Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 1. apríl 2003 29 TB-NSÍ 0-3 (0-2): Steypavinnararnir verja borg Ánararnir av Løg- manssteypinum hava eftir tvey umfør fult stigatal, og tykjast halda beina kós víðari í kappingini LØGMANSSTEYPIÐ Jákp Mørk Eins og í restini av landin- um, so var veðrið einki ser- ligt, tá NSÍ vitjaði á Tvør- oyri um vikuskifitð. Regn og heglingsæl skolaðu om- an yvir leikararnar frá fyrsta bríksli, og nógvi vindurin gjørdi tað trupult at fáa nakað samanhang- andi spæl. TB hevði vindin undan fyrra umfarið, men tað gekk ógvuliga striltið at gera sær dælt av hesum. Mest sum allar álopsroynd- ir endaðu við at bólturin rann undan teimum, og um hálva tíman gekk brádliga galið í hinum endanum. Sonni L. Petersen fekk bóltin í høgru, og hann gjørdi ikki mætari enn at seta beina kós móti málin- um, og við einum frálíkum skoti sendi hann bóltin í kassan. Hett tóktist eisini verða hálvleiksstøðan, men beint undan steðginum fekk TB tað, sum líktist mønusting- inum. NSÍ hevði vunnið hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, var hart kroystur verjuleikari hjá TB somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál. Seinna hálvleik var veðr- ið kanska nakað betri, men fyri tað bøtti tað ikki so nógv um spælið. Runavík- ingar høvdu mest sum tryggjað sær sigurin, og teir ansaðu væl eftir ikki at ov- erva seg, men teir fingu tó eitt mál afturat. Hetta kom, tá TB-verjan snorksvav, tí teir hildu bólt- in vera uttan fyri síðulinj- una. Sonni L. Petersen hevði tó sæð møguleikan, og eftir at hava drigið nak- að, spældi hann Jónstein Petersen púra leysan, so hesin hevði lætt við at skora. Soleiðis eru runavíkingar nú væl áleiðis í bólkaspæl- inum, har teir hava fingið seks stig fyri tveir dystir. Vanliga verður mett, at eini nýggju stig eru nóg mikið at koma víðari við, og sum støðan er nú, so vildi tað verið løgið, um steypavinn- ararnir ikki fáa hetta. Tvøramenn hava hinveg- in framvegis bert tað eina stigið, sum teir fingu í fyrsta umfarinum, og við trimum úti- og einum heimadysti eftir kann tað gerast meira enn trupult hjá teimum at vinna seg víðari. Dysturin í tølum TB-NSÍ 0-3 (0-2) 0-1: Sonni L. Petersen 0-2: Sjálvmál 0-3: Jónstein Petersen Eftir sigurin á TB eru runa- víkingarnir mest sum vísir í at koma víðari í steypakapp- ingini Mynd: Áki Bertholdsen Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munurstig 1 VB 10 9 - 1 - 0 575 459 116 28 2 VÍF 10 7 - 2 - 1 515 424 91 24 3 Stjørnan 10 3 - 1 - 6 482 482 0 15 4 StÍF 9 4 - 1 - 4 489 517 -28 15 5 Kyndil 10 3 - 1 - 6 533 549 -16 13 6 Neistin 10 4 - 0 - 6 455 487 -32 13 7 Tjaldur 9 1 - 0 - 8 400 531 -131 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munurstig 1 VÍF 11 8 - 0 - 3 722 608 114 25 2 StÍF 9 6 - 2 - 1 604 528 76 23 3 Kyndil 9 6 - 2 - 1 583 553 30 20 4 Neistin 10 4 - 1 - 5 619 593 26 18 5 KÍF 10 2 - 2 - 6 599 626 -27 11 6 H71 10 4 - 0 - 6 563 652 -89 11 7 Tjaldur 9 0 - 1 - 8 523 653 -130 4 Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 175 (48) Asta Petrauskiene StÍF 163 (41) Danijela Ercevic Stjørnan 162 (43) Simona Dziugyte Neistin 157 (54) Sóley Mikkelsen VÍF 146 (44) Reda Kurkauskiene VB 140 (19) Lotte Sørensen Kyndil 130 (64) Milica Ergic Tjaldur 122 (24) Natasja Stamenkovic Stjørnan 121 (9) Lenka Ribaric Tjaldur 112 (32) Alina Olaru StÍF 104 (8) Jacklin Durhuus VÍF 97 (9) Nicoleta Radu VÍF 89 (1) Ileana Manolescu Kyndil 88 (13) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 71 Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 196 (20) Damir Oros KÍF 186 (41) Áki