týsdagur 1. apríl 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
29
C
M
Y
K
29
28
TRUPULLEIKAR
Jan Múller
Hetta ásannaðu formaðurin
í Felagnum Rækjuskip, Jo-
han Joensen, landsstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, Jacob Vestergaard, og
grannskoðarin,
Jóhan
Martin Jacobsen, í sending-
ini Føroyar í Dag í Útvarpi-
num hálvan mars.
Stjórin á rækjuvirkinum
á Oyri, Sofus Poulsen, legði
afturat, at fara fleiri skip av
knóranum, fær virkið álvars-
ligar trupulleikar, tí virkið
kann ikki virkað rækjur úr
»triðja-londum« við vinn-
ingi.
Tað merkir, at øll rækju-
vinnan á sjógvi og á landi
er í trupulleikum.
Veðskuldin hjá rækju-
skipunum tilsamans er ann-
ars ikki so stór, um 222
mió.kr. Harafturat kemur
onnur stuttfreistað skuld,
tilsamans 36 mió.kr.
Skulu rækjuskipini av-
draga einar 22 mió.kr. ár-
liga, táttar árligi fíggjar-
tørvurin í 60 mió.kr. Hetta
klára tey ikki, tí raksturin er
tungur í løtuni.
Um landsstýrið fer at
hjálpa vinnuni við eini
kreppuhjálp, veldst um ar-
beiðið hjá eini skjóttarbeið-
andi nevnd, staðfesti Jacob
Vestergaard,
landsstýris-
maður í sendingini. Henda
útsøgnin bendir á, at hann
fer at velja nevndina.
Løgtingið samtykti 8.
apríl at heita á landsstýris-
mannin at velja nevndina
við tí endamáli at kanna
fiskirættindi hjá fjarfiska-
flotanum og koma við upp-
skoti um burðardygga skip-
an fyri allan fjarfiskiflota-
num.
Skal standa
á egnum beinum
Í svari til Felagið Rækju-
skip í januar í ár noktaði
landsstýrið at stuðla rækju-
flotanum.
Grundgevingin hjá lands-
stýrinum var, at samgongu-
skjalið sigur, at »Fiskivinn-
an skal standa á egnum bein-
um uttan almennan stuðul«.
– Tí er avrátt ikki at veita
rækjuflotanum stuðul, svar-
aði Anfinn Kalsberg, løg-
maður.
Felagið
metti
annars
støðuna at vera rættiliga
álvarsama, tá felagið í juni í
fjør skrivaði til landsstýrið,
at »verða ikki munagóð stig
tikin, verður rækjuflotin
fyri slíkum bakkasti, at tað
er sera ivasamt, um vit hava
ein rækjuflota í framtíðini«.
Rækjuflotin hevur sum
heild havt rættiliga stór hall
seinastu trý árini.
Hvussu stórt hallið var
ífjør er ikki gjørt upp enn,
men í 2001 var hallið 34
mió.kr. og í 2000 var tað
slakar 15 mió.kr.
Hesi bæði árini kláraðu
bara tvey skip seg nøkur-
lunda, men ífjør høvdu
helst øll skipini hall, vísa
leysligar metingar hjá grann-
skoðarum.
Seinastu árini, rækjuflot-
in hevði avlop, vóru 1998
og 1999, tá úrsltini vóru 5
og 24 mió.kr. Men árini
frammanundan góvu eisini
hall.
Fýra skip hava givið
skarvin yvir síðsta árið og
nú eru sjey skip í flotanum:
Kviltenni, Sólborg, Høgi-
fossur, South Island, Artic
Viking, Ocean Castle og
Sjúrðarberg. Men rækju-
virkið hevur keypt Kappan
og hann fer væntandi til
fiskiskap í mai.
Rækjuprísirnir lækk-
aðir og oljuprísirnir
hækkaðir
Orsøkinar til trupulleikar-
nar hjá rækjuvinnuni eru
fyrst og fremst, at rækju-
prísirnir eru lækkaðir nógv
seinastu árini, samstundis
sum oljuprísirnir eru hækk-
aðir.
Harafturat stakk tann
trupulleikin seg upp fyri
tveimum árum síðani, at
kanadiskir myndugleikar
noktaðu føroyskum skipum
at leggja veiðuna upp í
Kanada, tá tey royna vest-
anfyri. Skipini noyðast tí at
sigla heim við veiðini og
missa fiskidagar.
Rækjuskipini selja um
helvtina av veiðini – stív-
liga 9000 tons – til rækju-
virkið á Oyri. Restina selja
skipini gjøgnum danskar
sølufyritøkur.
