Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 — 9. november 1991 »Og teir tóku hann og kastaðu hann út um vingardin og drópu hann«. Matt. 21,30. Eitt annað orð í Bíbliuni sigur okkum, at tá ið Jesus kom til sítt egna, tóku hansara egnu ikki ímóti honum. Her sigur hann okkum í einum líknilisi, hverja mótteku hann fór at fáa. Veruleikin kom at verða tann, at teir tóku hann og leiddu hann út um staðin og krossfestu hann. Soleiðis var eisini, tá ið húsbóndin sendi huskellar sínar eftir fruktunum av víngarð- inum. Staðin fyri at lata hann fáa fruktirnar, løgdu víngarðsmenninir fyrst hendur á hús- kallarnar og síðan á Sonin. Og somuleiðis var, tá ið sveinarnir fóru út at bjóða í brúd- leyp. Fyrstu vildu tey bodnu ikki koma, síð- an tóku tey hendur á sveinarnar og meinsl- aðu teir og drópu teir. Hesum viðvíkjandi man einki vera broytt. Tann, ið ikki tekur við innbjóðingini, kemur fyrr ella seinni at taka hendur á sveinarnar — so ella so. Uttanveltaður ella lutleysur ber ikki til at standa, hvussu fegin vit vildu. Tann, ið ikki savnar, hann spreiðir, og tann, ið ikki er við, hann er ímóti. Jesus letur menninar sjálvar fella dóm yv- ir illgerðina: >Herviliga man hann taka hesi illmenni av degum og lata aðrar víngarðs- menn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tima«. Høvudsprestarnir og Fariseararnir skiltu tá, at hann talaði hetta líknilsi um teir. Men skilja vit, at hann talar tað um okkum eisini? 31. oktober Harry Haraldsen, Sandavági, 55 ára gamal. 2. november Óli Petersen, Rituvík, 67 ára gamal. 3. november Jákup Simonsen, Tórshavn, 82 ára gamal. 4. november Per Gullstein, Rituvík, 66 ára gamal. Niels Juul Mortensen, Tveroyri, 73 ára gamal. 5. november Jacobina Johannesen, Vestmanna, 72 ára gomul. 6. november Ole Jacob Samuelsen, Olle, Fuglafirði, 66 ára gamal. 7. november Jens Kristian Djurhuus, Fuglafirði, 77 ára gamal. 8. november | Kristianna Poulsen, i Djónastovu á Eiði, 91 ára gomul. KFUK Mánadagin kl. 15.00 verður eldrasamkoma við Bergi Jacobsen, presti. Frásagnir. Gudstænastur 24. sunnudag eftir trinitatis Hattarvík: Jógvan Johansen kl. 12.00 Kirkja: Jógvan Johansen kl. 17.00 Christianskirkjan: Niels P. Danielsen kl. 11.00, altar- gongd Elduvík: Torkil Beder kl. 12.00 Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Geta: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd Sjóvar kirkja: Petur Petersen kl. 12.00 Rituvík: Jákup Kass kl. 11.00 Æðuvík: Jákup Kass kl. 17.00 Haldórsvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd Langasandur: Martin R. Jacobsen kl. 15.00 Vesturkirkjan: Hans J. Joensen, bispur Argir: Høgni Poulsen Sørvågur: David Johannesen kl. 12.00 Skålavik: Jåkup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Dalur: Jåkup R. Hansen kl. 18.00 Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 12.00, altargongd Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 18.00 Tvøroyri: Jénsvein Bech kl. 12.00, familju- og barnaguds- tænasta. Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan Vágur: Heri Joensen kl. 11.00, altargongd Leitið: Heri Joensen kl. 16.00, altargongd Wa barn 1. november fingu Jó- hanna á Tjaldrafløtti, og Heri Olsen, Keyp- mannahavn, ein son. 1. november fingu Ann Mari Dam og Carstin Flytkjær, Hvalvík, eina dóttur. 