Olsen VÍF 149 (11) Sveinur Justinussen StÍF 147 (23) Halgir D. Olesen H71 143 (5) Morgan Knezevic Neistin 132 (28) Ingi Olsen VÍF 130 (28) Jacob Jónsson Kyndil 119 (7) Áki Mørk Neistin 116 (26) Finnur Hansson Kyndil 103 (13) Costin Dumitrescu StÍF 103 (22) John Zachariasen VÍF 98 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 95 (27) Niels Viggo Niclassen H71 93 (1) Petur Martin Poulsen KÍF 91 Meðan meistararnir úr HB longu tykjast hava bílagt sær pláss í fjórðingsfinaluni, stendur av álvara á hjá B36 eftir tvey tap á rað LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Grannauppgerð var á skránni í Gundadali sunnu- dagin, tá HB og B36 hittust í fyrsta sínamillum dystin- um á árinum. Ein dystur, sum vanliga savnar nógv viðhaldsfólk, og har spælið í nógvum førum hevur ver- ið av tí heilt undirhaldandi slagnum. Stríðssigur Dysturin sunnudagin verð- ur tó ikki hann, sum fer at standa fremst í hugaheim- inum hjá áskoðarunum fyri vakra spælið. Heldur var talan um ein dyst, har báðir partar royndu at stríða seg til sigurs, og sum so eydn- aðist hetta betri hjá stóra- beiggjanum úr HB. Sum skilst úr Gundadali, so var fyrri hálvleikur sera linligur, hvat málmøguleik- um viðvíkur, men tað var tó HB, sum hevði leikligu yvirvágina. Hetta helt eisini fram í seinna hálvleiki, men tað var tó um reppið, at B36 legði seg á odda, tá Heðin á Lakjuni einsamallur við málverjanum sendi bóltin framvið málinum. Men teir úr HB svaraðu skjótt aftur, og tá teir høvdu møguleikan, var neyvleikin nógv størri. Fyrsta málið fingu teir, eftir at Carsten From hevði vunnið sær frí- spark í vinstru. Nico Dug- aru sendi bóltin innfyri, og har kundi ein leysur Tór- Ingar Akselsen snitta bóltin víðari í málið til stóra frøi fyri bæði seg, liðfelagar og áskoðarar. Tepra leiðslan tóktist at skula halda allan dystin, tí hóast málið, so megnði B36 ikki at seta so mikið av ferð á, at HB veruliga kom undir trýst. Hinvegin vóru teir úr HB nú eisini meira varnir, men stutt fyri leik- lok fingu teir tó staðfest sigurin. Carsten From, sum ann- ars varð mettur sum sera ivasamur undan dystinum, vann sær aftur fríspark utt- an fyri brotsteigin. Hesa ferð gjørdi álopsmaðurin av, at hann skuldi skjóta sjálvur, og uttan stórvegis hóvasták hamraði hann bóltin í meskarnar. Krepputos Við sigrinum staðfesti HB, at teir eisini í ár ætla sær langt í steypakappingini, soleiðis sum teir eru vanir við. Og einki er at ivast í, at sigurin á grannunum í nógvar mátar styrkti um sjálvsálitið. Ikki minst í verjupartinum, sum annars tóktist vera stóra spurnar- tekini á liðnum undan kappingini. Álopið mátti hesa ferð standa seg uttan skadda Andrew av Fløtum, og hóast saknurin í honum var sjónligur, so stóð liðið kortini royndina. Hjá B36 man lagið hin- vegin vera alt annað enn gott, nú teir eftir tveir dystir hvørki hava fingið stig ella mál. Enn eru fýra dystir eftir, og lítið er at ivast í, at krav- ið til hesar eru níggju stig, dog so er spurningurin, hvørt leikararnir megna at liva upp til hetta. Undan kappingini varð annars mett, at stjørnusetti B36-hópurin fór at verða so nógv tann sterkasti í land- inum, men enn hevur ikki verið nógv at sæð til hetta. Skaðar hjá lyklaleikarum eiga sjálvandi sín part av frágreiðingini í hesum, men styrkin á einum liði kann ikki bert metast eftir teimum fyrstu ellivu. Hon sæst eins nógv aftur í teim- um, sum av og á mugu taka til takkar við plássi á beink- inum, og her hevur B36 enn ikki sýnt, at teir hava fólkið til nakað gullmerki. Enn er krepputosið ikki av álvara farið at gera um seg, men verður hetta