mikudagur 13. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
A —TTTT—A——T—
——————————
Nr. 211 — 13. november 1991
Síða 3
Hetta er oysl, heldur Jógvan Joensen, bóndi í Hesti, sum er glaður fyri at fáa eina góða ferjulegu. Mynd: Kalmar
Gamlarætt
Hetta er oyðsl, tó
gott fyri okkum
--Men vit hava gjórt kuppið. Vit hava fingið grótið til okkara
havn fyri einki, sigur Jógvan Joensen, bóndi í Hesti
Jógvan Joensen er ikki í
iva, ferjulegan við Gomlu
rætt er oyðsl, men hann er
fegin um at hon er komin
hóast tað.
—Vit í Hesti hava gjørt
kuppið, vit hava fingið
grótið til havnina fyri
einki, og so fáa vit eina
ferjulegu, stytstu leið,
beint yvirav bygdini, so
vit hava einki at klaga
um, sigur Jógvan
Joensen.
--Tað er púra vist, at
ferjulegan hevði verið
munandi bíligari, um hon
varð løgd i Kirkjubø, men
tað vildu politikkararnir
ikki, sigur hann.
--Hóast dýr, so vanti
eg, at vit fáa eina góða
ferjulegu við Gomlurætt.
Kyrr ferjulega
Ferjulegan við
Gomlurætt hevur fingið
sítt endaliga skap og hon
roynist væl.
--Grótbáturin Siri hev-
ur ligið í havnini, nú ód-
narveðrið hevur verið og
báturin hevur ikki rørt
seg. Siri hevur roynt
havnina í nógvum vindi á
øllum ættum. Eg eri vísur
í, at vit fáa eina trygga
havn, sigur Poul Erik
Andersen, arbeiðsformaður
hjá Højgård & Shultz á
Gomlurætt.
Lidug á Ólavssku
Poul Erik Andersen
roknar við, at ferjulegan
verður liðug á Ólavsgku
komandi ár.
--Vit eru lidnir at
stoypa ferjuleguna undir
vatni, nú er eftir at gera
sjálva keiina.
Siri er nú liðug at
sigla grót út í Hest og tí
verður ikki longur arbeitt
í vaktum. 30 manns
arbeiða á Gomlurætt.
--Arbeiðið hevur ging-
ið gott. Men tað hevur
ikki verið nakað lætt
arbeiði. Maskinurnar ar-
beiða í brattlendinum. Og
tá krevst av fólkinum, at
tey eru sera varin, sigur
Poul Erik Andersen.
jústinus
Stríðast tit við
Álvars-
spurningar
so sum: Hvaðan vit
koma, hvagar vit fara,
lív eftir deyða, um og
hvussu sálirnar ferðast
— vendið tykkum so
til
Universal Life
Dept. 6.40
P.O. Box 5643 - 8700
Wårzburg - Germany
dl,
RK rådgevan
Tørvar tær orku til
at fåa skil å rokn-
skapinum - latið
okkum hjålpa tær.
- Bókhald
- roknskap
- sjálvuppgávu o.a.
Fyri smærri virkir
og einstaklingar.
Ringið og avtalið
eina tíð tif. 1 9620
RK ráðgevan
J.C. Svabosg. 10
100 Tórshayn
ss
Kongshavnar Kvinnufelag:
Í kvøld kl. 20 verður
ein AIDS-fundur í hús-
unum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag.
Hetta er annar fund-
urin av hesum slag, ið
kvinnufelagið skipar
fyri. Fyrru ferð var aft-
uri í 1985, tá sjúkan
enn ikki var staðfest í
Føroyum.
Men nú er sjúkan
stadfest her, og nyggj-
astu tølini frå lands-
læknanum siga, at sum
er hava triggir føroy-
ingar sjúkuna, meðan
tíggju ganga við smitt-
uni. Sjúkan hevur kravt
eitt mannaliv í Føroy-
um.
Á fundinum á Glyvr-
um í kveld fer sjúkra-
systirin Anna Samuel-
sen at leggja fyri við
einum fyrilestri um
AIDS, og síðani verður
høvi hjá fólki at koma
við spurningum, og
annars lagt upp til kjak
um evnið.
Anna Samuelsen hev-
ur nomið sær serút-
búgving í viðgerð av
AIDS-sjúklingum, so
tað er sannur fakkunn-
leiki, hon hevur at bera
fram.
Í tíðindaskrivi sigur
Kongshavnar Kvinnu-
felag, at fundurin er
ætlaður øllum aldurs-
bélkum, og serliga
verður vónað, at skúla-
ungdómurin vísir fund-
inum áhuga.
hj.