mikudagur 13. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Undirgrundin
FØROYSKA arbeiðsnevndin í
undirgrundarmálinum er nú
liðug við eitt uppskot til yvir-
tóku av undirgrundini. Hetta
visti útvarpið at siga frá í vik-
uni. Saman við uppskotinum
um eina yvirtøku av undir-
grundini hevur nevndin eisini
gjørt uppskot til ein sam-
starvssáttmála við danir.
Hetta er uttan iva ein sáttmáli
um, hvussu danir og føroy-
ingar og meguliga eisini aðrir
skulu fyrihalda sær og sam-
starva, tá tað verður farið at
kanna møguleikarnar at finna
olju í undirgrundini.
TAÐ lætti um at frætta, at eitt
tílíkt uppskot nú fyriliggur, tí
vit hava nú bíðað í mong ár
eftir tí. Eingin ivi skal tó vera
um, at tað krevst bæði tíð og
orka til at gera eitt slíkt full-
fíggjað uppskot. Og okkum
vitandi hevur arbeiðsnevndin
eisini havt rættiliga nógvar
fundir umframt at hon hevur
verið á kunningarferðum í út-
londum at kanna spurningar,
sum viðvíkja júst undirgrund-
ini. Herfyri hoyrdu vit kanadi-
ara greiða frá, hvussu New
Foundland hevur »loyst«
undirgrundarmálið, nú tað er
partur av Kanada, men helst
vil sleppa at avgera egnu
lagnu á hesum øki sjálvt.
Teirra skipan líkist ti grøn-
lendsku, har tað í veruleikan-
um er ríkisstjórnin, sum hev-
ur tað avgerandi orðið, tá av-
tornar.
FØROYINGAR hava heldur
valt at bíðað við at gera eina
avtalu við Danmark um undir-
grundina til vit høvdu eitt full-
figgjad upplegg at leggja á
borðið. Atli Dam, løgmaður,
sum hevur umsitið undir-
grundarmálið í mong, mong
ár, hevur heldur viljað brúkt
ta neyðugu tíðina at fyrireika
málið, enn at leypa fram av
og góðtaka ta grøn-
lendsk/donsku loysnina.
Hetta kann ikki sigast annad
enn at vera skilagott, hóast
vit øll vita, at tað ikki kann
bíðast í allar ævir eftir eini av-
gerð á økinum.
MEN tað hevur so verið poli-
tikkurin at fyrireika seg so
væl sum til ber. Nú kenna vit
ikki innihaldið í verandi upp-
skoti, sum fyrsta dagin skal
leggjast fyri danir, men vit
kunnu so bert vóna, at tað
ber á tað borðið, at undir-
grundin kemur á føroyskar
hendur, at tað verða vit sjálvi,
sum fáa avgerðarrættin yvir
hetta so tydningarmikla øki,
men eisini at vit verða førir
fyri at gera eina samarbeiðs-
avtalu við danir, sum bæði vit
og danir kunnu brúka til nak-
að.
TAÐ er eingin loyna, at tað
serliga er oljan, sum hevur á-
huga, tá vit tosa um undir-
grundina. Finst stórt oljuríki-
dømi í okkara undirgrund, so
hevur tað stóran týdning, áðr-
enn farið verður eftir oljuni,
at vita, hvor hevur avgerðar-
rættin til hesa undirgrund.
Hetta er so ein av orsgkunum
til, at m.a. føroyska landsstýr-
ið ikki hevur viljað skundað
Tunnilin enn
einaferð
Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Miller | Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur2g í Postadresse; br »
Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen | Uppseting: P/f Sosialurin Argir órshavn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jústínus Eidesgaard Prent P/F Pressan 1981 Telefon 11820 Telefax: 14720
ov nógv undir kanningarnar
av undirgrundini. Men so
skjótt ognarrætturin og av-
gerðarrætturin er komin upp
á pláss, er stødan ein onnur,
og tá kann helst beinanvegin
farast undir eina langtíðar
verkætlan.
LOGMAÐUR hevur drúgvar
royndir sum samráðingarleið-
ari og hevur hann fingið Før-
oyum sera góð úrslit á fiski-
vinnugkinum. Nú embætis-
menninir eru lidnir við upp-
skotið um undirgrundina, er
at vóna, at løgmaður ger brúk
av sínum samráðingarkynstri
og -hegni og kann samføra
danir, antin teir so eita
Schliiter ella Auken, um, at
tað tænir bæði dønum og før-
oyingum, at vit fáa eina av-
gerð í undirgrundarmálinum,
sum gongur longri enn tann
grønlendska loysnin, nevni-
liga so mikid langt, at tad
verda vit sjålvir, sum råda
fyri, hvat skal henda viðvíkj-
andi undirgrundini — men at
dyrnar tá eisini standa opnar
fyri donskum fyritókum og
áhugamálum, tá talan verður
um at troyta møguleikarnar
at finna olju í undirgrundini.
