Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 — 12. november 1991 Foroya Handverksmeistarafelag: Tað einasta rætta er at privatisera ' landsverkfróðingin | og aðrar stovnar Almenni ágangurin á privatu vinnuna heldur fram mennur stovnur víðkar sítt virksemi til eisini at umfata arbeiði, sum tann privata vinnan framman- undan bæði hevur fólk og útgerð til at gera. Harvið hevur tað almenna lagt eitt óneyð- ugt ok afturat oman á ta tungu byrðu, sum eitt hart kroyst, feroyskt vinnuliv knógvar undir frammanundan. Feroya Handverks- meistarafelag hevur av og á funnist at, at tann al- menna umsitingin í Fer- oyum alsamt økir um virksemi sítt til eisini at umfata arbeiði, sum tað privata vinnulívið natúr- liga eigur í einum fram- komnum, frælslyntum samfelag. Fyrst í oktober vístu vit við greiðum telum í blødunum á, hvussu nógv lenarútgjaldingarnar í ti privatu vinnuni eru mink- aðar hesi seinastu tvey árini, meðan tann al- menna umsitingin sam- stundis bert er vaksin, ella, í besta feri, staðið í stað. Tað er tí greitt, at tað er tann privata vinnan, sum einsamell ber búskapar- kreppuna í Feroyum, með- an tað almenna enn ríður ovast á vælferðarbylgjuni. Tí hava vit hildið tað vera átaluvert, at tað al- menna áhaldandi ger seg inn á ta privatu vinnuna, við, í fyrsta lagi sjálvt at hava virksemi, sum tann privata vinnan natúrliga eigur, og, í eðrum lagi, við beinleiðis at taka meiri og meiri arbeiði frá tí privatu vinnuni. Harvið gongur tað al- menna undan at máa steð- ið undan øllum ti, sum eit- ur eitt frælst vinnulív, bet fyri at lívga og halda uppi einum alt ov stórum al- mennum sektori. Ístaðin skuldu politikar- byrgd at gjørt sitt til at bett um korini hjá tí pri- vatu vinnuni, tí eitt fram- komið samfelag kann ein- ans byggja á eitt sunt og vælvirkandi frælst vinnu- lív. Royndir úti í heimi at prógva tað øvugta eru all- ar endaðar í ruðuleika. Heilt óhoyrt av almennum stovni Og nú hendi tað sum sagt aftur. Ein almennur stovnur hevur víðkað um virksemi sítt og tikið ar- beiði frá tí privatu vinn- uni, hóast hon hevði bæði nóg mikið av fólki og út- gerð til hetta sama arbeið- ið. Tað var blaðið Eystur- oyggin, sum tann 5. ok- tober bar tey tíðindi, at landsverkfreðingurin hev- ur keypt sær eina hell at sproytulakera bilar í. Høllin er sett upp á Lamb- areiði. Tað kann ikki góðtak- ast, at tað almenna á henda hátt, við óneyðug- um, utreidslukrevjandi iløgum, ger sitt til at taka grundarlagid undan ti pri- vata handverkinum å hes- um øki. Men uppaftur nógv álvarsligari gerst málið, tá eitt umboð fyri landsverk- freðingin í sama blað er so framført at vidganga, at „sjálvandi hevur arbeiðs- fólkið loyvi at nýta kabin- una til okkurt smávegis hjá teimum sjålvum«. Tað er heilt óhoyrt, og tað er eitt grovt brot á okkara vinnulívsskipan, ja, tað er beinleiðis ólóg- ligt, at ein almennur stovnur loyvir slíkum, samstundis sum ein annar almennur stovnur, Líkn- ingarráð Feroya, leggur skatt á smábendur og frí- tíðarfiskarar, júst í eini roynd at. koma øllum virk- semi til livs, sum skattur ikki verður goldin av. Privatiserið lands- verkfrødingin og allar aðrar almennar stovnar Landsverkfreðingurin er ein stórur og máttmikil al- mennur stovnur, men tað er búskaparliga og vinnu- liga skeivt at varðveita stovnin í tí líki, hann er í í dag. Tað einasta rætt hevði verið at lagt landsverk- frødingin og landsarki- tektin saman i ein stovn vid nøkrum heilt fåum fólkum, hvers einasta uppgáva skuldi verið at mett um og góðkent al- menn arbeiði. Alt annað virksemi hjá landsverkfreðinginum skuldi verið privatiserað. Tað allarmesta av tí, hesin stovnur ger, er slíkt, sum nátúrlig hoyrir tí fríu vinnuni til at kappast um í einum landi, har mark- naðarmekanisman setir treytirnar. Er tað ikki heilt burtur- við, at landsins nógv stersti entreprenerur skal vera ein almennur stovn- ur? Hevði tað ikki verið gagnligari fyri samfelag- ið, at tann privata vinnan fekk umvælingina og ný- gerðina av veganetinum at kappast um? Hvat er nátúrligari enn at projekteringin av ellum almennum arbeiði verður boðin út til tað privata vinnulívið at kappast