gongdin, kann tað í øllum førum skjótt henda. Dysturin í tølum HB-B36 2-0 (0-0) 1-0: Tór-Ingar Akselsen 2-0: Carsten From Dómari: Suni Johansen HB-B36 2-0 (0-0): Enn eigur HB Havnina 29 28 Nr. 63 - 1. apríl 2003 EM-toppskjúttar Tomasson Danmark 4 Wiltord Frakland 4 Henry Frakland 4 Beckham Ognland 3 Gudjohnsen Ísland 3 Del Piero Italia 3 Contra Rumenia 3 Semak Russlan 3 Akin Turkaland 3 Gera Ungarn 3 Hartson Wales 3 Petersen Føroyar 2 EM-undankappingin Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Frakland 4 4 - 0 - 0 17 1 16 12 2 Ísrael 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 3 Kypros 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 4 Slovenia 2 1 - 0 - 1 3 5 -2 3 5 Malta 5 0 - 0 - 5 1 17 -16 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 3 2 - 1 - 0 9 4 5 7 2 Noreg 3 2 - 1 - 0 5 4 1 7 3 Rumenia 4 2 - 0 - 2 12 6 6 6 4 Bosnia Hersegovina 3 1 - 0 - 2 2 5 -3 3 5 Luksemburg 3 0 - 0 - 3 0 11 -11 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 3 2 - 1 - 0 7 1 6 7 2 Kekkia 3 2 - 1 - 0 5 1 4 7 3 Eysturríki 3 2 - 0 - 1 4 3 1 6 4 Moldova 4 1 - 0 - 3 1 6 -5 3 5 Hvítarussland 4 1 - 0 - 3 2 8 -6 3 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Letland 3 2 - 1 - 0 2 0 2 7 2 Ungarn 3 1 - 2 - 0 4 1 3 5 3 Póland 3 1 - 1 - 1 2 1 1 4 4 Svøríki 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 5 San Marino 3 0 - 0 - 3 0 6 -6 0 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Skotland 3 2 - 1 - 0 6 3 3 7 2 Týskland 3 2 - 1 - 0 5 2 3 7 3 Litava 4 1 - 1 - 2 3 6 -3 4 4 Ísland 3 1 - 0 - 2 4 4 0 3 5 Føroyar 3 0 - 1 - 2 3 6 -3 1 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 3 2 - 1 - 0 7 2 5 7 2 Ukraina 4 1 - 3 - 0 6 4 2 6 3 Armenia 3 1 - 1 - 1 3 4 -1 4 4 Grikkaland 3 1 - 0 - 2 2 4 -2 3 5 Norður Írland 3 0 - 1 - 2 0 4 -4 1 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Turkaland 3 3 - 0 - 0 10 1 9 9 2 Ongland 3 2 - 1 - 0 6 3 3 7 3 Slovakia 3 1 - 0 - 2 3 5 -2 3 4 Makedonia 4 0 - 2 - 2 4 7 -3 2 5 Liktenstein 3 0 - 1 - 2 1 8 -7 1 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bulgaria 3 3 - 0 - 0 6 1 5 9 2 Belgia 4 2 - 0 - 2 2 6 -4 6 3 Kroatia 3 1 - 1 - 1 4 2 2 4 4 Estland 2 0 - 1 - 1 0 1 -1 1 5 Andorra 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 Bólkur 9 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Wales 4 4 - 0 - 0 10 1 9 12 2 Italia 4 2 - 1 - 1 6 3 3 7 3 Serbia & Montenegro 3 1 - 2 - 0 5 3 2 5 4 Finnland 4 1 - 0 - 3 3 6 -3 3 5 Aserbadjan 5 0 - 1 - 4 2 13 -11 1 Bólkur 10 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sveis 3 2 - 1 - 0 7 3 4 7 2 Russland 3 2 - 0 - 1 9 6 3 6 3 Albania 3 1 - 1 - 1 5 6 -1 4 4 Írland 3 1 - 0 - 2 5 7 -2 3 5 Georgia 2 0 - 0 - 2 2 6 -4 0 Í 20 minuttir megn- aði Neistin als ikki at skora, og tað nýtti VÍF til at tryggja sær stigini KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Seinastu vikurnar hevur kvinnuliðið hjá Neistanum fingið hampuliga nógva ferð á. Somikið nógva, at bronsumerkini vóru í eygsjón, men skuldu hesi gerast veruleiki, var helst neyðugt við sigri á VÍF, sum vitjaði sunnudagin. Ein ikki heilt ómøgulig uppgáva. Kanska serliga tí VÍF ikki longur hevur stór- vegis at spæla fyri, nú silvurmerkini helst verða veruleiki, men tað eydn- aðist so ikki Neistanum at vinna. Svørt løta Og orsøkin til hetta var sera einføld. Eina langa løtu miðskeiðis í dystinum snøgt sagt stongdu gestirnir hurðina. Tað hevði annars gingið javnt á fyrstu løtuna, og tá 12 minuttir vóru leiktir, stóð 4-5 á talvuni, men so steðgaði alt upp. Neistin skoraði ikki restina av hálvleikinum, og tá VÍF samstundis