Fyri trimum árum síðani
– á vári 2000 – kundi rækju-
virkið gjalda skipunum
11,95 kr. í meðal fyri kilo.
Eitt ár seinri var prísurin
fallin niður í 10,78 kr. Fyri
einum ári síðani var hann
farin heilt niður í 8,19 kr.
Og nú kann virkið bara lata
úr 6 upp í einar 8 kr. fyri
kilo.
Størstu rækjurnar kundu
sum liðug vøra seljast fyri
meira enn 50 kr. fyri kilo
síðsta heyst. Í dag fær virk-
ið bara einar 35 kr. fyri
kilo.
Ein orsøk til, at prísurin
er lækkaður so nógv, er, at
bæði
kanadiumenn
og
grønlendingar hava hækkað
sínar kvotur. Tann nógva
rækjan á marknaðinum elv-
ir til lægri prísir.
Harafturat kemur, at kin-
verjar hava ikki keypt so
nógvar rækjur sum roknað
varð við. Sjúka hevur eisini
borið við sær, at japanar
hava hildið aftur.
Fyri fáum árum síðani
brúktu tey størru rækju-
skipini kanska fyri fýra
mió.kr. í olju um árið, men
nú er ikki óvanligt, at tey
brúka einar átta mió.kr. í
olju. Alt hevur tí gingið á
skeiva borðið.
Fleiri uppskot
um hjálp
Felagið Rækjuskip nevnir í
skrivi til Føroya Landsstýri
fleiri møguleikar at hjálpa
rækjuflotanum:
• FAS-líknandi skattaskipan
• Oljustuðul
• Flutningsstuðul
• Ferðaseðlastuðul
Harafturat hevur felagið
borið upp á mál, at lands-
stýrið rindar ella rindar ein
part, tá rækjuskipini keypa
kvotu
í
grønlendskum
sjógvi, tí skipini fiska á
fjarum leiðum uttan at nak-
að verður latið aftur fyri í
heimasjógvi.
– Tað er ikki tí, at Felagið
Rækjuskip vil hava, at skip-
ini skulu hava stuðul. Men
gamalt var í Føroyum at
hjálpa, tá ástóð, og nú
stendur á hjá rækjuskip-
unum, segði Johan Joensen
í Føroyum í Dag.
Formaðurin í Felagnum
Rækjuskip legði dent á, at
talan skal bara vera um
tíðaravmarkaða hjálp.
Men í fyrstu atløgu svar-
aði landsstýrið noktandi.
Nú er spurningurin, um
tann skjóttvirkandi nevnd-
in, sum landsstýrismaðurin
skal seta, kemur til ta niður-
støðu onkursvegna at stuðla
rækjuskipunum.
Hevur týdning
Rækjuvinnan hevur og hev-
ur havt stóran búskaparlig-
an týdning, staðfesti lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, Jacob Vestergaard.
Um 200 mans eru knýttir
at skipunum, sum ífjør
veiddu 19.000 tons av rækj-
um. Útflutningsvirðið var
oman fyri 230 mió.kr.
Harafturat eru eini 75
ársverk knýtt at rækjuvirki-
num á Oyri, sum seldi
rækjur fyri 123 mió.kr.
Rækjuvirkið kann nærum
bara dúva upp á føroyskar
rækjur, tí handilsavtalan
við ES er ikki rækjuvinnuni
til vildar.
Fer útflutningurin upp
um 3000 tons, skulu 20
prosent rindast í tolli.
Sami tollur skal rindast
fyri rækjur frá skipum úr
»triðja-londum«.
Fíggjarliga loysir tað seg
tí ikki hjá virkinum at
keypa rækjur frá skipum úr
»triðja-londum«.
Rækjuvinnan kastar eis-
ini annað av sær til føroy-
ska samfelagið – viðlíka-
hald, proviant, olju, trygg-
ingar og annað – men hvus-
su nógv er ikki greitt.
Hetta fæst at vita í næst-
um, tá ein kanning um sam-
felagsliga árinið hjá rækju-
vinnuni, sum Felagið Rækju-
skip letur gera, verður
liðug.
Rækjuskipini flóta tungt
Tey sjey føroysku rækjuskipini eru so illa fyri i dag, at
spurningurin er um tey hóra undan fíggjarliga.
Jákup Vestergaard, landsstýrismaður
Johan Joensen, formaður í felagnum
Rækjuskip
Rækjuflotin hevur tað ikki gott í løtuni