felag-
num, men trupulleikin í fyrstu
syftu er, at vit hava ikki nóg nógv-
ar royndar spælarar, og tað kann
gerast ein vansi, sigur Krzystof.
Færri royndir
Teir av stuðulsspælarunum hjá GÍ
hava ikki verið við higartil í ár.
Magni Jarnskor, sum hevur verið
ímyndin av GÍ-andanum, hevur
latið gaggurnar standa á hillini, og
eisini tann nakað yngri Sámal
Joensen hevur boðað frá, at hann
ikki verður við. Harafturat er Súni
Fríði Johannesen farin úr felag-
num.
Hesir báðir hava verið sentralir
spælarar á GÍ-liðnum í nógv ár,
og tí verður saknur í royndunum,
sum teir hava fingið gjøgnum
heimligar og altjóða dystir.
Men umstøðurnar gera so, at
aðrir spælarar fáa størri ábyrgd,
og tað er á tann hátt, at teir skulu
menna seg sum spælarar.
– Tú kanst siga, at fleiri av
spælarunum á GÍ-liðnum hava
lítlar og ongar royndir, men tað
kemst so av, at aðrir spælarar hava
verið á liðnum hini árini. Nú
sleppa fleiri av hesum rættiliga at
royna seg, og tað fer uttan iva at
menna teir, sigur Krzysztof Pop-
czynski.
Men tað eru framvegis spælarar
á liðnum, sum hava vunnið sær
royndir í nógvum heimligum og
altjóða dystum. Spælarar sum
Bartal Eliasen, Súni Olsen, Zdzi-
slaw Janik, Leivur Hansen, Poul
Ennigarð og Krzyztof Popczynski
sjálvur koma at vera millum
stuðulsspælararnar í ár, og tað eru
góðir spælarar
Neyvan gull
Kappingarárið í fjør var hampu-
ligt. GÍ endaði á fjórða plássi í
landskappingini, og hetta gav 11.
atgongumerkið til europeiskan
fótbólt.
Tað nervaði liðið nakað, at
álopsparið Krzyztof Popczynski
og Súni Fríði Johannesen vóru
darvaðir av skaðum fittan part av
árinum, men GÍ sigldi nøkun-
lunda millum skerini og kom upp
á 32 stig fyri teir 18 dystirnar.
– Í ár koma vit neyvan at verða
við í stríðnum um gullið, men
málið er at gera tað so gott, sum
vit kunnu við nýggja liðnum. Vit
skulu royna at spæla góðan fót-
bólt, og so stíla vit eftir einum
plássi millum fýra tey fremstu,
sigur Krzyztof Popczynski.
Gøtu Ítróttarfelag
Stovnað: 29.10.1926
FO-510 Gøtu, Postrúm 4
Tlf. 412024/Fax 442024
Formaður: Jógvan Gregersen
Meistarar (6): 1983, 1987, 1993, 1994, 1995, 1996
Steypavinnarar (5): 1983, 1985, 1996, 1997, 2000
Greipuvinnarar (2): 1983, 1996
Í 1. Deild (23 ár): 1980-
Í Europa (10): Meistarakapping 1997/98, Steypavinnarar 1998/99, UEFA Cup 1993/94,
1994/95, 1995/96, 1996/97, 1999/00, 2000/01, 2001/02, 2002/03
Málverjar
Hallur Hansen
16/-24 (0-0)
Jacek Przbylski (PÓL)
Mortan Joensen
2/-5 (0-0)
Verja
Bartal Eliasen
14/3 (6-0)
4/0
ÍF
Poul Ennigarð
13/0 (2-0)
1/0
Leivur Hansen
18/0 (1-0)
Anton Skoradal
Jónreid Dalheim
5/0 (0-0)
Poul Andrias Jacobsen
Kaj Ennigarð
2/0 (0-0)
Poul Arni Jacobsen
Bjarni Justinussen
Miðvøllur
Hans Pauli Petersen
16/2 (4-0)
Zdzislaw Janik (PÓL)