hevði strítt seg upp á 13 mál, tóktist alt avgjørt. Men tað var tó um repp- ið, at Neistin kortini kopp- aði øllum. Við trivaligu leiðsluni í viðførinum, hildu gestirnir ivaleyst, at tær nú kundu taka sær av løttum, men hetta var um reppið at kosta teimum sigurin. Neistin hevði nevn- liga als ikki givið skarvin yvir. Spakuliga togaðu tær seg inn aftur í dystin, og átta minuttir fyri leiklok var bert eitt mál á muni. VÍF fekk tó svarað aftur við tveimum málum á rað, og tó at Neistin royndi at svara aftur, so var ikki meira eftir. VÍF fekk stig- ini, sum Neistin hevði ætl- að sær, og ivaleyst merkir hetta, at bláa kvinnuliðið í ár noyðist at góðtaka, at talan als ikki verður um heiðursmerki. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 20-23 (4-13) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziugyte 9(3), Christina Holm 3, Lív Sørensen 3, Mildrið Jacob- sen 2, Rakul Augustinussen 2, Súna Mørk 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 8(2), Jacklin Durhuus 6(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Alis Høghamar 2, Nicoleta Radu 2, Fríða Marjunar- dóttir 1 Brotskøst: Neistin 4, VÍF 3 Útvísingar: Neistin 1, VÍF 2 Dómarar úr Tjaldur: Hart- vig Joensen & Trygvi Hansen. VÍF vann næst sein- asta dystin á árinum, og nú er alt klárt til gullbrakið í Vest- manna, sum verður tann 12. apríl MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Seinastu vikurnar hava treytirnar hjá VÍF verið púrasta greiðar. Teir skulu syrgja fyri at vinna sínar dystir, soleiðis at teir við einum sigri á StÍF á sein- asta leikdegi kunnu fara framum við betri málmuni enn strandingar. Og seinasti setningurin av fyrireikingunum var á Hálsi í Havn sunnudagin, tá VÍF vitjaði Neistan. Ein dystur, sum hvørgin part- urin hevði ráð at tapa, men har VÍF tó mundi standa sum størsti favoritturin. Skjúttarnir fingu frið Og tað vísti seg eisini skjótt, at henda áskoðanin var grundað. Vestmenning- ar vóru frá byrjan betra liðið, og serliga vóru tað sterku skjúttarnir, sum høvdu lætt við at sleppa framat, og tá er tað sum so líka mikið, hvussu málverj- in hjá mótstøðumonnunum eitur. Serliga seinasta partin av hálvleikinum skrædnaði hjá Neistanum, og teir á heimaliðnum funnu ongan tíð nakað vápn, til tess at steðga gulu maskinuni. Eitt skifti í seinna hálvleiki fingu teir tó minkað nakað um munin, men tá tað tók at sansa at, settu vestmenn- ingarnir aftur ferð á, so- leiðis at seinasti ivin kundi beinast langt av leið. Gulldystur Og við hesum er klárt til gulldystin, sum hondbólts- áskoðarar hava bíðað í spenningi eftir, líka síðani StÍF vann heimadystin ímóti VÍF. Gaman í kunnu strandingar enn kiksa, men fáa teir bara eitt stig í teim- um báðum næstu dystun- um, so verður talan um avgerandi dyst í seinasta umfarinum. Og hinvegin. Fáa teir ikki nakað stig hesar báðar dystirnar, so hava teir heldur ikki ein gulldyst uppibornan, so- mikið einfalt er tað. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 21-28 (9-15) Málskjúttar: Neistin: Morgan Knezevi 5(2), Ragnar Stakksund 5, Áki Mørk 4, Helgi K. Justinussen 3, Birgir KAss 1, Jón Ludvig 1 VÍF: Áki Olsen 9, Daniel Rápa 5, Ingi Olsen 4(1), Ólavur Brimnes 4, John Zachariasen 3, Áki G. Olsen 2, Agnar Joensen 1 Brotskøst: Neistin 2, VÍF 1 Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1 Dómarar úr Tjaldur: Hart- vig Joensen & Trygvi Mortensen. Neistin-VÍF 20-23 (4-13): Mál-leysar neistakvinnur Neistin-VÍF 21-28 (9-15): Klárt til gulldyst Við sigrinum á Neistanum hevur VÍF nú gjørt klárt til ein altavgerandi dyst í seinasta umfarinum C M Y K 28