týsdagur 12. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 — 12. november 1991
Ferðingin um
Vestmannasund
økist í hverjum
Talið á ferðandi um Vestmannasund er nógv økt
seinastu árini. Metingarnar, sum Fossbankin
og Anfinnur Setberg, ráðgevandi verkfróðingur
gjórdu í 1986, sum upplegg til undirsjóvar-
tunnilin, halda væl, men ferðafólkini eru enn ov
fá í tali at rinda fyri tunnilin
Í 1986 komu umboð fyri
kommunurnar í Vágum
við einum uppleggi um
fast samband um sundið.
Hildið varð, at ráðiligast
var, at gera undirsjóvar-
tunnil.
Tá varð sagt, at raksturin
av Vágatunnlinum skuldi
grundast á gjald fyri
nýtslu. Gjaldast skuldi tað,
sum ein annars skal gjalda
fyri at fara við bátinum.
Fossbankin og Anfinnur
Setberg gjørdu nakrar
útrokningar í so máta. Víst
varð á, at frá 1. august
1984 til 31. juli árið eftir,
fóru 165.000 fólk um
sundið og 70.000 akfør.
Tå vard roknad vid, at i
1990 fóru 225.000 fólk og
110.000 akfør um sundið.
Tað vísir seg, at hesar
metingar hava hildið sera
væl.
Strandferðslan upplýsir,
Síða 7
at í fjør fóru
ferðafólk um Vestmanna-
sund og 103.000 akfør.
Roknað vit hesi tól um í
krónur, koma vit til eina
árliga inntgku upp á um-
253.000
leið 17 milliónir. Hesar 17
milliónirnar skulu fíggja
undirsjóvartunnilin, sum
kanska fer at kosta cinar
200 milliónir, men hetta
fer at bera illa til. Eisini
skal havast í huga tað
———
raksturin av tunnlinum fer
at kosta.
Leysliga roknað fara ein-
ar 11 milliónir at resta í
um árið, sum mugu gjald-
ast úr landskassanum.
Men tað er sum skilst
nógv onnur viðurskifti,
sum telja við, um farið
verður undir arbeiði.
Landsstýrismaðurin í
samferðslumálum hevur
sagt, at nú fer landstsæýrið
at gera nakrar útrokningar
sum skulu vísa, um ílggan
er samfelagsliga búskapar-
liga forsvarlig.
tór.-
Tað eru alt fleiri, sum gera
vart við misnøgd sína, nú
tosið um at fara undir
arbeiði við tunnlinum und-
ir Vestmannasundi, er
kyknað upp aftur. Onkur
hevur enntá mælt til, at
skipað verður ein fólka-
fylking móti tiltakinum.
Málið er nú eisini komið
á tingborð. Helena Dam á
Neystabg hevur skotið
upp, at løgtingssamtyktin
„um undirsjévartunnilin
Frå Barnahjålpargrunninum
Studningur til illa stødd børn verður lat-
in í december mánaða. Umsóknarblað
fáa tygum við at skriva til:
Barnahjálpar grunnin
postsmogu 332,
110 Tórshavn
Umsóknir mugu verða nevndini í hendi í
seinasta lagi 5. desember.
BARNAHJÁLPARGRUNNURIN
verður broytt soleiðis, at
farið verður ikki undir
arbeiðið fyrr enn um fýra
ár.
Løgtingskvinnan sigur,
at nú tykist lítil ivi vera
um, at farið verður til
verka. Millum annað eru
allar heimildir í lagi. Bæði
lántgkan og samtyktin at
gera arbeiði. Men so lætt
heldur hon ikki, at lands-
stýrið skal sleppa. Fíggjar-
ligu fortreytirnar at fara
undir eitt tílíkt arbeiði eru
ikki til staðar, og tí vil hon
hava, at tingmenn fáa høvi
til at siga sína hugdsan um
tað. Sjálv heldur hon, at
tað er bæði ómoralskt og
ábyrgdarleyst at fara undir
arbeiðið nú.
Helena Dam á Neystabø
Sigur, at tá metast skal um
so stóra fløgu, má fremsti
spurningurin vera, um tal-
an er um eina fløgu, ið økir
Mong eru ímóti undirsjóvartunnlinum:
Ómoralskt og
abyrgdarleyst
-At fara undir eitt tílíkt tiltak nú er bæði
ómoralskt og ábyrgdarleyst, sigur Helena Dam
á Neystabø, løgtingskvinna, sum roknar vid, at
uppskot hennara, um at bíða í fýra ár við
tunnilsarbeiðinum, verður samtykt
um útflutningsvirði okk-
ara. Tað heldur hon ikki, at
ein undirsjóvartunnil er.
Tverturímóti. Undirsjóvar-
tunnilin økir bert um for-
brúkið, sigur hon.
Annað eigur eisini at
vera útsett
Uppskotsstillarin sigur,
at ikki bert undirsjóvar-
tunnilin eigur at verða
útsettur. llóguætlanin hjá
landsstýrinum eigur eisini
at verða endurskoðað øll
sum hon er, og tingið eigur
at taka til viðgerðar allar
tær løgtingssamtyktir, ið
gjørdar vóru, tá ið for-
treytimar at byggja út vóru
heilt gørvísi.
Helena Dam á Neystabø
sigur seg ivast stórliga í,
um rætta løtan er nú at
útbyggja sjúkrahúsið á
Tvøroyri fyri 100 milli-
ónir. Aðrar iløgur heldur
hon eisini vera ógvuliga
ivasamar, tí fíggjarligu
viðurskiftini eru sum tey
eru.
Fær møguliga
undirtsku
Um uppskotið frá He-
lenu Dam á Neystabø fær
undirtøku millum ting-
menn verdur ikki greitt
fyrr enn atkvødast skal um
tað í tinginum, men nógv
bendir á, at fleiri tingmenn
fara at atkvøda fyri,- eisini
tingmenn úr samgonguni.
Ein av fólkafloks ting-
monnunum, Bjarni Djur-
holm hevur boðað frá, at
hann tekur undir við tí, og
partamadur hansara, Birgir
Danielsen, hevur áður
boðað frá, at hann tekur
ikki undir við at gera
tunnil undir Vestmanna-
sundi.
Javnaðartingmaðuri, Vil-
helm Johannesen er eisini
millum teirra, sum er ímóti
at seta hetta arbeiðið í
gongd nú.
tór.
NÚ er at spenna
BELTINI