17/2 (4-0)
Bárður á Lakjuni
7/0 (1-0)
ÍF, KÍ
Súni Olsen
14/5 (5-0)
6/1
Símun Samuelsen
Høgni Madsen
1/0 (0-0)
Símun Louis Jacobsen
Hanus Jacobsen
Áslakur R. Petersen
10/1 (4-0)
ÍF
Álop
Magnus Skoralíð
12/0 (0-0)
Krysztof Popczynski (PÓL)
12/2 (1-0)
VB
Páll Rói Poulsen
3/0 (0-0)
Per Jacobsen
Tilgongd
Jacek Przbylski (PÓL)
Pólland
Símun Samuelsen
3/0 (0-0)
VB
Frágongd
Magni Jarnskor
15/1 (6-1)
Givin
Sámal Joensen
15/9 (2-1)
Givin
Henning Jarnskor
3/0 (3-0)
Uttanlands
Poul Henning Jacobsen
1/0 (1-0)
Givin
Súni Fríði Johannesen
17/7 (0-0)
B68
Jóan Petur Olsen
14/0 (0-0)
Givin
Venjari
Krysztof Popczynski (PÓL)
– Vit hava tað gott í Føroy-
um, men vit sakna veðrið í
Póllandi, sigur Krzysztof
Popczynski, sum saman
við familju síni hevur búð
í Føroyum í sløk fimm ár.
Hann heldur, at hann hev-
ur framvegis nógv at læra
sum venjari
EYÐUN KLAKSTEIN
Tað er langur teinur úr pólska bý-
num Krakow til eina bygd í Eyst-
uroynni.
Og teinurin gerst ikki styttri, tá
ið fleiri millumlendingar skulu
gerast kring Europa.
Hóast hetta hevur Krzysztof
Popczynski funnið leiðina til
Gøtu, og har skal hann vera spæl-
andi venjari komandi árið.
– Eg havi havt møguleikan at
sleppa til HB, B36 og KÍ, men GÍ
er ein góð avbjóðing fyri meg í
løtuni. Eg eti við eini lítlari skeið,
og mær dámar at taka smá fet.
Men fetini skulu vera frameftir,
og her í Gøtu havi eg møguleika
at menna meg sum venjari, sam-
stundis sum avbjóðingin at byggja
eitt nýtt lið upp er spennandi, sig-
ur Krzysztof.
– Umstøðurnar í Gøtu eru góð-
ar, og tað sær áhugavert út við lið-
num. Spælararnir vilja nakað, og
tað er kapping um plássini. Har-
afturat merki eg nógv størri áhuga
frá fólkunum, sum sita í nevndini
í felagnum, enn eg gjørdi í Vági
móti endanum.
Úr Póllandi til Svøríki
Krzysztof byrjaði sína yrkisleið
sum fótbóltsspælari í grannalag-
num hjá Krakow, har hann vaks
upp. Hann spældi sum blaðungur
í einum 5. deildarfelagi í Póllandi,
áðrenn hann í 1987 fekk sín fyrsta
sáttmála. Tað var við eitt 3. deild-
arfelag, og 18 ára gamli spælarin
sá stóran møguleika í hesum.
Tvey ár seinni flutti hann aftur
til Krakow at spæla, men hesaferð
var tað við 2. deildarfelagnum í
býnum, og teir fluttu upp í 1.
deild. Krzysztof spældi í pólsku
1. deild fram til 1994, tá ið hann
fór til Svøríkis at spæla.
Hann spældi í 1. deildarfelag-
num Kiruna FF í eitt ár, áðrenn
hann endaði aftur í Krakow.
Millumlendi í Danmark
Síðani spældi Krzysztof í eitt ár í
Grikkalandi, og fór síðani til Dan-
markar at royna seg. Hann spældi
í Esbjerg í tvey ár, og her kom
hann av fyrstan tíð í samband við
ein føroying. Fyrrverandi lands-
liðsspælarin Jan Allan Müller
spældi eisini í Esbjerg um hetta
mundið, og teir komu at kennast.