Dimmalætting viðger
undirgrundarmálið í odda-
grein síni í gjár. Blaðið
skrivar, at tað enn er 6-
greitt, hvat er komið burt-
ur úr samráðingunum
millum landsstýrið og
ríkisstjórnina. Blaðið vísir
annars á, at skal løgmaður
halda orð í hesum máli, so
má hann so sanniliga
skunda sær. Hann lovaði
nevniliga eftir seinasta
val, at avgerðarrætturin til
undirgrundina skuldi fyri-
liggja longu í 1991.
Blaðið vísir síðani á, at
sami løgmaður í 70-unum
við eini løgtingsavgerd
varð vid til at forpurra
eini skilagóðari skipan.
Og hann kann framvegis
forða eini slíkari. Blaðið
sigur einki um, hvørja
løgtingssamtykt sipad
verdur til. Bladid leggur
aftrat, at júst hetta er
orsøkin til, at føroyingar
onga åvirkan hava å:
"om der kan ydes til-
ladelse til forunders-
øgelser, som kan føre til
udnyttelse af eventuelle
råstoffer i den færøske
undergrund”.
Okkum vitandi hevur
danska stjórnin ongan rætt
til at seta í verk
kanningar, uttan at hon
frammanundan hevur
fingið loyvi til tess frá
landsstýrinum. Men
kanska Dimmalætting
veit um slíkar kanningar,
sum eru gjørdar í loynd-
um. Um so er, tá er tað
greitt, at ikki alt er, sum
tað eigur, og spurningurin
eigur at verða vidgjørdur
á hægsta sigi.
Dimma vísir á, at sam-
ráðingarnar um undir-
grundina við loysingar-
flokkum á odda kann
koma at kosta okkum rík-
sfelagsskapin. Blaðið vísir
til eitt uppskot frá sam-
bandinum, sum skuldi
geva okkum eina rímuliga
góða avtalu, men hana
tveittu hinir flokkarnir á
gólvið við ti úrsliti, at vit
onga ávirkan hava í dag.
Blaðið skrivar at enda,
at tað fæst eingin loysn á
spurninginum, soleingi
sambandið ikki er við í
samráðingunum og ger
sína ávirkan galdandi.
Tað er greitt, at sum
partur av ríkisfelagsskap-
inum, so. kunnu vit ikki
4
"A RA
bara seta krøv omaná
krøv. Vit eru eisini
noyddir at lurta eftir
dønum. Men hvat hesum
so týðandi spurninginum
viðvíkur er eingin millum-
vegur. Undirgrundin er
okkara. Tað mugu vera
vit, sum á hesum klettum
búgva, sum skulu hava
allan avgerðarrætt til hesa
undirgrund. Hvat so danir
kunnu fáa burtur úr av
einum komandi oljuríki-
dómi er ein annar spurn-
ingur. Og í tí málinum
burdi sambandið so av-
gjørt at verið eftirspurt.
Lesið eisini oddagrein
omanfyri.
Tað var ein avgjørdur
løgmaður vit hoyrdu
endurgivnan í útvarpin-
um mánakveldið.
Landsstýrið fer ikki at
góðtaka at tingmenn í
samgonguni sum tað
passar teimum draga
sína egnu línu, tá teir
ikki eru samdir við
landsstýrið. Við hesum
sipaði hann til málið um
undirsjóvartunnilin.
Løgmaður vísti annars
á, at eingin avgerð
verður tíkin í tunla-
málinum nú, men at tað
skulu ganga í hvussu so
er seks mánaðir til málið
er endaliga kannað. Tvs.
at stødan verður ikki
tíkin fyrr enn um eitt
hálvt ár. So er
Spurningurin, hvat hetta
merkir. Merkir tað, at
landsstýrið als ikki hev-
ur tikið stóðu fyri ella
ímóti at byrja arbeiði
uppá undirsjóvartunn-
ilin. Merkir tað, at semja
er ikki í landsstýrinum,
um hetta arbeiði skal
byrja aftur. Merkir tað,
at málið er so mikið
vandamikið fyri sam-
gonguna, at best er at
útseta tað í eina tíð ella
skulu orð løgmans skilj-
ast soleiðis, at hann
metir seg ikki at hava
nóg góðar upplýsingar
til at geva tunnilsarbeið-
inum grønt ljós. Men
hvussu og ikki, so skulu
vit bíða í eitt hálvt ár
aftrat, áðrenn støda
verður tikin í málinum.