týsdagur 1. apríl 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
29
EYÐUN KLAKSTEIN
Jákup á Borg var síðst í 90'unum
størsta talentið í føroyskum fót-
bólti, men enn hevur tað ikki giv-
ið úrslit í tí, sum evnaríki bólts-
spælarar droyma um – einum
yrkissáttmála uttanlands.
Men dreymur er langt frá slept-
ur, og soleiðis sum kreativi spæl-
arin hevur spælt á landsliðnum
seinasta árið, er tað langt frá
ógjørligt, at hann framvegis kann
náa tí stóra málinum.
– Eg gangi ikki og hugsi um út-
landið allatíðina, men tað er í
grundini tað, sum tað snýr seg
um, sigur Jákup á Borg, sum í
næstum skal vera pápi. Hann hev-
ur eisini keypt grundstykki í
høvuðsstaðnum, so nú merkir
hann meira til familjuskyldurnar,
enn hann áður hevur gjørt.
Royndirnar eru truplar
Jákup á Borg er ein av teimum
føroysku spælarunum, sum hevur
ferðast dúgliga til royndarvenjing-
ar í útlandinum. Fyri kortum var
hann í danska felagnum OB, sum
var áhugað í at gera sáttmála við
hann, men í fyrstu syftu kom ein-
ki burtur úr sambandinum teirra
millum.
Jákup hevur áður verið til venj-
ingar í ensku feløgunum Liver-
pool, Watford og Crewe.
– Royndarvenjingar gera tað
næstan bara verri at fáa sáttmála í
útlandinum, og tað er als ikki so
skilagott at ferðast runt til hesar
venjingar, heldur hann.
– Eg gangi høgt upp í tað sosi-
ala, eg vil trívast, har eg spæli, og
at koma til púra ókendar umstøð-
ur uttanlands er sera trupult. Fyri
tað fyrsta kennir tú ongan, alt er
øðrvísi, og so skalt tú eftir einari
viku hava gjørt so nógv vart við
teg, at felagið vil skriva sáttmála.
– Tað er næstan vónleyst, og
ofta ger tað bara støðuna hjá tær
verri, tí tú klárar ikki at vísa tað,
sum tú veruliga kanst eftir so
stuttari tíð og undir so truplum
umstøðum.
Tí ætlar Jákup á Borg sær ikki
at leypa avstað, bara onkur kjans-
ur er at koma til royndarvenjing
uttanlands.
– Um eg ikki merki, at felagið
meinar tað seriøst, so fari eg ong-
an veg. Áhugin hjá OB var veru-
ligur, og har er framvegis møgu-
leiki fyri, at eg kann fáa sáttmála.
Ymisk móttøka
Jákup á Borg hevur eisini uppliv-
að, hvussu ymisk móttøkan kann
verða, tá ið ein spælari skal uttan-
lands at spæla fyri einum sátt-
mála.
– Í OB varð eg sera væl móttik-
in, og har kendi eg meg væl, men
tað havi eg ikki gjørt allastaðni.
Tá eg var í Crewe og vandi, vóru
tað nógvir, sum hugdu meira ella
minni skeivt eftir mær. Tað var
ikki stuttligt, greiðir hann frá.
– Teir hugsa helst, at eg royni at
taka arbeiðið frá teimum, og so
eru tað ikki allir, sum taka so væl
ímóti einum spælara sum mær.
Sjálvandi vóru tað undantøk mill-
um spælararnar, men eg hevði
ikki roknað við, at móttøkan fór
at vera soleiðis, og at munurin var
soleiðis ímillum Bretland og Dan-
mark.
Landsliðið nógv at siga
Seinastu tvey árini hevur Jákup á
Borg veruliga etablerað seg sum
landsliðsspælari, og í fjør spældi
hann tveir frálíkar landsdystir
ímóti Skotlandi og Týsklandi.
Hetta er nakað, sum veruliga ger
mun, tá ið tað snýr seg um útland-
ið, og um hann klárar at halda
støðinum á landsliðnum framyvir,
so er tað besti mátin at selja seg
sum fótbóltsspælari.
– Ert tú ikki á landsliðnum, er
tað so at siga vónleyst at sleppa
uttanlands at spæla á høgum
støði, men spælir tú hinvegin væl
á landsliðnum, so er beinanvegin
áhugi fyri tær. Tað havi eg sjálvur
merkt eftir dystirnar ímóti Skot-
landi og Týsklandi, sigur Jákup á
Borg.
– Eg havi tað fínt í Føroyum.
Eg havi eitt gott arbeiðið, og eg
stórtrívist í B36. Støðið í føroysk-
um fótbólti er eisini so mikið
høgt, at tú kanst halda teg í góð-
um formi til teir hørðu landsdyst-
irnar. Tí eri eg ikki í nakrari akutt-
ari støðu, men eg vóni at fáa
kjansin uttanlands, sigur hann.
Nú fótbóltsárið er byrjað aftur,
hevur Jákup á Borg sett sær nøkur
mál fyri hetta árið.
– Fyrst og fremst snýr tað seg
um at gerast meistari við B36.
Nógv fólk vilja gera okkum til
favorittar, men tað er ongantíð
lætt at vinna meistaraheitið. Síð-
ani vóni eg at halda plássið og
støðið á landsliðnum, og so vóni
eg eisini at sleppa uttanlands at
spæla, sigur hann.
Teir hugdu skeivt eftir Jákupi
– Í OB varð eg sera væl móttikin, og har kendi eg meg væl, men tað havi eg ikki
gjørt allastaðni. Tá eg var í Crewe og vandi vóru tað nógvir, sum hugdu meira
ella minni skeivt eftir mær. Tað var ikki stuttligt, sigur Jákup á Borg.
Mynd: Álvur Haraldsen
Jákup á Borg stílar framvegis eftir gamla dreymunum um at gerast fótbóltsspælari í
útlandinum. Men hann heldur, at royndarvenjingar ofta gera møguleikan hjá einum
spælara at fáa sáttmála verri. Hann hevur eisini merkt, at tað eru ikki øll, sum taka
so væl ímóti einum spælara, sum roynir at fáa ein sáttmála í einum felagi
2003
2003