týsdagur 12. november 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Filmseftirlitid skal verja børn og ung:
Filmsidnadurin ger
sær dælt av karráum
og fúlum filmum!
Ein partur av filmsidnadinum tykist gera sær dælt av at fram-
leiða karráar og serliga fúlar filmir og hetta er orsøkin til, at
tað framvegis er og verður neyðugt við filmseftirlitum - ikki
minst fyri at verja børn og ung. Hetta var nidurstødan á norð-
urlendsku filmseftirlitsráðsteynuni í Íslandi herfyri, har eisini
H
umboð fyri Føroyar luttóku. Vit hava fingið hetta tíðindaskrivi
fro 1
STEYNnuUni.
er SK
Filmseftirlitið tikið lut á
norðurlendskari filmseft-
irlitsráðstevnu Reykja-
vík. Hesir fundir norður-
landanna millum eru nú í
nøkur ár hildnir annað
hvert ár uppá skift í teim-
um ymsu hevuðssteðun-
um, t.d. í 1987 í Oslo, í
1989 í Tórshavn og so
hesuferð í 1991 í Reykja-
vík, har filmseftirlitini
skifta orð um felags trup-
ulleikar, áhugamál, og
hvussu samvinnast kann
framyvir, og hvussu tey
kunnu standa saman og
gera seg galdandi úteftir,
eitt nú á altjóða ráðstevn-
um, har tann komandi fer
at verða hildin í London í
vár.
Filmseftirlitini hava Hevuðsspurningurin er
me == em = ni
Su] me
Norðurlendsku filmseftirlitini avmyndad uttan fyri forsetahusini í Íslandi (Bessastaðir).
higartil mest sum virkað
sum sertjóðafyribrigdi og
hvert sær roynt at verja
tjóðarmentanina út frá
landsins lóggávu og hug-
burði, men væl hevur bor-
ið til at samstarva norður-
landanna millum út frá tí
felags mentunnarsteði
sum er, hóast ávísar
munir.
Hesi seinastu árini hava
filmseftirlit yvirhevur
verið fyri alsamt sterri og
eðrvísi avbjóðingum,
nevniliga sera nógv út-
bygdum fjølmidlavirk-
semi, sum jú eisini gjøgn-
um fylgisveinar rekkur
tvertur um landamerkini
og ger tað sera trupult at
fremja eitt sertjóða films-
eftirlit eins og áður.
tí, um tað í framtíðini eins
og áður yvirhevur ber til
og loy sir seg at hava al-
ment eftirlit vid mynda-
og filmsfyrivising. Er ikki
oll slik framleiðsla í veru-
leikanum list og tískil átti
at verið »ov heilag« til at
komið undir eftirlit av ødr-
um, verður tað í longdini
rætt at byrgja seg inni,
ella átti ein ikki at latið
hurðarnar upp á víðan
vegg fyri allari mynda- og
filmsframleiðslu?
Á filmseftirlitsráð-
stevnuni í Reykjavík í ár
tóktist tað framvegis vera
breið semja um, at tað inn-
an filmsídnaðin verða
framleiddar myndir og
filmar, sum við ellum skili
megu metast at vera burt-
ur úr vón og viti, dálkandi
og á annan hátt til bága
fyri almenningin og ikki
minst bern og ung.
Henda felags nidurstød-
an tóktist ikki bara bygd
á siðvenju, men líka so
nógv á fakligt vit og skil.
Ein partur av filmsíd-
naðinum tykist gera sær
dælt av at framleiða kar-
ráar og serliga fúlar filmir,
og máttu norðurlendsku
filmseftirlitini vidganga,
at åvisur svartur mark-
naður finst fyri hetta utt-
an um filmseftirlitini, tó
at legreglan í ávísan mun
roynir at fyribyrgja tí, har
sum lóggáva finst fyri tí.
Niðursteðan gjørdist ti,
at tad framvegis er og
verdur neydugt vid films-
eftirlitum undir einum ella
eðrum formi, og ikki
Vinstru megin frå: Sigurð Joensen, landsrættarsakferari, Peter F. Christiansen, stjóri og Eyðun Joensen, nevnd-
arformaður
minst tá tað veldst um at
verja bern og ung. Spurn-
ingurin verður bert, hvus-
su skilabest verður farið
fram í framtíðini, ikki júst
bert sum eftirlits- og for-
boðsamboð, men eisini og
kanska heldur sum kunn-
andi, vegleiðandi og ráð-
gevandi stovnar fyri al-
menningin.
Síðani var tað sjálvsagt
viðurskiftini mótvegis
eðrum filmsframvisarum
enn teimum, sum filmseft-
irlitini higartil bert hava
havt við at gera, nevniliga
biografar og videofor-
handlarar. Her verður
hugsað um almennu sjón-
verpini og fylgisveinarás-
irnar.
