Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 — 12. november 1991 | Bóndakonan á pappírinum Talið av kvinnuligum fest- arum í Føroyum er helst stórri enn tey flestu mundu gruna, - omanfyri 20. Før- oya Rættur dømdi herfyri, at stendur kvinnuligi fest- arin sjálvur fyri rakstrinum - sama um hann ger ar- beiðið ella ikki - so skal hann skattast fyri seg; treytin er bert, at hann samsýnir uttanhýsishjálp. Part av arbeiðnum, skattast av øllum Mannfólk sum festarar eru sjálvsagt framvegis tað mest vanliga. Eisini teir hava kent skattalógina 6- rímiliga. Hóast bæði gera tað arbeiðið, sum er á ein- um garði, so er festarin noyddur at taka alla inn- tøkuna upp á seg, tá úrtgk- an frá garðinum verður givin upp til skattavaldið. Petur Hentze, ið hevur seksmarka-garðin Utta- stovu í Trødum á Sandi, er ein av teimum mongu, ið veit um hetta at siga. Stendur sum eitt null - Hevdi man kunna sett ein part av inntøkuni sum inn- tøka hjá konuni, so høvdu vit havt umleið 40.000 krónur meira eftir árliga, sigur Petur í Uttastovu. Hann heldur, at hetta hevði verið tað einasta rímiliga, tí konan mjólkar t.d. morgun og kvøld sjey dagar um vikuna umframt mangt annað. - Tað er ógvuliga óhuga- ligt fyri eina konu at standa sum eitt null á skattaskemanum, tá hon í roynd og veru ger ein stór- an part av arbeiðnum á garðinum. Aftra seg Traðabóndin sigur, at hann - eins og aðrir - fleiri ferðir hava gjørt politikkararnar varugar við trupulleikan, men tað er sum at at sletta vatn á gás. - Serliga Javnaðarflokk- urin hevur verið treyður at gera nakað við hetta, tí man óttast fyri, at hvor smáfyritgka fer at speku- lera í hesum, sigur Petur Hentze. Petur í Uttastovu vísir á, at vóru tey ógift, so var einki til hindurs fyri at seta løn á fyri tað arbeiðið kon- an ger. Eitt null vert - Inntókan hjá okkum hevði verið umleið 40.000 krónur hægri, um skattalógin loyvdi, at virðið varð sett í tað arbeiðið konan ger, sigur Petur í Uttastovu, bóndi á Sandi arbeiðið bóndakonurnar - At man var so býttur at gifta seg, sigur Petur og flennir. Partaielag ikki gjørligt Partafelag ber heldur ikki til at gera, tí Jarðarráðið góðkennir tað ikki, meðan einki er til hindurs hjá ogn- arbøndrum at gera parta- felag og løna eitt nú kon- uni. - T.v.s., at innan somu vinnu er tríggir bólkar, ið skulu yvirliva undir heilt ymiskum fortreytum: 6- giftir kongsbøndirgiftir kongsbøndir og ognar- bøndir. Í Danmark ber til at seta upp til 130.000 krónur upp á meðarbeiðandi hjúnarfel- aga. Treytin er, at veruligt arbeiði liggur aftanfyri. - Ber tað til at hava eftirlit við tí har, átti tað at verið so mikið lættari her, sigur Petur í Uttastovu, ið heldur, at tað er uppá tíð- * ina, at vit seta virðið á tað | Í dag verður virði ikki sett i tað arbeiði, sum bóndakonur gera. Í hvussu er ikki av skattalógini, ið krevur, at maðurin skal standa fyri allari inntøkuni, hóast konan hevur gjørt munandi part av arbeiðnum (savnsmynd) gera. ówh a ætlar at senda k.agu, og eingi ávís fólk verða ákærd. Men her er ein søga um, hvat hendi einum gomlum manni, sum varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið ein dag í seinastu viku. Klokkan var farin av hálvgum eitt um dagin, tá hann kom inn á sjúkra- húsið og varð lagdur í song á eini kanningarstovu. Har skuldi hann bíða. Og hann fekk loyvi til at bíða. Maðurin skilti, at har var ikki rætt fatt. Hann royndi Ein gamal maður lá í fýra tímar hjálparleysur og einsamallur í kanningarstovu á Lands- sjúkrahúsinum - tey hóvdu gloymt hann at banka og rópa, men einki menniskja kom. Einki band var við songina til klokku at kalla eftir hjálp. Maðurin, sum er blindur, tordi ikki sjálvur á fótur, tí hann kendi ikki stovuna. Umsidir hoyrdi hann onkran koma inn. Hetta menniskjað varð bilsið um, at hann lá har enn. Hann spurdi, hvat klokkan var. Jú, klokkan var fimm. Sostatt hevdi hann ligið har í fýra tímar, gloymdur. Maðurin gav sjálvandi iltav sær, men hvørki hann ella avvarandi ætla at gra nakað við málið. Tey halda tað tó vera óskiljandi, at slíkt kann henda. Hesin gamli maðurin fekk einki mein av at verða burturgloymdur, men hvat nú um tað var ein sjúkl- ingur, sum hevði brúk fyri onkrari hjálpandi hond hesar fýra tímarnar. randi Minnist til haldaragjaldið!