leygardagur 9. november 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr
Ein góður
arheiðsfelagi
Allir vanlukkutilburðir kennast syndarligir og
meiningsleysir. Serliga, tá vit missa fólk í bestu
árum, sum nú Eli Andresen, okkara gamla
arbeiðsfelaga.
Eli lærdi sítt yrki á Grafia. Takkað verið hollari
frálæru, góðum evnum og nærlagda lyndi vóru
mong grafisk arbeiðspláss, sum heldur enn fegin
kundu hugsa sær at talt Eli millum meðarbeiðarar
sinar.
So heppin vóru vit á Sosialinum miðskeiðis í
sjeytiårunum, at hann kom at arbeiða saman við
kkum, og honum nutu vit gott av. Hetta var í
stóru teknisku broytingartíðini, tá nýggjur prent-
teknikkur gjørdi sína innrás á føroysku
prentsmiðjurnar og setti harvið ógvuliga stór krøv
ul starvsfólkið.
Eli var ein teirra, sum setti sær sjálvum stór
krøv. Hann hevði fakligan stoltleika í orðsins besta
týdningi og gjørdi altíð sítt arbeiði til lítar. Men
tað er ikki bert hin fakliga Eli, vit minnast.
Hansara góða lyndi og hjálpsemi hevði sina
positivu ávirkan á arbeiðsplássið. Ein dygd, sum
ikki minst kemur einum annars ofta rokamiklum
arbeidsumhvørvi sum blaðarbeiði er, til góða.
Tað eru nú nøkur ár, síðani Eli gavst at arbeiða á
Sosialinum, men hóast tað stakk hann mangan inn
á gólvið og var mangan hollur í ávikum.
Vit kenna stóran sakn í Eli, okkara góða
arbeiðsfelaga í mong ár. Størstur er saknurin tó hjá
hansara næstu, sum mistu tað besta tey áttu.
Vit drýpa høvur í sorg og minnast Eli við virðing
og takksemi.
Starvsfólkið á Sosialinum
- -
tíðifintabjaðið 50
Í samarbeiði millum Tyn-
set Mentunarhús og Norð-
urlandahúsið í Feroyum
er ein foroyskur mánaður í
letuni í Tynset. Tynset
liggur eitt sindur
suður/eystan fyri Trond-
heim.
Guðrið Poulsen og Tita
Vinther sýna fram kera-
mikk og vovið klæði í
Gallarí Elgen í mentunar-
húsinum í degunum
3.—28. november. Hetta
er síðsta stað, sum fram-
verður sýnd í
útlondum. Framsýningin
hevur annars verið í
Jakobstad og Seinajoki í
Finlandi, Birkered í Dan-
mark og í Ferde í Sogn og
Fjordane í Noregi. Fram-
sýningini verður eisini at
síggja í Norðurlandahús-
inum í Feroyum í desemb-
er í ár og í januar 1992. Í
Ferde varð framsýningin
sera væl móttikin, og
keypti kommunan har eitt
verk hjá Guðrið. Higartil
hevur framsýningin í Tyn-
set verið avbera væl mót-
tikin, og vóru tær báðar
Tita og Guðrið sjálvar til
staðar, tá ið framsýningin
læt upp síðsta sunnudag
seinnapart.
sýningin
øroyskur mánaður
í Tynset í Noregi
Mikudagin 6. november
var eitt væl fyriskipað
Feroyakveld í tí stóra sal-
inum í Tynset, har Annika
Hoydal var í miðdepli.
Annika flutti fram eina
skrá við tekstum hjá
Williami Heinesen við
heitinum >Kæri William«
og harafturat kundi tú
hoyra tveir av teimum
fremstu fólkatónleikarun-
um í Noregi, Hans Fredrik
Jacobsen og Tone Hul-
bækmo við bæði føroysk-
um og norskum fólkalog-
um. Feroyakveldið var í
sama húsi, har Tita og
Guðrið hava framsýning,
og har var eisini ymiskt
tilfar at lesa um ta fer-
oysku ferðamannavinn-
una.
Á veg til Tynset hevur
Annika Hoydal eisini flutt
fram skránna >Kæri Willi-
am« í Norsk-Færøsk Lag í
Oslo.
Tann nógv umreddi
fuglafilmurin »Skerdir
veingir«, sum Lisbeth
Dreyer hevur gjørt, og
sum er sýndur i Norður-
landahúsinum i Føroyum
og úti í Skúvoy i oktober
mándi, verður sýndur i
Tynset komandi sunnu-
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Torshavn, afholdes
Torsdag den 28. november 1991
kl. 09.20
tvangsauktion (AS 455/91) over matr.
nr. 243 c Sumba, bygning på lejet grund
tilhørende P/F Fiscofar, Lopra.
Auktionen er begæret af advokat Petur
Even Djurhuus,
Advokatfelagið
100
Tórshavn, tlf. 1.1260 pá vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen er en erhvervsbygning pá
en 1296 m? stor grund i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn pá dommerkontoret.
Færgernes fogedret,
den 07.11.91
Ole G. Olesen
Lýsið í
sostalinum
ovember 1991
dag, og sunnudagin tann umtalu i norskum blødum,
17. november verður bleðum nærhendis Tyn-
sýndur filmurin hjá set longu áðrenn tey
Katrini Ottarsdóttir, byrjaðu, og tey sum skipa
„Atlantic Rhapsody <- fyri tiltøkunum, rokna
við, at nógv fólk fara at
koma at vitja.
Tey feroysku tiltekini
hava fingið heilt nógva
Hjartaliga takka vit kokkum og ellum teim-
um, sum gleddu okkum á hjúnabandsdeg-
num 6.8.1991.
Heilsan
Súsanna og Sámal Petur
Hjartaliga takki eg ollum, sum á ymiskan
hátt gleddu meg á 85 ára fødingardegnum 11.
september.
Tøkk fyri vitjan, gávur, blómur, fjarrit,
uppringingar og tykkum, ið vundu flagg á
stong.
Ein serstøk tøkk til børn, svigarbørn og
ommubørn, sum gjørdu dagin ógloymandi.
Hjartans tøkk øll somul.
Alma Frederiksen
Midvåg