2. november fingu Bereth og Kári á Prest- treðni, Miðvági, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3100 gr. 3. november fingu Selma og Trondur Petersen, Viðareiði, ein son. 3. november fingu Arn- ley og Hans Magnus- sen, Sandavági, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3800 gr. 4. november fingu Lilly og Paul Hanssen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4125 gr. 4. november fingu Siri og Helgi Clemmensen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. lang- ur og vigaði 4150 gr. i. november fingu Linda og Magnus Jacobsen, Strondum, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3750 gr. 4. november fingu Lis Johannesen og Eliesar Jacobsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 5. november fingu Jón- gerð og Eigil Magnus- sen, Miðvági, ein son. Hann var 50 cm. lang- ur og vigaði 3420 gr. 5. november fingu Anne og Jógvan Mart- in Grástein, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100 gr. 7. november fingu Anna Oluffa og Bergur Johansen, Nólsoy, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4050 gr. 7. november fingu Nanna Kallsberg og Agnar Joensen, Tórs- havn, ein son. MALTAGURIN Mýlið ikki málið Í Tíðindablaðnum Sosialinum nr. 168 — 13. september í ár stendur grein við yvirskriftini Mýlið ikki málið. At tikið verður til hesa grein kemst av, at tann — hann ella hon — ið greinina hevur skrivað, skrivar um málteig í Tíðindablað- num Sosialinum 27. oktober í fjer, tå ið eg skrivaði um ektað og oyðið. Tann, ið skrivað hevur greinina, heldur, at vit skulu skriva ekta i hverkikyni og ikki ektad — skriva tað við ongum då. Satt man vera, at orðið kemur av at ekta, vit kennast øll við orðini ektamaður, ekta- kona. Orðið man vera komið úr donskum máli inn i føroyskt mál onkuntíð í 18. eld; men í foroyskum máli hevur tað fingið sniðið í kall- kyni ektaður, t.d. ektaður gullringur; í kvennkyni ektað, t.d. ektað silvurskeið; í hverkikyni ektað, t.d. ektað silvurspenni. Í foroysku-donsku orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras stendur ektaður, bæði í 1. og 2. útgávu. Best man vera, at taka eftir teirra ráðum og skriva ektaður, ektað og ektað, í hverjum kyni, orðið so stendur í, kallkyni, kvennkyni ella hverki- kyni. Um orðið forharmaður verður eisini skriv- að. Soleiðis stendur í greinini: Ein lesara- brævskrivari fýlist á orðið forharmaður, sum hann ikki heldur vera >gott feroyskt<. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hvat bagir hesum orðinum. Aftur fari eg at vísa til orðabókina ta donsku-føroysku, har sagt verður um orðið forharmaður: bedrøvet, ked af det, vera for- harmadur um. Jfr. harmur. So kann hvør meta um, sum hann vil. Nógvum dámar betur orðið harmur. Og so eru tað orðini at vraka og havna. Greinskrivaranum dámar betur orðið at vraka, tí havna er ov fornt, heldur hann. Regin í Líð letur í Bábelstorninum Sunn- evu uppi í Stovu teska í oyrað á Sjúrði, soni sínum: >Ég skal siga tær, hann (Jógvan í Jógvansstovu) havnaði meg fyri hasa teys- ina Óluvu í Búð. ..< Eg havi meira enn eina ferð hoyrt fólk siga havna,tá ið onkur annar hevði sagt vraka. Annars er nógv áhugavert at lesa um vraka í foroyskum máli og ta lagnu, tað orðið hevur fingið. At vraka og góðskumeta. Um at sekja at og leypa á, sum eisini verð- ur skrivað um í somu grein, verður skrivað í ødrum málteigi. Sv. T. Læknavaktir = ss30. Tórshavn: Annika Vágar : Tlf. 32413. Olsen, tlf. 17700, leyg- Suðuroy — (nordur): ardag og Kristianna — "71560. Nordendal, tlf. 12979, Suðuroy (suður): Tlf. sunnudag. 73030. Eysturoy: Andreas Petersen, tlf. 41086, Tannlæknavakt leygardag og Magnusá = Tórshavn Stongum, tlf. 23006, sunnudag. Norduroyggjar: Steingrímur Weihe, tlf. Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 - 14.00. TIf. 14544.