leygardagur 9. november 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
y A; Á
MÓRI LÁÁ
Alt er upp á rím -
Kollfirðingar hava í dag kl. 17 frumframførslu av leikinum
Kjerlighoyt - men ongar hosur" eftir Johan Herman Wessel. Hetta |
er ein kreyjandi leikur at spæla, tí alt, sum sagt verður, er upp á
Nr. 209 - 9. november 1991
rím. Hetta er ein skemtileikur um hetjur
Kjerlighoyt - men ongar
hosur" er ein heldur óvan-
ligur leikur á palli í Før-
oyum.
Hetta er ein gamal leikur,
skrivadur i 1772 av Johan
Herman Wessel, sum skriv-
aði leikin sum samtidar
satiru.
Kollfirðingar hava fingið
Ullu Ryum, sum er danskur
leikstjóri og sum setti Anti-
gone upp í Norðurlanda-
húsinum, at seta leikin upp.
Ria Tórgarð hevur verip
hjálparleikstjóri.
Ria heldur hetta vera ein
spennandi leik, tí hann er so
nógv ødrvisi. Her verður
ikki roynt at gera tað so
naturligt. Eingin ivier um at
Yngsti leikarin er Mari
Hamrá, sum hevur
leiklutin at spæla
horn.Við harpuni Anna
Petersen
tað er sjónleikur - og tey
spæla sjónleik í sjónleik-
inum. Tey skulu yvirspæla.
Teksturin er eisini spenn-
andi, tí alt er upp á rím, ogso
er upp til leikararnar at fáa
tekstin so livandi, at fólk
skilja.
Axel Tórgarð hevur um-
sett leikin. Tað hevur ikki
verið hvgnn mans føri, tí alt
rímar. Leikurin er eisini
danskur, og so var at finna
vendingar, sum hóska til
føroysk viðurskifti. T.d.
svørja tey í leikinum i
donsku týðingini til gular
ertrar, her svørja tey til
knettir. Og kertustubbarnir
eru eisini á lofti.
Ein kundi hugsað sær, at
ein leikur, sum er yvir 200
ára gamal, hevði hátíðarligt
må. Soleiðis er als ikki. Tey
tosa heilt lætt og vanligt
gerandismál.
"Kjerlighoyt - men ongar
hosur" er fyrst og fremst ein
skemtileikur. Wessel skriv-
aði hann á sinni fyriat gera
gjøldur burtur úr tåtidar
máta at spæla sjónleik. Tað
er ein klassikari, sum reglu-
liga verður tikin fram í fleiri
londum.
Um hetjur
Leikurin er eisini ein leikur
um hetjur. Ein skræddari,
ein arbeiðsgenta og ein
skósmiðjur eru høvudsleik-
ararnir.
Ulla Ryum hevur gjørt
leikin til ein nútíðarleik við
at lata hetjurnar dyrka sín
kropp við body-building, ið
er ein mentan fyri seg.
Kvívíkingar hava vent
leikin síðan 1. september.
hetta hevur verið ein stræv-
in tíð við venjing fýr-fimm
ferðir um vikuna. Tad eru
treytirnar, sum leikararnir
kenna, áðrenn farið verður t
venja.
Leikurin verður fram-
førdur í Glæmuni. Frum-
framførslan verður í dag kl.
17, og næsta framførlsla í
morgin kl. 16. Síðan nakrar
ferðir um vikuna, so leingi
Gundor Mortensen og
Uni Magnussen eru tveir
av leikarunum
áskoðarar koma. Leikurin
varar stívliga hálvan annan
tíma.
Leikararnir eru sjey í tali:
Tóri í Hoyvík, Bjørg Jen-
sen, Anna Petersen, As-
bjørg Jørgensen, Uni
Magnussen, Gundor Mor-
tensen og Mari Hamrå.
Regin Patursson hevur
smidad pallin, Zacharias
Guttesen hevur sett ljósið,
Elisabeth Joensen hevur
seymað búnar og Kári Bæk
hevur lagt tónleikin til
Leikurin er ein
klassikari, kendur í
nógvum londum.
Vanliga orðtakið "Uden
mad og drikke, duger
helten" ikke" stavar frá
; hesum leikinum.
Á myndini síggjast Tóri
í Hoyvík, Anna
Petersen og Bjørg
Jensen
rættis. Fleiri onnur fólk
hava hjálpt við ymiskum.
randi
Danski leikstjórin Ulla Ryum
rósar leikarunum fyri arbeiðs-
semi og dirvi við at tora at
spæla slíkan torfóran leik
- Hetta hevur verið stuttligt
og læruríkt. Fólkini eru sera
dugnalig og tey hava arbeitt
íðin við leikinum, og tað er
einastandandi at tað skuldi
bera til at koma so langt
eftir so stuttari tíð, sigur
Ulla Ryum, sum hevur sett
leikin upp.
Kvívíkingar hava vent í
tveir mánaðir. Tað er stutt
tíð samanborið við, hvørja
tíð amatgrleikarar aðrstaðni
brúka til so krevjandi leik,
sigur Ulla Ryum. Men so-
leiðis gera sjónleikarfelgg-
ini í Føroyum.
Hon helt tað vera so sjålv-
sagt at lata hetjurnar verða
tey, sum ganga í heilsu-
midstødir og dyrka sítt
likam. Hon sær ein paralell
millum "hetjurnar" á Wess-
elsa døgum og tey, sum
vilja verða sóllitt fyri at
síggja betur út.
Hetta er ein leikur um
hetjur, men tað er fyrst og
fremst ein stuttligur leikur.
Fólk skulu sleppa at
stuttleika sær, sigur Ulla
Ryum.
Ulla sigur, at hetta hevur
verið ein deilig tíð í Kvívík,
og henni fr at leingjast aftur
til bygdina, tá hon í morgin
fer aftur til dDanmarkar.
- Tað hevur verið so
stuttligt at arbeitt saman við
kvívíkingunum, tí teimum
dámar at gera nakað
óvanligt. Og hetta er ein
óvanligur leikur. Hetta er
teirra leikur, eg havi bara
hjálpt til. Eg haldi meg hava
lært nógv eisini um før-
oyskamálið, sum ljóðar væl
í leikinum, sigur Ulla
Ryum.
randi