Hetta hevði við sær samband
við til Vágs, har Krzysztof kom at
spæla og vera venjari á summri í
1998.
– Sáttmálin í Esbjerg var úti, og
teir vildu leingja sáttmálan við
meg. Men eg hevði mist plássið á
liðnum, og tí hevði eg hug at
royna nakað nýtt. VB leitaði eftir
einum spælandi venjara, og tað
ljóðaði spennandi, greiðir hann
frá.
VB fekk gull
Umstøðurnar í Føroyum var nak-
rar heilt aðrar, enn hann var vanur
við at spæla undir.
– Tað var eitt stórt skifti at
koma til Føroya, og á onkran hátt
vóru umstøðurnar verri enn í 5.
deild í Póllandi, sigur Krzysztof
og sipar til, at langt frá allir spæl-
ararnir, sum hann vandi, tóku fót-
bóltsspælið í nóg stórum álvara.
– Tað var sum at byrja av
nýggjum í Vági. Nógvir spælarar
spældu bara til stuttleika, og tú
visti ongantíð, um tú hevði sjey
ella fimtan spælarar til venjing.
Men eg royndi at skapa meira
professionellar umstøður, og eg
haldi, at tað lønti seg, sigur hann
og kann fegnast um, at hann førdi
VB til fyrsta meistaraheitið í
bestu mansdeildini. Tað var í
2000.
Kroppurin ikki tann sami
Í fjør fór Krzysztof Popczynski til
Gøtu at spæla, og her skuldi hann
ikki hugsa um venjarayrki, tí Jó-
han Nielsen var venjari. Men
kappingarárið í fjør gjørdist ikki
til tað stóra, tí hann var plágaður
av skaðum.
– Eg fekk ein skaða tíðliga á
árinum, og tað órógvaði mær stór-
an part av kappingini. Eg elski at
spæla fótbólt, men nú er tað trup-
ult at spæla, tí kroppurin er ikki
so væl fyri, sum hann plagdi at
vera. Eg gevi tí harða vøllinum í
Vági ein part av skuldini fyri tað,
tí hann fer illa við knøunum. Tú
merkir tað ikki beinanvegin, men
tað kemur aftur um brekku seinni,
heldur Krzysztof.
Hóast hann nú er vorðin venjari
í GÍ, ætlar hann sær eisini á vøllin
at spæla.
Hava tað gott í Føroyum
Krzysztof Popczynski hevur nú
búð í Føroyum í sløk fimm ár, og
hann ætlar sær at verða verandi
her í nøkur ár afturat, um tað letur
seg gera.
– Tað er stórur munur á Pól-
landi og Føroyum, og fyri okkum
er og verður Póllandi heimlandið.
Har hava vit familju og vinir, so
vit leingjast eitt sindur heim. Men
hinvegin vil eg gjarna, at familjan
fær meira støðug viðurskifti, tí vit
hava ferðast sera nógv, sigur
hann.
Eldra dóttir hansara hevur ging-
ið í skúla í Føroyum hesi fimm
árini, og tí verður tað trupult at
flyta heima til Póllands ella annað
land at búgva nú. Yngra dóttirin
skal í skúla nú, so Krzysztof
Popczynski roknar við, at tey
steðga í Føroyum í nøkur ár aftur-
at.
– Vit hava tað gott her. Vit hava
hús og arbeiðið, men vit sakna
veðrið í Póllandi, sigur hann.
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
GÍ byggir nýtt lið upp
Hetta
kappingarárið
skal brúkast til at
leggja eitt gott
grundarlag fyri
komandi árini
hjá GÍ.
Mynd: Álvur Haraldsen
Úr Krakow til Gøtu
– Tað var eitt stórt skifti at koma til Føroya, og á onkran hátt vóru umstøðurnar verri enn í 5. deild í Póllandi, sigur Krzysztof og sipar til, at langt frá allir spælararnir, sum hann vandi,
tóku fótbóltsspælið í nóg stórum álvara.
Mynd: Eyðun Klakstein
2003
2003