Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-Fylgisveinasjónvarp er nú høvi at síggja hvønn dag. Tí skilji eg ikki, at vit ikki sleppa at gera tað sama: at senda hvønn dag. Tað sum vit í veruleikanum gera er, at vit venja fólk til at hyggja at óðrum sjónvórpum og reka tey burtur frá Sjónvarpi Føroya. Einasta rásin, sum stendur sum verji fyri tí fóroyska móti ti útlendska árininum skrivar Jógvan Asbjórn Skaale, sjónvarps- stjóri í Sjónarmið í dag. Tað er lógarfest hverjar skyldur Sjónvarp Føroya hevur. Í løg- tingslógini um Sjónvarp stendur í grein 1 stk. 4: Sjónvarp Feroya hevur til endamáls at hava ob- jektivan, sakligan og upplýsandi tíðindaflutn- ing og sendingar annars, ið varðveita og fjálga um føroyska mentan, átrúnað og sidlæru. Í lógini stendur einki um fjølbroytni i send- ingunum — also tað sum danir kallla alsidig- hedskreteriet. Til eitt al- ment sjónvarp må hetta vera eitt krav, at eisini sokallaðar smalar send- ingar, tað eru sendingar, sum ikki hava teir nógvu hyggjararnar, skulu hava innivist. Sjónvarpið skal senda til øll. Heldur ikki stendur nakað í lógini um, at Sjónvarpið skal vera ein gluggi út í heimin. At sjónvarpið hevur skyldu til at senda sendingar um evni, sum hava vakt ans uttanlands. Hetta kann vera innan list, bókmentir, tónleik, film — eitthvert eki. Sum lógin nú er orðað, hava vit í veruleikanum ikki loyvi til at senda ein amerikanskan film, líka mikið hvussu góður hann er ella hvussu nógvan ans, hann hevur vakt, tí hann ikki varð- oyska mentan, átrúnað ella siðaarv. — Hetta eru tankar, sum eiga at verða havdir í huga, fer legtingið at broyta lóg- ina. Sjónvarp Feroya er veitir ella fjálgar um fer- eftir mínari uppfatan ein public service sendisteð — tað sama sum Dan- marks Radio, BBC og NRK t.d. Tað vil siga, at public service er: — sjónvarp, sum hevur eina samfelagsskyldu (at tæna almenninginum) — sjónvarp, sum roynir at koma út til øll — sjónvarp, sum ikki er bundið at fíggjarligum ella politiskum makt- havarum — sjónvarp, sum ikki hevur sum høvudsenda- mál at fáa yvirskot, tá ið árið er liðugt. Skulu fjølmiðlarnir liberaliserast? Spurningurin um fjøl- miðlarnir skulu liberali- serast kemur neyvan at ávirka Sjónvarpið so nógv fyri ikki at siga einki. Tað er so mikið dýrt at gera sjónvarp og tað gongur so mikið illa at fáa hyggjaragjaldið inn, at eg dugi ikki at síggja nakran meguleika fyri nærsjónvarpi í Fer- oyum. Við nærútvarpi er helst eðrvísi. Tann neyð- uga útgerðin fæst fyri ein rímiligan prís, og ikki er framleiðslan so kostnaðarmikil. Men her er vandi fyri at Útvarp- ið verður skert. Eitt ekisnærvarp t.d. í Havn- ini kann bert verða figgjað við lýsingum, og tær mugu verða bíligari enn tær í Útvarpinum. Hvussu stórur missurin verður i lysingarinntøk- unum hjå Utvarpi Før- oya, dugi eg ikki at siga, men vit vita, at nógvar av kunngerðunum hjá Útvarpinum bert hava áhuga í Havnini og kundu tí eins væl verið sendar í einum økisnær- varpi. — Eg hugsi vit eiga at hava hetta í huga. Ein stovnur ella tveir? Eg trúgvi at vit oll skulu vera takksom fyri, at sjónvarpið bleiv sjálv- steðugur stovnur og ikki saman við Útvarp- inum við lógini frá 1982. Í Grenlandi — teir fingu sjónvarp nekur ár undan okkum — eru stovnarnir báðir saman. Úrslitið er, at menningin hjá teimum hevur verið nógv minni enn hjá okk- um. Meðan teir fram- leiða lítið og einki sjálv- ir, so hava vit eina rættiliga munandi fer- oyska framleiðsliu. Heili 30% av tí vit senda. Or- sekin er helst ikki, at vit eru so nógv dugnaligari enn teir, men skyldast tann veruleika, at út- varpsnevndin í Gren- landi, sum sat áðrenn sjónvarpið kom, nú eis- ini skuldi taka sær av áhugamálunum hjá Sjónvarpinum. Og nevndin hugsaði tradi- tionelt: útvarp. Tað læt seg ikki gera at gera sjónvarp. Grenlendska sjónvarpið hevur tí ikki fingið peningin frá nevndini, sum skal til. Og tað er helst torfert hjá vanligum fólki at í- mynda sær, at tað ber til. Vit minnast øll