um? Umfrmt entreprener- virksemi hevur landsverk- freðingurin eisini nógv annað virksemi, sum tað má sigast at vera burtur- við, at ein almennur stovnur hevur. Áður nevnda sproyti- hell er eitt dømi. Vit kunnu eisini nevna smiðj- urnar hjá landinum y:nsa- staðni í oyggjunum. Í hesum tíðum hevði tað semt seg tí almenna at latið hesar smiðjur aftur og ístaðin latið privatar handverkarar havt tað umvælingararbeiði, sum var, um hendur. Alt hetta er upplagt virksemi, sum tað almen- na eigur at lata ta privatu vinnuna liva og — yvirliva av. Men tað er ikki bert landsverkfreðingurin, sum skuldi verið privati- seraður. Tað einasta rætta er at privatisera flest allar almennar stovnar. Sjálvandi skuldu eisini Strandferðslan, Telefon- verkið, Gjaldstovan, Bil- eftirlitið, Heilsufrødiliga Starvsstovan og allir aðrir stovnar verið riknir á pri- vatum hondum. Og hvat við sjálvum landsstýrinum? Lands- stýrið er ikki annað enn ein umsiting hjá legtingi- num. Tað hevði verið til so ómetaliga nógv sterri gagn fyri samfelagið, um landsstýrið var ópolitiskt og arbeiddi eftir nátúrlóg- unum og sunnum vinnu- ligum prinsippum, heldur enn bert at arbeiða út frá flokspolitiskum og at- kveðugevandi áhugamál- um. Tann einasti veruligi al- menni stovnur, sum átti at verið eftir, skuldi verið ein lítil umsitingarlig skrivstova, hvers einasta uppgáva skuldi verið at gjert sáttmálar, at havt eftirlit við at sáttmálar vórðu hildnir og at góð- kent arbeiðið hjá teimum privatiseraðu almennu stovnunum. Føroya Handverks- meistarafelag ivast onga letu í, at hetta hevði verið ein nógv bíligari loysn fyri tað føroyska samfelagið, tí ein frí kapping hevur altí verið ein fyrimunur fyri kndan — í hesum feri tann føroyska skattgjald- aran — fram um eitt monopol, sum ikki noyðist at laga sínar prísir eftir út- boði og eftirspurningi og teimum treytum, sum ein frí marknaðarskipan ann- ars setir. Lat bert hetta lítla skemtiliga demið tala fyri seg: Nú ein dagin var ein ma- skina hjá landsverkfreð- inginum í einum útjaðara- eki í ólagi. Ein lokalur me- kanikari staðfesti, hvat var galið og segði, at tað skuldi bert taka honum eina lítla letu at gera ma- skinuna í stand. Men nei, boðini vóru, at einans menn hjá lands- verkfreðinginum sjálvum skuldu umvæla maskinur- nar hjá stovninum. Endin varð tískil, at tveir mans komu av eini landssmiðju inni á meginlandinum við bili. Teir noyddust um fjørd við ferju, at rætt hetta neyðars smábrek. Arbeiðstíð: Tað mesta av einum degi hjá tveimum monnum, tað, sum tann privati handverkarin kundu avgreitt uppá minni enn ein tíma. Hetta er bert ein dropi í havinum. Men álvaratos. Hvar er logikkurin? Hvussu sær roknistykkið út, tá ið talan er um entre- prenerarbeiði fyri millión- ir? Eingir lærlingar Sostatt er niðursteðan, at samstundis sum politikar- ar í flest øllum londum pri- vatisera frá hond, út frá teirri sannfering, at tað í longdini gagnar samfelag- num best, er gongdin tann beint evugta í Feroyum. Her roynir tað almenna á ellum økjum at leggja so nógv sum gjerligt inn undir seg. Ivaleyst ti, at okkurt skal tann støri yvirkapasiteturin av ar- beidsorku i ti almenna sektorinum hava at gera. Ti talan má vera um ein yvirkapasitet, tá hagtelini vísa, at lenarútreiðslurnar hjá tí almenna ongantíð hava verið so hegar sum nú, samstundis sum virk- semið í ellum liðum í sam- felagnum er minkað. Ein avleiðing er hesin almenni ágangurin á ta privatu vinnuna, sum vit hava nevnt omanfyri. Ein onnur álvarsom av- leiðing er, at yvirkapasi- teturin í tí almenna sek- torinum hevur fert við sær, at tað er ógjerligt hjá hugagóðum ungdómi at fáa læripláss hjá tí al- menna. Men samstundis leggur tað almenna stórt trýst á ta privatu vinnuna, fyri at fáa okkum at taka fleiri lærlingar inn. Ja, tað hava enntá royndir verið gjerd- ar at kroysta meistara- felagið at víkja frá skipan- ini í meistaralæruni, so at lærlingar kunnu fara bein- leiðis í skúla, uttan nakr- antíð at hava verið í læru. Men hetta, og annað í samband við handverk- araútbúgvingina, er ein spurningur, sum vit taka upp aftur seinni. Torshavn 7/11-91 Vilhelm M. Johannesen, formadur