Tey hava egið innanhýs-
iseftirlit, sjónvarpsnevnd-
ir, sum skulu góðkenna
lagdar skráir, men norður-
lendsku filmseftirlitini
hildu seg í alt ov mongum
forum sakna samstarv, og
at sjónverp og fylgi-
iarásir í minsta lagi
fylgdu teimum alment
settu filmseftirlitunum
við millum annað nógv
gjølligari og regluligari
enn higartil at siga hyggj-
arum frá censuravgerðum
og aldursmerkum films-
eftirlitsins, tá filmir verða
sýndir á skýggjanum,
sum filmseftirlitini annars
vegna almenningin og fyri
almenningsins pening
hevdu mett um og tikið
steðu til.
Eisini varð víst á, at tað
meir enn so kemur fyri, at
almenn sjónverp og fylgi-
sveinarásir sýna film, sum
í biografinum og á video
er bannaður bernum og
ungum, heldur tíðliga á
kveldi, og áðrenn sjálvt
smábern eru farin til song-
ar.
Her hava vit annars
havt royndir av, at í hvus-
su so er biografar hava
sýnt skynsemi við at sýna
heldur harðligaru og grov-
aru filmirnar seint á
kveldi í mun til barna- og
ungdómssýningar fyrr á
kveldi ella sum seinna-
partssýningar.
Mett varð, at innan-
landa var her bert talan
um smávegis vandamál,
sum saktans kundu loys-
ast, bert umhugsni og
neyðugur samstarvsvilji
var til staðar.
Tann stersti spurning-
urin nú og í framtíðini
verður kortini á meira al-
tjóðaplani, serliga nú tann
europeiski felagsskapurin
komandi ár verður meira
samantvinnaður, eisini á
tí mentunarliga økinum,
har filmsumfar hongur
uppii. Tískil snúði ein
stórur partur av orða-
skiftinum á norðurlend-
sku filmseftirlitsstevnuni
í Reykjavík seg um, á
hvenn hátt norðurlond
frægast kundu standa
saman á komandi altjóða-
ráðstevnu í London í vár
og gera síni sjónarmið
galdandi í altjóða hepi, og
sum onkur tók til: >tala
Nr. 210 — 12. november 1991
vid eini sameindari norð-
urlendskari rødd«.
Í mun til hevuðsheitini
arbeiddi ráðstevnan víðari
við ymiskum ítekiligum
spurningum, so sum at
samansjóða aldursmerk-
ini enn meira, soleiðis at
tey ymsu norðurlendsku
filmseftirlitini kundu fáa
enn meira nyttu burtur úr
arbeiðinum hver hjá eðr-
um, tá steða skuldi takast
til teir einsteku filmarnar.
Avrátt varð í framtíðini at
brúka hesa samvinnu
nógv skjótari gjøgnum
telefaxnýtslu.
Eins og á eðrum films-
eftirlitsráðstevnum vóru
eisini ymiskir fakligir
spurningar viðgjerdir,
millum annað á hvenn
hátt at síggja til meina-
leysir barna- og ungdóms-
filmir kunnu hava medå-
byrgd fyri vaksandi harð-
skapi millum børn og ung
fólk, eins og nógv varð
gjørt burtur úr at lýsa og
forklára teir munir, sum
hóast alt eru i stødutakan-
ini hjá teimum norður-
lendsku filmseftirlitunum
til sama film.
Føroyska filmseftirlitið
heldur seg umframt alt
eisini at hava fingið fleiri
góð hugskot til ítekiligar
broytingar og tillagingar
av galdandi filmseftirlits-
skipan í Føroyum, eitt nú
at gera tað meguligt hjá
børnum og ungum at fara
í biograf til film eitt sind-
ur omanfyri galdandi ald-
ursmark, men bert saman
við vaksnum, t.d. foreldr-
unum, sum tá hava
ábyrgdina og millum ann-
að kunnu útinna hana við
at skifta orð um filmin við
bernini ella tey ungu aft-
aná, men sjálvt so lítla
broyting kann filmseftir-
litið ikki fremja av sær
sjálvum, men tað krevur
broytta lóggávu.
At enda kann leggjast
afturat, at íslendingar
sýndu stórt gestablídni,
hóast avlopstíðin var sera
avmarkað teir longu fund-
ardagarnar. Yvirhevur
. var íslendska mentamála-
ráðið vertur, men mest
mundi tó rína við okkum
foroyingar vitjanin á
Bessastødum hjá Vígdis
Finnbogadóttir, forseta.
Hon sýndi serligt gesta-
blídni, serliga stóran
áhuga fyri filmseftirlits-
spurningum og mentunar-
arbeiði í tí sambandi, og
hon sýndi føroyingum ser-
ligan ans og bað burturav
heilsa feroyingum heima.
Filmseftirlitið
Eyðun Joensen,
nevndarformaður