rokið, tá vit tóku av donsku TV-avísina, tí vit vildu 3 - hava okkara egnu. Harð- liga varð funnist at Sjónvarpinum, tí vit ikki vildu senda donsku TV-avísina. M.a. varð sagt, at tað bar ikki til at gera eina føroyska tíðindasending, tí aftan á 14 dagar, so eru allar Feroyar filmaðar og hvat so? Tað eru 7 ár liðin síð- ani tá. Eingin ivast í dag í, at tað ber til at gera feroyskt sjónvarp um hvat evni, tað skal vera. Ikki trúgvi eg, at vit vóru komnir so langt, vóru vit saman við Út- varpinum frá fyrstan tíð. Tað hevði verið sum í Grenlandi: Vit hevdu ikki fingið peningin, sum skuldi til fyri at prógva, at tað bar til. Steðan er, sum sagt, ein heilt onnur nú. Óvissan um Sjónvarpið í 1984 er vorðin til vissu í 1991. Takkað verið ein- ari legtingsavgerð um at Útvarp og Sjónvarp skulu vera tveir sjálv- steðugir stovnar. Tí undrar tað meg, at menn nú aftur eru farnir at práta um at leggja saman. Har er einki at spara. Stovnarnir verða riknir co rationelt, sum tað letur seg gera. Tú sparir ikki ein sjón- varpsteknikara burtur, tí at útvarpsteknikarar eru í Útvarpinum frammanundan. Tú sparir heldur ikki ein journalist hjá Sjónvarp- inum, tí at útvarpið hev- undan. Tað eru stovnar- nir alt ov ymiskir til. -- Fyrrverandi rektarin á blaðmannaskúlanum í Árhus — Hans Veirup — segði einaferð, eg tosaði við hann, eg hevði júst greitt honum frá, at i Føroyum vóru stovnarnir sjålvstødugir. Hann segåi: »Tad var ein klók avgerð, ti tað er eins stórur munur á ein- ari avís og einum út- varpi, sum á einum út- varpi og einum sjón- varpi. Og eg hugsi eisini, tað er tí, at báðir stovnarnir í Danmarks Radio glíða longur og longur frá hverjum eðrum. Fyrr hevði danska útvarpið og sjónvarpið somu barnaredaktión. Teir hava hver sína í dag. Fyri fáum árum síðani varð TV-avísin send úr radiohúsinum í Rosen- erns allé. Tað verður hon ikki longur. Nú verður hon send úr TV- húsinum í TV-býnum. Nei, ikki trúgvi eg, vit vinna nakað við at leggja saman. Lat meg eisini skunda mær at siga sum sjónvarpsmað- uri, eg at ikki longur eri bangin fyri fylgjunum fyri Sjónvarpið. Nei, eg eri nógv ræddari fyri Útvarpinum. Eg vænti, at stødan nú er beint evug av steðuni í Gren- landi: tað verða vit, sum fáa peningin, meðan Út- varpið má lata sær lynda við ein minni aprt. Alla staðni, har Sjón- varp og Útvarp eru sam- an við einum felags hyggjaragjaldi, er tað Sjónvarpið, sum fær bróðirpartin. Í Danmark t.d. fær útvarpið við sín- um trimum rásum slak- Nr. 211 — 13. november 1991 Jógvan Asbjórn Skaale: -Eg haldi ikki, at nakar kann vera 6- samdur vid mær i, at vit ynskja eitt enn betri Utvarp og fyri tann skuld eisini Sjónvarp. Kostn- aðurin má bara ikki verða, at annar fjólmiðilin versnar ar 200 kr. av einum lurt- ara- og hyggjaragjaldi upp á uml. 1300 kr. Sjónvarpið fær restina. Og ikki haldi eg, at nakar kann vera ósamd- ur við mær í, at vit ynskja eitt enn betri Út- varp og fyri tann skuld eisini Sjónvarp. Kostn- aðurin má bara ikki verða, at annar fjølmidil- in versnar. Álitið mælir til eina felags umsiting. Eg eri eitt sindur bangin fyri, at hetta fer at økja um skrivstovuveldið á stovnunum, sum frá- líður. Í staðin fyri sum nú, at Sjónvarpið og Út- varpið hava hver sín umsitingarleiðara, skal nú eitt fólk setast oman á hesar, also ein yvirum- sitingarleiðari. Ikki fara at ganga nógv ár, hugsi eg, at so fáa vit eisini ein yvirtekniskan leiðara og ein yvirprogramm- leidara. Vit flyta okkum nærri og nærri nógv kritiseraðu steðuni á Danmarks Radio: Skriv- stovuveldið í hásætið! Ein felags umsiting, sum skal avgera, hvat peningurin skal nýtast til, fer at gera tað nógv tyngri at arbeiða. Hugsa vit okkum, at felagsum- sitingin fer at liggja í Útvarpinum, so verður tað ov langt millum Sjónvarpið og har, av- gerðirnar verða tiknar. Nú práta vit saman, um vit t.d. skulu fara og gera eina Kjerbreyt- sending ella ikki. Eingin avgerð verður tikin. Dagin eftir hevur onkur Framhald á síðu 11 TO TII———————