Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Henning Jacobsen, landsverkfróðingur: Tunnilin biligari $ um vit gera hann " -Tilboðið frá norðmonnum er ógvuliga tunt og nógv vantar í tí. | Nr. 210 — 12. november 1991 SS Vit kunnu gera arbeiðið væl biligari - fyri einar 200 milliónir, #3 sigur landsverkfróðingurin, og leggur aftrat, at møguliga er tað landsbúskaparliga skilagott at gera tunnilin, men fíggjarliga verður hann ikki rikin bert av bumpengum Henning Jacobsen, lands- verkfræðingur var millum teirra, sum vóru á fund- inum í landsstýrinum, tá umboðini fyri Selmer- Furuholmen lótu landstýr- inum ulboðið at gera tunn- ilin undir Vestmannasundi. Hann heldur tilboðið vera ógvuliga tunt. Nógv restaði í, sum skal leggjast aftrat kostnaðinum, norð- menn komu við. Millum annað øll vegagerð og toll- ur av tilfari til tunnils- gerðina. Henning Jacobsen held- ur, at einar 50 milliónir skulu leggjast oman á kostnaðin frá Selmer-Furu- holmen, skal tað sammet- ast við tað, Landsverk- frødingurin hevur roknað seg fram til -Sjálvandi kunnu vit gera arbeiðið bíligari enn norð- menn siga seg vilja gera tað fyri, sigur Hennign Jacobsne og leggur aftart, at tað er heldur ikki so løgid. 8. pg Al Og her kemur tunnilin ut ES ni aftur á Vågalandinum ; KE BENN NS - NE -Tað má kosta meira at koma aðrastaðir frá at gera eitt tílíkt arbeiði, og ein rímiligan vinning skulu teir jú eisini hava burturúr, sigur Henning Jacobsen. Hann heldur tað kortini ikki vera skeivt av lands- stýrinum at biðja um hetta tilboð. Øll møgulig løgin tøl hava hingid f luftini um hendan undirsjóvartunnil. Tosað hevur verið um hálvar og heilar milliardir - tól sum einki sum helst hava við veruleikan at gera. Nú hava vit fingið eitt tilboð uttanifrå, eins og tað vit sjálvir hava roknað uppá, og tí kann málið viðgerast meira seriøst nú, vónar landsverkfrødingur- in. Hann heldur, at fóru teir undir tunnilsarbeiðið sjálv- ir, kann tað gerast fyri einar 200 milliónir. Hvussu drúgvt arbeiði verður velst um peninga- játtan. Annars hevur Landsverkfrødingurin rok- nað við umleið trimum árum til arbeiðið. Ikki nógmikið við bummpengum Henning Jacobsen sigur seg vera sannførdan um. at vit eisini eiga at binda Vágoynna i megingkið, men um ráðini eru til tess nú, er ein annar spurning- ur, sum hann ikki vil taka stóðu til. -Men at rokna við, at bummpengar einsamallir kunnu afturrinda iløguna er órealistiskt, heldur landsverkfrødingurin. Hetta var eisini Orcalist- iskt at rokna við í samband við Álesund-tunnluarnar. fløgan var har 700 milli- ónir og árliga inntgkan 40 milliónir. Hvussu ólukkan skuldi hetta handa saman, spyr landsverkfrødingurin. Og tað gjørdi tað sum kunnugt heldur ikki. Verður arbeiðið sett í verk ella ikki, er enn ikki RR greitt. Heldur ikki hvør skal gera arbeiðið, um tað skal gerast. Henning Jacobsen sigur, at eingi varð avrátt á fundinum við landsstýrið annað enn, at landsverkfrødingurin skal frætta aftur frá landsstýr- inum. Hóast Selmer-Furuhol- men eru bidnir um at koma við hesum tilboðnum er ikki vist, at tað verða teir, sum skulu gera arbeiði. Skulu teir ikki gera arbeiði, skal landsstýrið rinda kostnaðinum av tí felagið hevur gjørt 200.000 krónur. tór.- Henning Jacobsen, landsverkfrødingur er - = —— hi sannfórdur um, at fer EP Í Landsverkfróðingsstovn : FÅ 5 1 4 = = F 5 -urin at standa fyri DT arbeidinum, verdur tad væl biligari enn tað, norðmenn kunnu gera tað fyri. Mynd: Kalmar Her norðan fyri brúnna í eynum verður sett á LANDSFELAGIÐ FYRI AUTISTAR LF LIMAFUNDUR felagsins verður Leygardagin 16. nov. 1991, kl. 15.00 Á fundinum, sum verður á Skúlanum á Trødni, fer Arne Ludvig, sålarfrødingur at siga frå sjukuni autisma. Eisini verdur vistur filmur um Sofie- skúlan i Keypmannahavn. Hovið verður at seta spurningar. Borðreitt verður við kaffi og køkum. NEVNDIN